mikudagur 16. august 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 60 — 16. august 1978
itróttur
Ísafjarðarsúlan:
Spennandi dystur á Sandi
Sunnudagin var so tann
nýggi finaludysturin
spældur á Sandi. Nógv
var gjert fyri at fáa ein
stóran dag burtur úr hes-
um. Strandferðslan gjerdi
fleiri eykatúrar til Sands,
umframt komu nógvir út-
róðrarbátar bæði av Tver-
og aðrastaðni frá.
Sandingar hevdu fyrireik-
að seg á besta hátt, og
fyrireikingarnar hjá fót-
oyri
bóltsdeildini eydnaðust av
tí besta.
Stemningur
Tað var góður stemningur
heima á Sandi áðrenn
dystin. Nógv fólk kom til
Sands, og fleiri klubbar
gjørdu útferðir til Sands
fyri at siggja dystin.
Veðrið var eisini gott. Tað
var turt alla tíðina, men
mjerkin hekk langt oman í
bein.
Byrjanin
Teir fyrstu minuttirnar av
fyrra hálvleiki hevði HB
tamarhald á spælinum, og
hevði fleiri álop á TB mál-
ið, men mál kom einki. Tá
umleið eitt korter var
spælt var TB við í spæli-
num, ið gekk skjótt úr
máli í mál.
1—0
Hesa letuna royndi HB av
øllum alvi at scora, og
eydnaðist tað teimum tá
einir 26. minuttir vóru
farnir av dystinum. Álop-
ið fór igjøgnum í høgru
síðu, og var bólturin lyft-
ur høgt inn fyri málið.
Gordon sprakk upp, men
hann var ov stuttur, og
bólturin endaði hjá HB-
ara, ið setti hann í netið.
Fyrri hálvleikur
Tað, ið var eftir av fyrra
hálvleiki, gav einki mál,
sjálvt um fleiri málmegu-
leikar vóru til bæði liðini.
Teir seinastu minuttirnar
hevði TB yvirvág í spæl-
inum, og hålvleiksstødan
kundi lættliga havt verið
javnleikur, men HB fór til
hálvleik við eini 1—0
leiðslu.
2. hálvleikur
Ta leiðsluna TB hevði í
endanum av fyrra hálv-
leiki, hevð hevði HB nú
seinni hálvleikur byrjaði.
Ja, vit kunnu siga, at TB
varð pressað hesa letuna,
men enn einaferð eydnað-
ist tað tveramonnum at
koma fyri seg aftur, og
fingu teir so við og við
spælið at ganga meiri
javnt á bæði málini.
2—0
Í 20. minutti av seinna
hálvleiki okti HB leiðsl-
una við einum máli. Kári
og Sune áttu hetta málið.
Suni fekk bóltin á miðj-
uni, trekkir við honum,
sær at Kári er fríur inni á
miðjuni og avleverar (eg
meini hann var rangstadd-
ur), Kári leggur bóltin út
aftur til Suna, ið fer við
fullari ferð aftur móti mál-
linjuni og leggur so ein
lágan bólt inn fyri til
Kára, sum heilfluktaði
hann í netið, uttan møgu-
leika hjá Gordon at
bjarga.
TB ikki bast
Hóast HB var á odda við
tveimum málum, so mistu
TB ikki mótið, men tá sá
tað út til, at álopið hjá TB
fekk sin hvøkk av hesum,
og tey vandamiklu álopini
skolaðu nú móti HB mál-
inum.
Bólturin í netinum
Í 25. minutti hevur TB
álop i høgru síðu. Trond
trekkir móti málinum, og
komin inn móti brotsteig-
inum skjýtur hann bóltin
móti málinum. Henrik, ið
var rangstaddur), kom í
millum, og setti bóltin í
netið, men dómarin dømdi
Henrik rangstaddan.
2—1
Bert 3 minuttir seinni er
bólturin aftur í HB máli-
num. Hesa ferð er tað
Rólant, ið við einum góð-
um langskoti setti bóltin í
netið.
Spenningurin aftur
Nú kom rættuligur spenn-
ingur í aftur. Eydnaðist
tað TB at javna út?
Stokkut var gleðin, tí
bólturin fór enn einaferð í
TB- málið.
Kári og Sune
Í 33. minutti vóru Kári og
Suni aftur upp á spæl.
Hetta var eitt álop, ið var
gjøgnumspælt í høgru
síðu og var tað eftir bók-
ini. So avgjert vakrasta
málið í dystinum, og aftur
hesa ferð hevði Gordon