Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. september 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 . 11820 box 76. 3800 Tórshavn Føroya Javnadarflokkur Tørfinn Smith Vilhelm Johannesen (åbyrgd) Høgni Djurhuus Johann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Utgevari: Fyritaksstjøri: Bladst jori: Bladmenn: Lysingar: Uppseting: Prent: Dimmalætting Sosialistiskan politikk TAD ER einki vanligt uppundir val, at menn draga fram síni sjónarmið og meira hvassliga enn annars leggja til brots og eisini meira hvassliga enn annars vísa aftur at- finningum og rongum frásagnum í politiska tjakinum. VIT ERU eftirhondini øll so von við, at síggja hurlivasar av einkisigandi pástandum og háls- og halaleysum greinum um bæði líkt og ólíkt. EIN, ELLA tann størsti delitanturin á hesum palli, er núverandi formaður í sambandsflokkinum, hann sum skrivaði nú ein dagin, at sambands- flokkurin ikki vildi fara í landsstýrið við Javnaðarflokkinum, tí javnaðar- flokkurin vildi reka javnaðarpoli- tikk. Hann sum skrivar, at javnað- arpolitikkur er tað sama sum Glistrupspolitikkur, tá vit øll vita, at tann einasti flokkurin á tingi, sum í dag kann líknast við henda politikk, er sambandsflokkurin. TAÐ REINGIST ikki, at javnaðar- politikkur er tann einasti, sum gjøgnum allar tíðir hevur havt grundleggjandi samfelagsmál á skránni, og at henda stevna hevur ført til, at øll Norðurlondini hava eina samfelagsskipan, sum tryggjar øllum so toluliga trygg kor, einasti flokkur, sum hart og tyduliga hevur sagt, at eingin skal líða neyð av sjúkuávum ella av tí, at arbeiðsloysi hóttir — og einasti flokkur, sum veruliga hevur víst vilja til at loysa hesi málini. OG SO má sambandsflokkurin fyri okkara skuld siga so nógvum hann vil frá, at sosialistiskan politikk vilja teir ongantíð føra, tað er nakað vit altíð hava vitað. TÍ MÁ tað vera meira enn hættisligt at leggja slíkum flokki ta ábyrgd á herðarnar, at hann kemur at skula standa fyri landsins stýri, tí tað er slíkur flokkur als ikki mentur ella førur fyri at gera til lítar. A ————— SE sosialurin eee Tað skal valdast Få Leygardagin 9. september verður spurningurin um einkjupensjón >við- gjørdur« i Dimmalætting — og Sambandsflokkurin bidur teg minnast hvør tað var, sum feldi uppskot- ið um »endurgjald til tær einkjur, sum mistu pensj- ón orsakað av, at tær vinna sær pening fyri ar- beidi«. Og Sambandsflokkurin sigur so, at m.a. Javnad- arflokkurin feldi uppskot teirra um endurgjald fyri mista pensjón. Men hetta er ósonn pro- paganda, sum einki hevur við veruleikan at gera. Sambandsflokkurin hevur ongantíð sett nakað uppskot fram um at broyta einkjupensjónina, so reglurnar um niður- skurð av einkjupensjónini Nr. 69 — 16. september 1978 eru broyttar. Flokkurin setti eitt uppskot til figgjarløg- tingslógina 1975/76 um at avseta kr. 300.000, — sum meirhjálp til einkjur. Men hetta var eitt skot út í tóman heim. Um sambandið setur ongantíð so stór uppskot fram um avsetingar á figgjarlogina, broytast reglurnar um endurgjald til einkjur fyri mista pen- sjån ikki av hesum. Men tað sum tå var i umbúna, sum hent er, er hetta: Landsstyrid samråddist vid rikisstyrid um broyt- ingar í sosiallóggávuni m.a. viðvíkjandi einkju- pensjónarreglunum. Uppskotini frá lands- stýrinum taldu