leygardagur 19. august 1978síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
lesarabrøv
Nr. 61 — 19. august 1978
Pressufrågreiding frå O
jaframa Marxist-Leninista
Mótmæla hersetingini av Tjekkoslovakia
Månadagin, 21. august,
eru 10 ár liðin síðan Sov-
jett hertók Tjekkoslov-
akia. Dagurin fer at verða
hildin um allan heimin fyri
at vísa samhug við tí
kúgaða tjekkiska fólki-
num, og til at visa and-
stygd fyri krigsherjandi
Sovjettsamveldinum.
Í Havn byrjar fundur
um innrás Sovjetts í Tjek-
koslovakia uppi við Sjón-
leikarhúsið klokkan 16.00,
har ið ein røda verður hild-
in. Gingið verður oman á
Vaglið, har ið reður verða
hildnar, upplestur verður
og Reyða Kórið syngur.
Tiltakið verður annars
lýst á tann hátt, at gøtu-
uppsleg standa á Vagli-
num og uppi við SMS,
sum greiða frá málinum.
Í 1968 hertók Sovjett
Tjekkoslovakia. Sovjett
vildi forða fyri, at tjekk-
iska fólkið slapp sær und-
an trældóminum, sum
Sovjett hevði bundið fólk-
ið til. Túsundtals hermenn
við tungum vápnum
floymdu yvir landið, og
enn — 10 ár aftaná —
standa stórir fremmanda-
herar í landinum.
Men hetta var bara
tann fyrsta av fleiri inn-
rásum, sum Sovjett hevur
framt síðan. Við sama
harðræði og somu ræðu-
leikum sum sjálvur Hitler
jagstra, pína og drepa teir
fólk í Angola, Etiopia,
Eritrea og ikki minst í sín-
um egna landi og ellum
Eystureuropa. Figgjarliga
mergsúgving fremja teir
móti fleiri londum, og nú
eru teir eisini komnir inn
um føroyska fiskimarkið
við sínum risastóra oyð-
andi fiskiskipaflota.
Nærri avtalur fara at
verða gjørdar millum før-
oyskar og Sovjettiskar
myndugleikar.
Men Sovjett hóttir øll
heimsins lond og fólk, tí
framum alt brynja teir seg
út til at taka heimsharra-
demi. Í ætlanini hjá teim-
um um hertøkuna av Eu-
ropu, hava teir i hyggju
fyrst av øllum at hertaka
Norður-Noreg og Føroyar!
Minolta XG2
XG-2 er »litlibeiggi« í nýggju rødini av Minolta fototólum.
Hetta er eitt elektroniskt, heilautomatiskt SLR-tól. Tú
kanst sjálvur velja millum blenduautomatikk ella manu-
ella stilling.
Allar stillingar verða eftiransaðar gjøgnum søkjaran
við fintfølandi LED-ljósdiodum. Sjálvútloysarin er av tí
nýggja slagnum, sum blinkar — í staðin fyri tann vanliga
útloysaraarmin.
XG-2 hevur elektromagnetiskan útloysara og elektron-
iskan afturlatara. Tíðin kann vara frá 1/1000 til 1 sek.
Kostnaður kr. 2580,
Eisini sera lagaligar gjaldstreytir
| PBE
be
Tlf. 11661 . Aarvegur 6 . 3800 Torshavn
Teir nyggju tsararnir i
Moskva hava somu stør-
veldisdreymar sum Hitler-
tyskland, og teir brúka
eisini somu ræðuligu
framferð: teir hótta við at
seta eld á heimin í einum
triðja heimsbardaga!
Vit heita á ell, um at
koma til fundin og gong-
una mánadagin fyri at
Vit gera lesarar okkara varugar við,
at treytin fyri at fáa lesarabrøv upp-
tíkin undir hesum teiginum er, at
blaðstjórnin veit, hver hevur skrivað
brøvini.
visa samhug vid tjekkiska
fólkinum, og eðrum fólk-
um og londum sum Sov-
jett kúgar, og fyri at vísa
andstygd fyri Sk
krigspolitikkinum, um
LG
Svar til »føroyskan
Tann 15/7 stóð ein fyri-
spurningur til okkara,
Feroyskar Sosialistar, í
Sosialinum. Spurt varð
um, hví vit loyvdu at fel-
agslimir brúktu blað okk-
ara, Framan, til ferðafrá-
sagnir frá Kuba, sum
spyrjarin heldur vera eitt
fasistiskt samfelag, og hví
tað í eini grein um
„Kvinnur í Sovjett< ikki
varð nevnt hvussu nógvar
kvinnur, ið sita í Ovastu
Sovjettini.
Tá spyrjarin nevnir
greinina >Kvinnur í Sov-
jet< eina »hallelujagrein«,
sum helst merkir, at
greinin lovprisar viður-
skiftunum, so hevur hetta
onki við veruleikan at
gera. Tverturímóti ávisir
greinin, at hóast offisielli
politikkurin miðjar ímóti
veruliggering av lógar-
festu javnrættindunum,
er enn langt á mál. Nógv
dømi um hetta verða
nevnd, og tað verður und-
irstrikað, at misjavnin er
sterstur í politiska topp-
inum. Til demis verður
nevnt, at bert ein kvinna
hevur sitið í Stjórnini,
sum er dagliga leiðslan av
statsapparatinum, tey
seinastu tjúgu árini, og at
ongin kvinna situr íPolit-
bureaunum, sum er dag-
liga leiðslan av Kommun-
istiska Flokkinum. Tá
misjavnin er sterstur í
toppinum, mugu vit ganga
út frá at viðurskiftini eru
frægari í Ovastu Sovjett-
ini, og tað er helst tí, at
hon ikki er tikin sum
demi.
