mikudagur 23. august 1978síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Funnu ongan veiðitjóv, men
russar við kavbáti uppá sleip
— Marinusteðin veit onki um trupulleikarnar hjá teimum
rjuskipid Fylla leyg-
arkvøldid var á fiski
markseftirliti sunnanfyri
oyggjarnar, kom tað, ein-
ar 100 fjórðingar úr landi,
fram á nøkur russisk skip,
sum sleipadu ein kavbåt
Vita onki
hvi og hvar
Fyri at ansa eftir, at russ-
arnir, sum vóru á veg
norðureftir, ikki fara inn
um feroyska sjómarkið, 3
fjórðingar úr landi, hevur
Fylla síðani fylgt við
russisku skipunum. Men
rin gongur seint og
iddegi í gjár vóru skip-
stedd 10 fjórðingar
eystanfyri Fugloynna. Tá
vóru umframt tveir sleipi-
bátar og Fyllu trý russisk
krigsskip hjá kavbát-
inum
Á Trapputroðni..
Færøernes kommando
upplysir, at teir onki vita
um, hvi russiski kavbåt-
urin verður sleipaður ella
hví sleipingin gongur so
seint. Teir vita heldur
ikki, hvar sleipingin er
byrjað og hevdu ongan
kunnleika til hana, fyrr-
enn Fylla kom fram á
skipini leygarkveldið.
Teimum er heldur ikki
kunnugt, hvi russarnir
sigla so tætt tætt framvið
Feroyum, men tað er
møguliga fyri at vera í livd
av oyggjunum. Hvagar
leiðin gongur hjá russ-
unum veit heldur ongin
uttan teir sjálvir.
Færøernes Kommando
leggur tó dent á, at her er
ikki talan um nakað óvan-
ligt, men bert um eina
sleiping.
Hvussu ber tad til, at
eingin mótmælir, at
kinesisku kommunist-
arnir mótmæla innrás-
ini í Tjekkoslovaki-
num?
Ársfrágreiðingin frá
Heilsuskaðiligu
Starvsstovuni, fyri ár-
ini 1976/77, sum skuldi
koma út til ólavseku er
seinkað eitt sindur or-
sakað av vatnspurn-
inginum í Ovaru Hoy-
delum. Teir rokna við
at fáa hana lidna til
jólar, so tá fáa vit at
vita, um appelsinirnar,
sum vit ótu í vár vóru
vandamiklar, um
grindin, vit hava etið í
summar hevði ov nógv
kyksilvur og um vatnið
í Ovaru Hoydelum er
ov sterkt til at vaska
sær í.
Færøernes kommando hevur ikki havt samband við russarnar, men teir meta ikki
hendingina vera óvanliga á nakran hátt
Tá man vatnið í Hoy-
delum vera ringt, um
tað í Havnini er fræg-
ari.
*
Orsøkin til at hasin
russiski kavbáturin
fekk maskinskaða var,
at hann noyddist so
langt inn í taran fyri at
hoyra, hvussu sam-
bandsmenninir spiltu
russararnar út í løg-
tinginum herfyri.
*
Frá komandi kapping-
arári er ætlanin at lata
Dómsnevndirnar legg-
ja kappingarskipan-
irnar til rættis.
*
Maskinskaðin hjá has-
um russiska kavbát-
inum var orsakaður av,
at hann hevði fingið
tara um skrúvuna.
Sendi
neyðrakett
av Vágsheyggi
Um hálvgumeitt tíðina
sunnumorgunin fekk
politiid í Klaksvík frá-
boðan um, at ein neyð-
rakett var at síggja
yvir býnum. Pride,
sum lá í Klaksvík, varð
sendur út á fjerðin at
leita. Men nærri kann-
ingar vístu tó, at ra-
kettin varð send av
Vágsheyggi og ikki frá
einum báti í havsneyð.
Politiið hevur hoyrt um
ein mann, sum hevði
eina neyðrakett við sær
í dansin leygarkveldið.
Eg havi hoyrt, at or-
søkin til, at vatnid i
Tórshavnar uttan-
biggjar kommunu er so
sterkt, er, at ein maður
hevði sett sær heima-
bryggj í brunnin til
ólavseku, men hevði
gloymt tað.