leygardagur 9. september 1978síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
A
A —
Nr. 67 — 9. september 1978
sosialurin
Sjúkrakassalimir!
Limir, ið fara til ella boðsenda lækna, mugu
visa fram gyldugt limaprógv um so er, at
sjúkrakassin skal gjalda læknahjálpina og
meguligt medisin. Limir, ið skylda út um 2
mánaðir fáa ikki hjálp frá sjúkrakassanum.
Er talan um telefonvidtalu, skal lima-
nummar uppgevast. Verður limanummar
uppgivið og viðkomandi er í eftirstoðu út um
nevndu 2 mánaðar, heftir sjúkrakassin ikki
fyri gjaldi av læknahjálp og medisini.
Læknahjálpin frá sjúkrakassanum er van-
liga avmarkað til dagarbeiðistíðina hjá lækna
og serligar reglur eru galdandi uttan fyri hesa
tid og eru tær hesar, samb. $ 11, nr. 3 b:
Samsýning fyri læknahjálp, sum er um-
biðin fyrstu fimm gerandisdagar millum
kl. 16 og kl. 8 somuleiðis leygar-, sunnu-
og heiligdagar, kemur ikki sjúkrakassa-
num við, men skal verða goldin av lim-
inum sjálvum. Undantikin er tó lækna-
hjálp í teim førum, tá limur knappliga
verður sjúkur ella versnar tá vanlukka
hendir ella í barnferð, har viðgerð er bráð-
neyðug.
Allir sjúkrakassalimir eru bundnir til tann
lækna tey hava valt, ella um bert ein lækni er
i læknadøminum, so til hansara. Einasta
undantak frá hesum er smb. hevuðssam-
tyktina hetta:
Kassin rindar fyri sjúkrahjálp, sum limur
hevur fingið aðrastaðni i Føroyum, um hann
brádliga verður sjúkur, meðan hann fyribils
er staddur uttan fyri kassans mark.
Er ikki talan um brádliga ákomna sjúku,
so má viðkomandi sjálvur gjalda lækna-
hjálpina.
Fyri læknahjálp sum sjúkrakassin skal
gjalda, og sum er farin fram uttanfyri dag-
arbeidistidina ella um limur hevur verið hjá
lækna uttanfyri læknadømi sitt, skal gjald-
ast eftiransingargjald, sum nú verður hækk-
að til 5 kr. fyri viðtalu og 10 kr. fyri at
boðsenda lækna. Gjaldið krevur sjúkrakass-
in inn.
Frá 1. oktober 1978 hækkar limagjaldid
fyri B-limir við 5 kr. um mánaðan í øllum
sjukrakøssum í landinum.
Vegna allar sjúkrakassar
MEGINFELAGIÐ
Bókakassar
Landsbókasavnið sigur frá, at bókakassar við
35—40 bókum í hverjum — til vaksin og/ella
børn — fáast ókeypis til láns frá Landsbóka-
savninum. Bygdir, har eingi bókasevn eru, hava
frammihjårætt. Tann, ið hevur bókakassa undir
hond, eigur at geva ødrum í bygdini høvi til at
læna bekurnar.
Tilfarið í barnabókakessunum er nýtiligt sum í-
skoytislestur í fólkaskúlanum.
Ben um bókakassa verður at senda Lands-
bókasavninum, postbox 61 í Havn, so skjótt sum
til ber.
Bern og vaksin kunnu eisini læna beinleiðis hið-
ani. Vitjið inn, skrivið ella ringið!
Vit senda eisini bókalistar út á bygd, tá biðið
verður um teir.
