mikudagur 16. august 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Heðin Samuelsen:
sosialurin
Nr. 60 — 16. august 1978
Yvirtøka av skulafyrisitingini:
EIN »FUNNIN FRESSUR«
Eg droymdi eina nåttina,
at landsstyrismadurin i
skúlamálum, sum i
dreymaliki var bulmikil
eins og Åsbjørn Joensen
og langlimaður eins og
Finnbogi Isaksen (hevdið
átti Haldor Hansen av
legnari orsek), ringdi til
mín at boða frá, at lands-
stýrið á fundi hevði av-
gjørt, at tað var bannað
landsstýrismonnum at
reka lokalpolitisk áhuga-
mál, og at tað frá nú av fór
at fremja ein framtaks-
skapandi skúlapolitikk,
soleiðis at skilja, at teir í
fyrstu atlegu í samráð við
skúla- og vinnulívsfólk
stovnar, foreldur, lærarar,
næmingar v.fl. og í sam-
ljóð við nútíðartervin til
skúlaskap fóru undir at
leggja eina miðvísa ætlan
fyri menning av øllum
skúlaskapi um alt landið.
Henda ætlan skuldi so
setast í verk eftir ávísum
áramáli, soleiðis at øll
vistu akkurát, nær og
hvar nýggju tiltøkini fóru
at verða framd. Lagt varð
afturat, at eingin skúla-
spurningur var ov lítil at
koma til landsstýrið við,
at landsstýrismaðurin
uttan drál vildi seta seg í
samband við skúlarnar, tá
hann fekk varhuga av ella
kunnleika um ivaspurn-
ingar, at landsstýrið
regluliga vildi almanna-
kunngera alt, sum var
havt á lofti skúlamálum
viðvíkjandi, og at fundur-
in hevði avgjert, at eingin
spurningur til landsstýrið
mátti liggja ósvaraður
longri enn eina viku.
Hallelujarópandi
sprakk eg á føtur —
klokkan var 3.30 (á morg-
ni) — og ætlaði mær í
skundi at fara til arbeiðis,
upplyftur og uppfylltur av
fleirfaldaðari megi og á-
huga
Ringi hýrurin aftaná
uppvekingarhvekkin fekk
meg at hugsa um, at tað
ongantíð er hent meg tey
árini, eg havi starvast á
handilsskúlanum, at
landsstýrið ella annar før-
oyskur myndugleiki hevur
ringt ella á annan hátt sett
seg í samband við skúlan
at spyrja um ætlanir,
problemir 0.1. Tvørtur-
iméti hevur tað mangan
virkad sum eitt haft um
beinini
Hilmar Bech ringdi
Undurið hendi tó sama
kveldið. Ikki landsstýrið,
men Hilmar Bech, for-
maar i skúlanevnd løg-
ringdi og bad
i koma á fund at
<a:a hugsan um
álit og landsstýrisuppskot
viðvíkjandi yvirtøku av
skúlafyrisitingini. Sjáldan
havi eg verið so glaður, og
sjáldan havi eg verið við
til ein fund á so høgum
sakligum stigi sum tann,
vit høvdu dagin eftir við
skúlanevndina. Frá løg-
tingstjakinum um hetta
lógaruppskotið kendu vit
sjálvandi steðuna hjá
Hilmari, Óla, Jákupi og
Signari frammanundan.
Vit hevdu tí hálvavegna
roknað við, at teir fóru at
seta okkum spurningar,
sum kundu styrkja polit-
isku steðutakan hvers
teirra — men vit vórðu
slignir á nevið. Qll ivamål
vórðu vend og snarað við
sakligum spurningum og
sverum, grundað á einum
ógvuliga livandi áhuga og
ærligum vilja at fáa sum
frægast burturúr hesum
landsstýrisuppskoti, sum
uttan iva fer at fáa heilt
stórar avleiðingar — um
tað so verður samtykt ella
ikki.
Eingin teirra nevndu
skulu hoyra eitt ilt orð frá
mær um sjálva steðutak-
an teirra, antin hon verður
fyri ella ímóti uppskoti-
num, tí vit vita, at henda
stødutakan er grundað á
eini sera nærlagdari við-
gerð (teir hava soleiðis
m.a. havt fundir við onnur
enn okkum).
