mikudagur 16. august 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
kring oyggjarnar
36 útlendsk
fiskifør
Mánadagin vóru 36 út-
lendsk fiskifer undir
Feroyum. Tað vóru 12
enskir trolarar og 3
línuskip, 4 franskir
trolarar og 3 týskir, 8
norskir línubátar og
góðar 100 fjórðingar
norðanfyri oyggjarnar
royna 6 russar eftir
svartkjafti.
Nýggjur
tiltakslimur
Legtingið valdi í síðstu
viku Svenning av Lofti
úr tjóðveldisflokkinum
til tiltaksmann í út-
varpsnevndina. Jógv-
an Durhuus, sum var
tiltakslimur, kom í
nevndina, tá Olavur
Michelsen doyði í vár.
Tók onga avgerð
VB helt fyrst í vikuni
spælarafund, men tók
onga avgerð um restina
av kappingarárinum.
VB hevur valt at bíða
eftir avgerðini hjá
dómsnevndini.
VB hevur lagt úrslit-
ið av dystinum síðsta
mikukveld á Tveroyri,
tá VB ikki metti og TB
tí vann uttan dyst, fyri
dómsnevndina.
Annars upplýsir
formaðurin, at teir
hava einki skrivligt
fingið at vita frá fót-
bóltsdeildini um úrslit-
ið, sum lógin sigur, og
vóru tí noyddir at
ringja og spyrja.
— Eitt er vist. Vit
taka okkum íkki úr
kappingini, men tað er
eitt ivamál, um allir
spælararnir vilja halda
fram, sigur Robert Mc-
Birnie, formaður VB's.
Báðir
úr samgonguni
Friggjadagin valdi log-
tingið tveir límir til
Norðurlandaráðið — J.
Fr. Øregaard og Er-
lendur Patursson úr
landsstýrissamgong-
uni, sum avtalað varð
gjørd um i 1975.
Sambandsflokkurin
mótmælti, at báðir
limirnir eru úr sam-
gonguni og skeyt upp
at velja Johs. M. Ol-
sen. Uppskot sam-
bandsfloksins fall.
Varð troðkaður
út av
Tað var ikki bara
skemt og fótbóltur
heima á Sandi sunnu-
dagin.
Ein sandoyingur,
sum hevði smakkað
sær á, setti seg í bilin
og koyrdi. Men hetta
sóu teir gløggu log-
reglumenninir úr Havn
og legdu eftir honum.
Bilførarin helt undan
og millum bygdina og
Meginskúlan troðkaðu
legreglubilurin hin bil-
in út av vegnum. Bil-
urin fór á síðina, men
hverki bilferarin ella
bilurin fingu skaða.
Tvey innbrot
Sunnunáttina brutu
tveir ungir mans inn í
kaffistovuna á vestaru
bryggju. Tá vaktsmað-
urin kom fram á teir,
stungu teir av í einum
bili.
Somu nátt varð ein 5
watts-sendari stolin úr
einum bili, sum stóð
parkeraður niðri á
Skálatreð.
Betur FM-hoyrilíkindir
Í vetur gerast FM-
hoyrilíkindini nógv
betri á teimum eyst-
astu Norðoyggjunum.
Orsekin er ein nýggj
FM-sendistø5 á Svin-
oynni.
Bygningurin er lið-
ugur og masturin er
sett upp. Í næstum fer
Telefonverkið at seta
sjálva steðina upp. Á
Telefonverkinum verð-
ur sagt, at arbeiðið
verður liðugt áðrenn
veturin kemur.
Í letuni eru hoyrilík-
indini vánalig í ellum
bygdunum, sum liggja
eystanfyri Borðoynna.
Eisini
á Eiðiskolli
Tað eru ikki bara norð-
ingar, sum fáa hevi at
hoyra FM-sendingar í
vetur. Eisini í norðara
partinum av Sundalag-
num verður bett um
hoyrilíkindini.
Á Eiðiskolli er eisini
ein FM-sendisteð sett
upp. Eftir ætlan kemur
hon eisini at virka í
vetur. Steðin skal
fyrst og fremst beta
um hoyriviðurskiftini á
Eiði og í Tjørnuvik og
Haldórsvík.
Annars hevur Post-
og Telegrafverkið eina
WHF-sendisteð í gerð
á Svínoynni. Hon
stendur í sama húsi
sum FM-sendarin.