Grundin til at spyrjarin
heldur tað vera skeivt at
brúka Framan til ferðafrá-
sagnir úr Kuba er, at
hann/hon meinar, at
Kuba er fasistiskt, og at
kubanarar >drepa og kúga
frælsisrerslur i Eritrea«,
istadin fyri »at loysa få-
tækradømid heima«.
Tad er ongin grund til
at vidgera ein so vitleysan
påstand, sum at sosialist-
iska Kuba er fasistiskt,
men heldur til at mæla
spyrjaranum til at royna
at finna útav, hvat sosi-
alisma og fasisma er fyri
nakað.
Júst Kuba er eitt fyri-
myndarligt dømi um, at
sosialisman er einasta
loysnin fyri menningar-
londini. At Kuba enn er
eitt fátækt land er ongin
ósemja um, men í Kuba er
tað eydnast at vinna á
hungri, analfabetismu og
ødrum fyribrigdum, sum
annars herja menningar-
londini og i ein vissan mun
eisini hægri ment kapital-
istisk lond.
Vidvikjandi Eritrea er
at siga, at Kuba ongantíð
hevur luttikið í nøkrum
stríði móti eritreanskum
frælsisfylkingum. Tvert-
urímóti! Í tey knapt fimt-
an árini sum gingu áðrenn
hesir sokallaðu sosialistar,
sum nú hava úr at gera við
at fordema Kuba, upp-
dagaðu eritreanska fræls-
isstríðið, var Kuba ein av
grundstuðlunum hjá
eritreansku frælsisfylk-
ingini.
um stutta tíð kann raka
okkum feroyingar. Í sama
sambandi fer fram inn-
savning av undirskriftum
til at mótmæla herset-
ingini av Tjekkoslovakia.
sosialist«
At internationala aftur-
haldid hevur sæd ein fyri-
mun i, at spreida lygnir
um antiimperialistiska
innsatsin hjå Kuba er ein
onnur søgu. Men Men tað
er syrgiligt, at fólk, ið
nevna seg sosialistar,
stuðla afturhaldinum í
hesari kampanju. Tían-
verri er hetta onki eindømi
um, at > imperialistisk
spjadingartiltøk eydnast,
bert tey í nóg stóran mun
útnytta teir smáborgar-
ligu, antikommunistisku
fordómar, sum eisini finn-
ast millum fólk, sum
nevna seg sosialistar.
Ongin skal ivast i, at vit
ógvuliga gjarna upplýsa
um viðurskiftini í sosial-
istiska Kuba og um tann .
antiimperialistiska
politikk, sum Kuba rekur.
Tað er neyðugur luturí
einum konsekventum so-
sialistiskum politikki.
fyri FS
Torfinnur Mortensen
**xx
Mótmælið bussunum
Eg vil gera ellum tað nóg
greitt, at eg mótmæli øll-
um ætlanum um bussrut-
ur í Havn, tí tað finst
einki grundarlag fyri, at
bussrutur kunna gerast
ein veruleiki, hvørki figgj-
arliga ella á annan hátt.
Nú royndarkoyrdu meira
enn 500 fólk, meginpart-
urin bern, tær tríggjar
bussruturnar við tveimum
bussum og aftaná hesar
royndarkoyringarnar
hava vit framvegis einki
prógv fyri, at havnarfólk
veruliga vilja gera nýtslu
av bussrutunum í Havn.
Vit hava havt fleiri
bussrutur fyri nøkrum ár-
um síðani við tveimum
bussum, sum tveir kendir
havnarmenn skipaðu fyri.
Og hóast teir koyrdu
bussruturnar í fleiri ár, so
prógvaðu teir, at tað var
einki fíggjarligt grundar-
lag fyri at bussruturnar
kundu halda áfram. Veru
leikin var jú tann, at hóast
vit tá ikki hevdu nærtil so
nógvar privatbilar sum í
dag, so vildu havnarfólk
ikki gera regluliga nýtslu
av bussrutunum, sum, tó
vóru fleiri í tali. So allar
útrokningar og metingar
hjá samferåslunevnd løg-
tingsins eru skeivar og
heilt burturvid, ti eg eri
heilt visur i, at bussrutur-
nar ikki koma at verða
regluliga nýttar av havn-
arfólki og tær fara at geva
undirskot og harumframt
kunna tær koma at nerva
aksturvinnuna í Havn.
Tá fyrrverandi bussrut-
ur í Havn ikki hava verið
eitt hent tiltak, so eru tær
tað heldur ikki í dag.
Tað skal eisini verða
sagt, at tað er stór
skomm, at havnarfólk ikki
klára at spáka meira enn
50 metrar uttan at nýta
privatbil.
Hans Birgir Hansen