mikudagur 23. august 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 62 — 23. august 1978
B36—TB 0—2 (0—1)
Vedrid var kediligt
og dysturin var vånaligur
Ein skuldi ikki trúð at tað eina av liðunum var oddalid,
ein skuldi heldur trúð at tey als ikki leiktu í fyrstu deild
Ikki vóru tað nógvir á-
skoðarar, ið høvdu leitað
sær niðan í Gundadal
seinasta sunnudag at
hyggja at dystinum í fyrs-
tu deild millum B36 og
TB, men teir, ið høvdu
funnið vegin niðan, vóru
óiva spentir at síggja
henda dyst. Sum kunnugt
hevur B36 tey seinastu ár-
ini klárað seg avbera væl
móti TB í Havn, teir hava
jú fingið javnleik, og
hesaferð visti ein av, at
neyðugt var at vinna hjá
TB, um meguleikarnir fyri
at gerast meistarar í ár
skuldu varðveitast og B36
mátti royna at koma upp
úr tí aldudali teir, leikliga
sæð, hava verið í, at kalla
alt árið.
Leikbyrjan
Leikurin byrjaði við var-
ligum spæli frá báðum
pertum uttan nakað mál-
skapandi spæl, men
royndu TB framherjarnir
tó at skjóta langt úti frá,
men gav hetta tó ikki
nakað úrslit, tað var eins
og teir als ikki vóru vanir
at skjóta langskot.
Í hinum endanum
royndu B36 framherjarnir
hvat teir kundu, men ikki
gekst teimum petti betur,
um tað eydnaðist at koma
gjøgnum verjuna, so var
Gordon klårur, men var
tað ålikavæl eins og B36
framherjarnir vóru meira
málsóknir, enn teir hjá
TB, men einki spurdist
burturúr.
TB á odda
Tá 17 min. vóru farnir av
dystinum, eydnaðist tað
TB at leggja seg á odda.
Hetta hendi, tá TB fekk
hornaspark í vinstru síðu.
Hornasparkið kom væl
innfyri, á hevdið á einum
TB-leikara og til Jens Jo-
hannesen, sum nú er flutt-
ur fram á plássið hjá Hen-
rik Thomsen, ið er farin av
landinum. Jens, ið var
staddur í hegru síðu av
málteiginum, legði seg
afturyvir og fluktaði bólt-
in uppundir nettakið til
1—0. Eitt sera vakurt
mál, ið Bjarni als ongan
meguleika hevði at
bjarga.
B36 møguleikar
Ein roknadi vid at hetta
mál hevði sissað TB-spæl-
ararnar so mikið, at teir
fóru at finna gamla spæl
teirra fram aftur, men so
varð ikki. Ístaðin var tað
B36, sum hevði teir sters-
tu meguleikarnar.
Í 21. min. fær Leo Poul-
sen bóltin beint uttan fyri
brotsteigin, tá Gordon
kiksar eitt útspark, men
Leo trekkir ov oftani og
misnytir hann hetta
megnartilbod og skjytur
langt við síðuna av mål-
inum.
Men bert 10 min. seinni
fekk B36 eitt enn størri
tilboð. Andreas Vatnham-
ar trekkir einsamallur i-
gjøgnum i høgru síðu og
avleverar inn til viðspæl-
ara, ið verður ov hart
taklaður og ivast dómarin
Jógvan (Egga) Jensen
ikki, men demir brots-
spark
Regin Olsen varð settur
at skjóta brotssparkið,
men endaði skot hansara
við síðuna av málinum, so
at eisini hetta megnartil-
boð varð »brent.«
Bert minutt seinni fekk
B36 triðja risameguleika
sín á rað, tá Gordon fer út
á sjálvan brotsteigin eftir
einum hegum bólti, og
glíður hann út um, men
hevur bóltin inni í brots-
teiginum, men hetta sær
Egga ikki og dømir ti fri-
spark til B36 á sjálvum
brotsteiginum. Triggir
B36'arar stilla upp, men
loypa allir yvir bóltin og
skjýtur ein fjórði. Bóltur-
in fór fram við verjugarð-
inum og dygst inn við
høgru málstong, sum
Gordon var knappur og
tveitti seg og fekk sligið
bóltin út til horna.
Sostatt var eisini triðji
risameguleikin misnýttur.
Seinni hálvleikur
Seinni hálvleikur var bert
1 min. gamal, tá tað eydn-
ast Ásmund Nolsøe at
skora sigursmálið fyri TB.
Hetta hendi, tá hann fekk
eina sera vakra avlevering
úr vinstru síðu og headaði
hann av málteiginum í
einum bleytum boga inn í
málið til 2—0. Hetta mál-
ið kann sanniliga sigast at
vera eftir bókini.
Vánaligt
Teir seinastu 44 min.
gjørdist sera keðiligir fyri
okkum áskoðarar, veðrið
var vánaligt og teir 22
leikararnir gjørdu lítið og
einki fyri at lætta okkum
um hugnan. Skeivar av-
leveringar, skilaleyst spæl
og vánaligur fótbóltur.
Ein skuldi ikki trúð at tað
var odda- og botnliðið
sum hittust; sum tey bæði
spældu í seinna hálvleiki,
skuldi ein als ikki trúð, at
tey leiktu í 1. deild.
At tað var tað rætta
itrottur
liðið, ið vann, er einki at
ivast i; sum heild leikti TB
væl betur, men tað er
sjáldan, at eitt lið >brenn-
ir« so nógvar upplagdar
málmeguleikar, sum B36
gjørdi í fyrra hálvleiki.
Hvat áskoðararnir hildu
um dystin, kann væl best
lýsast við teimum orðum,
ið ein nýtti aftan á dystin:
„Einasta góða við at
koma at hyggja at einum
tilikum dysti er, at so fær
ein hóast alt fríska luft«.