LANDSBÓKASAVNIÐ
box 61 — tlf. 11626
Opið: 09—12, 13—19, leygardag: 09— 12
D
| g TRADE
á Pr
RLINE
SS in— =
Vit ferma
hvenn mánadag og týsdag
hvenn mikudag
hvenn hósdag
. hverja viku í Larvik
. hverja viku í Álesund
3. hverja viku í Sandnes
. hverja viku í Blyth
í Álborg
í Halmstad
í København
(næstu ferð 11/9>
(næstu ferð 14/9)
(næstu ferð 13/9)
(næstu ferð 15/9)
til Føroyar
Frystikontainarar eins væl og
vanligir kontainarar eru tøkir
AVGREIÐSLUR:
Chr. Jensen, tlf. 122566 Álborg
A/s Traderline, tlf. 203311 København
Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad
Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik
J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund
T. Schancke Olsen, tlf. 66028 Sandnes
W. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth
PARTAFELAGIÐ
BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TÓRSHAVN
STAR SHIPPING
Vit ferma
til Føroyar
hvønn hosdag
hvønn friggjadag
i Drammen adruhvørja viku
i Halmstad adruhvørja viku
i Ålesund tridju hvørja viku
i Sandnes tridju hvørja viku
i Keypmannahavn
i Ålborg
(næstu ferð 11/9)
(næstu ferð 14/9)
(næstu ferð 9/9)
(næstu ferð 15/9)
Vanligir kontainarar
og frystikontainarar eru tøkir
AVGREIÐSLUR:
København:
DFDS A/S
Sankt Annæ Plads 30
1295 København K
Telefon: 01)156300 Telex: 19435
Góðsavgreiðsla: Sluseholmen
Alborg:
E. A. Bendix & Co. A/S
Nyhavnsgade 9 (box 651)
9100 Aalborg
Telefon: 08) 138300 Telex: 69643
Esbjerg:
DFDS ekspedition
Englandskajen
6700 Esbjerg
Telefon: 05121700 Telex 54151
Halmstad:
AB Th. Schéle
Bredgatan 2 (box 92)
30102 Halmstad
Telefon: 035)100440 Telex: 38100
Drammen:
Seeberg & Nielsen Ltd. A/S
P.O.Box 667
3001 Drammen
Telefon: 02)818180 Telex: 18772
Alesund:
Mørerutene A/S
6001 Ålesund
Telefon: 23313 Telex: 42738
Sandnes:
T. Schanche Olsen
Telefon: 66028
Trondheim:
B. S. Shipping Co
Havnegaden 9
Telefon: 20088
Partafelagið
STAR SHIPPING
Síða 13
brúkarateigurin
Merkingin
av
íslendskum
seydakjøti
Um stutta tíð verður
vónandi aftur gott og
bíligt íslendskt seyða-
kjøt at fáa. Hóast før-
oyska kjetið í flestu
førum so avgjørt er
betri til turkingar, so
er tad islendska fult so
gott og stundum
stundum kanska betri
til at steikja og kóka
feskt. Prismunurin
hevur eisini verið
rættiliga stórur og av-
gerandi í vanliga hús-
arhaldinum.
Hóast føroyska
seydakjøtid meira er at
rokna sum ein luxus-
vøra i dag heldur enn
vanligur døguråamat-
ur, so letur ikki til at
tað verður framleitt
nóg mikið av tí til
heimamarknaðin. Nak-
að annað er, at sølan er
rættiliga ofyriskipad
og kjetið er hvørki
flokkað ella merkt á
nakran hátt sum t.d.
íslendska kjetið og
annars kjøtvørur úr
flest øllum ødrum lond-
um. Í Feroyum vantar
framvegis ein mat-
verulóggáva, sum BF
fyrr hevur vist á.
BF hevur fingið fyri-
spurning frá fólki um,
hvat teir ymsu stavir-
nir og merkini á is-
lendsku seyðakropp-
unum hava at týða. Vit
skulu tí nýta hevi til
her at endurgeva merk-
ingarnar eftir teimum
upplýsingum vit hava
fingið frá samskipaða
islendska framleiðslu-
og selufelagsskapinum
SÍS:
Uppi í hverjum krovi
hongur ein merkisseðil.
Á aðrari síðuni skal
standa ein váttan frá
íslendsku heilsumynd-
ugleikum. Á hinari síð-
uni stendur SAM-
BAND. PRIME ICE-
LAND LAMB — sum
er óneyðugt at týða.
Síðani nakrir stavir
t.d. KHB, sum standa
fyri navni sláturvirkis-
ins. Tey sum vanliga
síggjast á kjeti, sum
kemur hendan vegin
eru:
KHB = Kaupfélag
Héraðsbúa, Egilssteð-
um, KVV = Kaupfélag
Vopnfirðinga, Vopna-
firði, KASK = Kaup-
félag Austur-Skaftfell-
inga, Høfn, KL =
Kaupfélag Langnes-
inga, Þórshøfn.
Undir hesum stavum
stendur so eitt tal:
6 merkir at kjetið er
fyrsta flokks og vigar
upp til 12,5 kg.
2 merkir at kjøtid er
fyrsta flokks og vigar
13 til 16 kg.
8 merkir at kjetið er
fyrsta flokks og vigar
16,5 til 19 kg.
4 merkir at kjetið er
fyrsta flokks og vigar
19,5 til 22,5 kg.
Stendur eitt X aft-
urat nummarinum,
merkir tað „annar
flokkur«, XX merkir
»tridi flokkur«
Brúkarafelagið
TIf. 11820—14720