Sendarin skal betra um
hoyrilikindini i ein
landnyrding ur Føroy-
um.
sosialurin
Fiskimannafelagid
skipar fyri altjóðafundi
Hevur fingið uppskot samtykt, har hugsað verður
um lond, sum bara hava fiskivinnuna á at líta | >>>
Feroya Fiskimannafelag
skipar fyri einum altjóða
fundi í Tórshavn frá 9. —
11. oktober.
Tað er fiskivinnudeildin
innan International
Transport Workers Fede-
ration, ITF, sum heldur
fund. Saman vid Føroyum
eru eini 8—10 onnur lond
umboðaði. Fyri Feroya
Fiskimannafelag situr Óli
Jacobsen, formaður, í
nevndini.
Fyrireikandi
fundur
Fundurin, sum skal hald-
ast í Havn, er ein fyri-
reikandi fundur til ein
fund hjá ILO, altjóða ar-
beiðarafelagið, sum skal
haldast í Geneve í no-
vember.
Kor fiskimanna er evnið
á fundinum. Tað er møgu-
ligt, at Óli Jacobsen fer at
luttaka á hesum fundi-
num, tí stutt fyri fund-
in skal fiskivinnudeildin í
ITF halda ein fyrireiking-
arfund afturat í Geneve.
Fingið uppskot
igjøgnum
Oli Jacobsen sigur uppå
fyrispurning, at Føroyar
avgjørt hava gagn av at
luttaka í slíkum altjóða
samarbeiði.
— Samarbeiðið hevur
við sær, at vit altíð kunnu
koma til orða og framføra
okkara sersjónarmið.
Nr. 60 — 16. august 1978
— Hava tit fingið nakað
itøkiligt igjøgnum?
— Ja, i 1976 varð eitt
uppskot, sum eg hevði
framsett, samtykt. Tað
snýr seg um sínámillum
fiskivinnusamráðingar.
Serliga verður hugsað um
lond, sum bara hava fiski-
vinnuna á at líta.
Óli Jacobsen upplýsur,
at hetta málið kemur fyri
á fundinum í heyst. Tá
skal nevndin konkretisera
samtyktina og finna fram
til, hverji lond og eki
koma undir hana. Og í
hesum føri eru Føroyar
sjálvskrivaðar.
Fundurin í ITF er helst
tann fyrsti altjóða fundur,
sum verður hildin í Feroy-
um.
Óli Jacobsen: Helst fyrsti
altjóða fundurin í Feroy-
um
Ólavur Halgi farin
til umbyggingar
— arbeiðið, sum verður gjørt i Svendborg, skal
verða liðugt í oktober
Leygardagin fór Tjaldrið
til Danmarkar við Ólavi
Halga, sum skal um-
byggjast til vaktar- og
bjargingarskip á Svend-
borg Skibsværft. Um-
byggingin er mett“ at
kosta uml. 5 mill. kr. og
hon skal verða liðug um
hålvan oktober. Olavur
Halgi verður m.a. út-
gjørdur við bógskrúvu og
eisini hann fær kanón.
Tá Ólavur Halgi kemur
í tænastuna einaferð síðst
í hesum árinum verða 9
mans við honum. Yvir-
menninir verða teir somu,
sum nú eru á Dagstjern-
uni. Tað er meiningin, at
Olavur Halgi skal koma í
stadin fyri Dagsstjørn-
una, men hvat so skal
gerast við hana, er enn
ikki tikin steða til.
Skipasýnið
kravdi sleiping
Olavur Halgi er bygdur í
Portugal i 1959. Hann
hevur ligið á Skála hesa
seinastu tíðina.
Ætlanin var, at hann
skuldi sigla sjálvur til
Danmarkar, men hetta
vildi Skipasýnið ikki góð-
taka, so Tjaldrið mátti
sleipa hann. Skipini skul-
du koma til Svendborgar í
morgun.
fø
Í sambandi við um-
byggingina fór leiðarin á
Vaktar- og bjargingar-
tænastuni, Jóhan Ziska-
son, til Danmarkar mána-
dagin at undirskriva sátt-
málan við skipasmiðjuna.
. Annars vera tveir mans,
skipari og maskinmeist-
ari, í Svendborg fyri at
fylgjast við umbygging-
ini.
Ólavur Halgi hevur eina
M.A.N. maskinu uppá
1470 hestar, ferðin er 12 —
13 mil.
Ólavur Halgi við bryggju á Skála — nú er hann í Svendborg