Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-08-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. august 1978síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 59 — 12. august 1978 Tað er ofta stutt millum nummarini av mánaðar- ritum í Feroyum. Kristi- ligt Ungmannablað nr. 6 kom í hinari vikuni og í hesari er nr. 7—8, t.e. fyri juli og august, útkomið. Heri Tróndheim boðar frá í blaðnum, at hann nú leggur blaðstjórastarvið frá sær. Nýggjur blað- stjóri er ikki settur enn, men nevndin í KFUM í Havn, sum gevur blaðið út, skal fyribils stjórna blaðnum. Heri Tróndheim sigur, at arbeiðið sum blaðstjóri hevur verið áhugavert. — Eg ynski Guds sign- ing við blaðnum framyvir. Uppgávan er spennandi, og tí er tað mitt ynski, at tað eydnast nevndini at finna tann rætta blað- stjóran, skrivar Heri Tróndheim í fráfaringar- grein síni. Frá 2 til 115 hk. Á goymslu 5—, 8— 15- og 28 hk. Lagaligar gjaldstreytir. Sela og service Sjúrður Strøm Vági, tlf. 73498 Brochurur verða sendar. og leysasølur skrivliga. Blaðstjórin frá Haldarar av SOSIALINUM verða biðin um, tá tey skifta bústað ella annað, at boða blaðnum frá SOSIALURIN box 76 3800 Tórshavn - sosialurin Peningaliga tosið eigur ikki at fáa innivist JAVNI, blaðið hjá Lands- felagnum evnaveikum at bata, er útkomið. Hetta er annað heftið í ár. Í blað- num eru greinar um Fri- tíðarheimið í Skrivara- getu, sum varð tikið í brúk 1. desember í fjør. Axel T. Haraldsen skrivar <Um talu«, Jákup Lin- denskov um andsveikafor- sorgina og ein frágreiðing er frá fundunum, sum fel- agið hevði á Viðareiði í vár. Eyðun Joensen, sálar- freðingur, hevur saman við fýra læraraskúla- næmingum gjert eitt yvir- lit yvir, hvat Álitið viðv. serundirvísing, sum lesi- ætlanarnevndin legði úr hondum í 1975, hevur at bjóða. Hetta yvirlitið varð lagt fram á almennum fundi á Viðareiði í vár og er tað saman við inngang- inum hjá Eyðun prentað í JAVNA. Ábyrgdarblaðstjóri á JAVNA er Sólmundur Jo- ensen og í oddagreinini um yvirteku av fyrisiting av almannamálum skrivar hann m.a.: — Hetta átti ikki at verið tálmað av peninga- ligum trupulleikum. Í fyrstu atlegu eigur tað peningaliga tosið ikki at fáa innivist, hetta eru menniskjur, ið talan er um og ikki deyðir lutir, ið als ikki hverki so ella so kunnu metast í peninga- ligum virðum. Men veru- leikin er tíanverri tann, at tað peningaliga eygað hevur sterkari røtur í okk- um, men hesar retur kunnu skerast av, soleiðis at tað einstaka menniskja verður sett í miðdeplið, og tá fyrst kunnu vit reali- sera tað, ið dr. Svend Heinild sigur: >Ein sam- felags mentan kann verða máld á ein slíkan hátt, hvussu tað viðger sínar avvikjarar«, ella sum ein kendur danskur politik: hevur so rámandi sagt: >Ein kann meta um eitt samfelags virði, á hvenn hátt tað viðger síni brek- aðu<. Vónandi kemur hetta at standa sum yvir- skrift yvir okkara fram- tíðar samfelag. £/ KJARTAN V> DALSGAARD MOYDALSVEGUR 8 TLF 15222 Loysriin á krossorðinum i nr. 58 Barnagaråslærarinnan Maria liggur á fødi- deildini á Ríkissjúkra- húsinum. Hon er við barn í 6. mánaða og liggur á ti deildini, har barnakonur við ymsum trupulleikum liggja til kanningar. Hon hevur ov mikið fosturvatn og er bang- in fyri, at barn hennara hevur tikið skaða. Páp- in at barninum, hon skal hava, er grenlend- ari, og hann er farin heim aftur, so hon er einsamøll við ótta sín- um, um hvussu alt fer at ganga. Í byrjanini er hon fremmand og aftur- haldandi í umhverv- inum á sjúkrahúsinum, men so við og við kenn- ir hon betur allar hinar barnakonurnar. Tær hava jú allar tað til fel- ags, at tær skula eiga barn. Allar hinar konur- nar, sum liggja har, eru heilt ymiskar hver frá eðrum, men tað at hitta tær allar, fær stóran týdning fyri Mariu. Har er Olivia, sum er avlamispensionistur við sukursjúku. Gert- rud, sum er frá einum meira ella minni rík- mannaheimi, og sum í 6 ár hevur bíðað eftir at verða við barn. Og so tann 21 ára gamla Lin- da, sum varð koyrd úr starvi sínum, tí at hon var við barn. Hon vón- ar nú, at tað kann j hjúnarlagi hennara við Allan, sum er arbeiðsleysur. Frem- mandaarbeiðskonan Habiba, sum bert dug- ir eitt lítið sindur av donskum. Maria og hon kunna ikki siga nógv orð sam- an, bert vísa eymleika, sum rekkur longur enn orð. Tá Habiba skal eiga, fær Tenna song hennara. Hon eigur 5 vikur ov tíðliga, so elskaði maður hennara Anders sleppur ikki við til fødingina sum ætl- að Síða 15 Samveran á eini fødideild Kenda bókin eftir Deu Trier Merch, Vinterbern, er kykmyndað og verður filmurin frumsýndur í Havn Tann, sum Mariu dámar best, er kera- mikarin Signa, sum áðrenn hevur triggjar, lítlar gentur og er eydnurikt gift við Jacob. Tað var ikki ætlanin, at tey skuldu hava eitt aftur at. >Tað hendi bara, og so má ein jú taka ímóti ti«. Harafturímóti er barn- ið hjá Karin Margrethu ynskt gjegnum nógv ár. Hon er 41 ár, og hetta er nakað seint at fáa barn fyrstu ferð. Men sjálvt um vandi er fyri, at barnið ikki verður, sum tað eigur, so vil hon heldur hava tað enn einki. So við og við verður ein fyri og onnur eftir koyrd niður í feðirúm- ið. Ein fær keisara- skurð, ein onnur faðir eitt ófullkomið barn, ein eitt sunt og væl- skapt. Maria fødir barn sitt ov tidliga, so tad må å neonatal, deild fyri nyfødingar, sum hava ilt við at klára seg. Her liggja so »Vetrarbørnini«, hvørt i sini kunstigari liv- móður. Dag og nátt verða tey ansað av læknum og sjúkra- systrum — einki verð- ur spart fyri at tey kunna liva. Maria hevur tað ikki gott: hvussu skal hon klára at ansa barni- num, tá hon fær tað heim? Og tó: tá onnur klára tað, so klári eg tað eisini. Nýggir bólkar av kvinnum koma inn á fødideildina. Eina stutta ti3 hava tær verið saman um eina av lívsins stóru hending- um. Nú fara tær frá hverjari aðrari, og tær síggjast helst aldri aft- ur, men tær gloyma aldri hverja aðra. Filmurin verður víst- ur í Havnar Bio 1. sep- tember. Tá verður hann eisini sýndur fyri fyrstu ferð í teimum skandinavisku londu- num, Íslandi, Gren- landi og so her.