Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-08-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. august 1978síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 sosialurin CITROENAGS — ein bilur í serklassa At framleiða ein nýmótans bil er ikki so lætt, sum ein kanska heldur i fyrstu syftu, tá ein sær GS-modellini. Tað hevur tikið nógv ár at framleiða hesi modellini. Neyðugt hevur verið at gjørt nógvar royndir við ymsum sløgum av stellum, motorum o.ø. Men Citroén hevur sjálvandi ikki sligið seg til tols við tí góða úrsliti, sum GS higartil hevur givið. Ein hópur av teknikarum arbeiða framvegis við at gera bilin enn betri. Teir flestu serfrødingarnir halda, at Citroén GS hevur so nógvar hentleikar, og er so góður og tryggur at koyra í, at hann ikki bert er kappingarferur við aðrar og dýrari bilar, men eisini nógv betri. Citroén GS er betri útbygdur enn aðrir bilar. Hetta kemst fyrst og fremst av teirri serligu hydropneumatisku fjarðaskipanini og teimum automatisku hæddarkorrek- tørunum, sum tryggja, at hæddin yvir vegnum altíð er tann sama — líkamikið um tað er eitt ella fleiri fólk í bilinum. Citroén uppfyllir sum heild øll tey krøv, sum í dag verða sett til ein nýmótans bil: Hann er lutfalsliga bíligur, bíligur í rakstri, og er ein royndur og tryggur bilur, sum bæði viðvíkjandi innrættningi og í koyring er á odda í sínum klassa. Út frá hesum er lætt at skilja, at tað longu eru 1,5 milliónir GS'arar í Europa. At nógvar fyritøkur velja ein GS'ara til firmabil vísur bert, at GS modellini eru í serklassa bæði í góðsku og prísi. Tygum hava meguleika at velja millum sjey ymisk modellir. Minnist til, at ikki fyrr enn tygum hava roynt GS-modellini, kunnu tygum tosa við um, hvussu góð tey eru.