eina meir- hjálp uppá uml. kr. 3.000.000 (3 miljónir) til lesarabrøv Søguhurlivasi I 14. leygardagin skrivar Hans J. Debes um sein- astu nyskapanina i okkara politiska hurlivasa. Her- undir verður sagt, at tað mundi vera útróðrarverk- fallið i 1975, sum førdi til stovning av ráfiskagrunn- inum. Hetta er heilt skeivt. Login um råfiskagrunn var samtykt áðrenn nakað verkfall. Hon var lýst 5. mai sum verkfallið byrjaði seinast í mai. Grunnurin byrjaði sítt virki undir verkfallinum, men tað var tí, at í lógini varð sagt, at grunnurin skuldi byrja virki sítt 15. juni, og tá var tilvildarliga verkfall. Veruleikin er tann, at einasta úrslitið av verk- fallinum var ein tidarav- markað viðbót til brosmu, longu og upsa. Her skuldi gevast eitt ávist tilskot í 3 mánaðar. Annað úrslit var tilsøgn um stuðul til eina fiskaselu, um haldgott grundarlag var fyri slík- um. ØIl vita, at hóast alt reyp frammanundan, so hevur ikki eitt orð verið at frætt síðan um hetta. Men sum sagt: Ráfiska- grunnurin var als ikki eitt úrslit av nevnda verkfalli. einkjurnar, (»uppskot« sambandsins kr. 300.000, —). Logarbroytingarnar sum landsstyrid fekk sam- tykt føra nu vid sær, at einkjur, sum hava børn undir 18 år at forsyrgja, eiga rætt til einkjupensj- én, sum frå 1. oktober 1978 er kr. 2.632,00 + kr. 361,00 fyri hvert barnið undir 18 ár. Henda pensjón var frammanundan kr. 1.855,— + einkjubarna- peningurin. Tað, sum er gjørt við" tann partin av einkju- pensjónini, sum viðvíkur at minka um niðurskurðin - av pensjónini, um einkjan hevur fortjenastu um- framt pensjónina, er at landsstýrisuppskotið um at broyta hesar reglur, so- merkingar leiðis at niðurskurður av einkjupensjónini kom at virka seinri enn nú, so telur eina meirhjálp til til einkjur uppá kr. 600.000,—. Herumframt eru treyt- irnar fyri at fáa einkju- pensjón munandi broytt- ar, kravið um at ein einkja skal hava fylt 45 ár og vera forsyrgjari at 2 bern- um, fyri at koma undir einkjupensjón, er burtur- tikið. Munur er á at bera skeiv tíðindi út millum fólk — og so at reingja veruleikan. Tað skal vald- ast. Jákup Lindenskov Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upp- tikin undir hesum teiginum er, at blaðstjórnin veit, hvar hevur skrivað brøvini. Varid tykkum Vit hoyra nu, at ætlanin er ikki bert at taka Smyril frá okkum um summarið, men, gud hjålpi okkum, eisini i vetur. Eitt skulu vit siga tykkum, varið tykkum við at gera hetta! Vit eru nógvir suðring- ar, ið ikki sleppa í week- end fyrrenn leygardag og taka tit nú aftur Smyril frá okkum, skal tað kosta tykkum dýrt! Tað stenur val fyri durum! Men tó eiga vit ein góð- suðringur, og tað er løg- maður. Hann er okkara álit og javnaðarmaður. Vit líta á hann, at hann ikki sleppur okkum upp á fjall. Ti, um Smyril ikki siglir innanoyggja um veturin, so mugu vit held- ur gevast við at arbeiða í Havn. Ti ikki at síggja familjuna allan veturin, tað gera vit ikki, so nú fáa vit at síggja! Suðringar, fjórðinginum. Navn: Bústaður: XX an mann, sum sjálvur er sum arbeiða í Havn til -1 i i 5 UDE ' IKA Undirritaði teknar seg sum É haldara av Sosialinum og fær -—= z på . z Opostad hann ókeypis restina av års- SOSÍNA RIN rindar postgjaldið 4 sosíalurin #- Postbox 76 == 3800 Torshavn Kannað posihusinum áð á 15 RD R ARE 11) 7 mM FNS