Onkur fær
ilt í búkin
Tað fer tó at undra okk-
um, um nakar legtings-
maður beinleiðis kann ha-
va nakað ímóti at sam-
skipa skúlaskapin. Parta-
politiskt er tað tó hugs-
andi, at onkur fær ilt í
búkin av, at tann føroyska
/danska nevndin hevur
megnað at fingið myndug-
leikarnar at tulka 8 9 i
heimastýrislógini so rúm-
liga, at fyrisitingin kann
yvirtakast á ein sera
greiðan hátt — uttan at
feroyska samfelagið skal
yvirtaka ekonomisku
byrðarnar av teimum
skúlum, sum ikki koma
undir føroysk sermál. Eis-
ini kann hugsast, at onk-
ur hevur so lítið álit á, at
føroyingar sjálvir kunnu
stýra skúlaskapinum, at
hann ella hon ikki torir at
atkvøda fyri.
Nógv verður
søplad burtur
Skúlasakliga sæð vilja
mær vitandi ell skúlafólk
| Krossteir
YVIRI VIÐ STROND 1
3800 TÓRSHAVN — TLF. 14600
hava eina samskipaða
fyrisiting av øllum tí før-
oyska skúlaverkinum.
Sjálvur eri eg ivaleysur í,
at vit kunnu fáa ein nógv
betri og — hvat ið nógv
ivast í — ein lutvíst nógv
bíligari skúla. Tann um-
skaring, sum í letuni er
millum skúlarnar í undir-
vísing, tænastuveiting-
um, lærarasetanum o.s.fr.
kostar ti danska og fer-
oyska samfelagnum ikki
so heilt fåar eyka milli-
ónir.
Upp aftur meira kostar
tað okkara samfelag at
hava ein skúlaskap, sum
als ikki hongur saman, og
sum í alt ov lítlan mun er
lagaður til hetta samfel-
agið.
Og nógvur peningur
verður eisini seplaður
burtur bæði beinleiðis og
óbeinleiðis við, at vinstra
hond ikki veit, hvat ið
høgra ger, t.v.s. at eingin
hevur eftirlit og yvirlit við
øllum ti føroyska skúla-
lagnum.
Fyri ikki at tala um tad,
sum søplad verdur burtur
av møguleikum og ar-
beidsmegi hjå ti einstaka.
Løgtingsmenn åttu at
fegnast um eina tilika yv-
irtøku. Um hon verður
framd, so fåa teir i fram-
tíðini eitt stødugt fram-
haldandi yvirlit yvir tað,
sum fer fram. Teir fáa eina
samlaða fíggjarætlan á
hverjum ári yvir, hverjar
ætlaninar eru, og hvat ið
tað kemur at kosta, t.v.s.
at teir koma at avgera
økonomisku gyrðingina.
Og gjøgnum uppskotna
landsskúlaráðið fáa teir
eftirlit við, at skúlin verð-
ur stýrdur eftir tí kós,
sum teir hava sett.
Hesin greinastubbi er
heldur kensluborin og ger
ti ikki krav uppá at vera
sakligur. Sum leiðari av
einum danskt skipaðum
skúla í einum føroyskum
samfelag, havi eg bert
viljað gjert vart við, at vit
síggja heilt stórar megu-
leikar í landsstýrisupp-
skotinum, bæði fyri hand-
ilsskúlan og alt skúlaverk-
ið — sjálvt um uppskotið
hevur fleiri lýtir, sum tó
ell kunnu lúkast burtur so
við og við.
Vælsignaðir gerið tó
skjótt av. Vit hverki orka
ella tola at bíða longur!
Vegna summarfrí
verður bilverkstaðurin stongdur frá
15. august til 18. september.
Fa. CARLO PETERSEN
Torfinsgøta
Telf. 11796
el kvalitets-kaffi
við »vinnbygdari« kaffidós
FISKIREIÐSKAPUR
gevur dreymi tygara eina hjálpandi hond
ABUÚ
AGENT ON THE FAROES
On
ensen
Fiskeredskaber
tann vidagitna
flugutrådan
Nýtið (- ES FLY LINES so alt ikki fer í fisk
Rogan of Donegal flugan ið bæði tygum
Fly Dressing Specialists
og laksinum dámar.