Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. september 1978síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 dagbókin Gudstænastur Havnar kirkja: Hans J. Joensen; Vesturkirkjan: Kjartan Merkere; Argir: Hegni Poulsen; Sjóvar kirkja: Martin R. Jacob- sen; Fuglafjørdur: Torkil Beder, altargongd; Ritu- vík: Jóhs. Follend, altar- gongd; Langasandur: Pet- ur Petersen, i skålanum kl. 12; Sandavågur: David Johansen; Sandur: Bergur Jacobsen kl. 11; Skopun: Bergur Jacobsen kl. 12; Hvalba: Johann Weihe kl. 11; Famien: Jóhann Weihe kl. 19; Sumba: Elsa Funding kl. 12; Leiti: Elsa Funding kl. 18. Prógv sum bókavørður Martin Næs, Tórshavn hevur á Danmarks Biblio- tekskole, tikið prógv sum bókaverður. 25 ár í starvi Í dag hevur Dánjal Mort- ensen, skrivstovustjóri starvast í Feroya Banka í 25 ár. Fødingardagar I dag verdur Elsa Holm- sund, Froðba, 70 ár. hon er á sjúkrahúsinum á Tveroyri. Í dag verður Friðrik Heinesen, Klaksvík, fyrr- verandi skipari á »Mås- anum<, 70 ár, hann er burturstaddur feðingar- dagin. Brúdleyp Í dag giftast á Tveroyri Annie Sørensen, Øravik- arli og Beinur Debes, Froðba Navnaskifti Torkil Petersen, Argir, hevur fingið loyvi til at broyta eftirnavn sítt til: við Sandá. Bridge-aðalfundur Eysturoyar Bridgefelag heldur aðalfund í Getu skúla mikukveldið 20. september kl. 19.15. Hevi verður at tekna nýggjar limir á aðalfundinum. Føroya Ridingarfelag eykaaðalfund Mánakveldið 18. septem- ber verður eykaaðalfundur kl. 20. Á dagsskránni verður m.a. stødutakan til uppskot um felagsfjós. sosialurin 50.000 kr. til bókatýðingar Norðurlendska ráðharraráðið hevur játtað 1,05 mill. kr. fyri árið 1978 til týðingar av bókum úr einum norðurlendskum máli til annað. Studning- urin er býttur millum målsøkini soleiðis at Dan- mark, Noregur og Sveríki fáa hvert síni 17%, Finnland fær 19% , Samar og Grenlendingar 6% og íslendingar og føroyingar fáa hven síni 9% av studninginum. Vanligt er at býta peningin tvær ferðir um árið, vár og heyst, og skuldi parturin hjá Feroyum tí blivið uml. 50.000 kr., nú býtt verður aftur í november. Tá býtt varð i vár, fingu tvær føroyskar um- sóknir játtan. Báðar vóru frá Kára Petersen, onnur viðv. bókini >Brudstykker af sosialismens hist- orie« eftir islendingin Jóhann Páll Árnason. Hin bókin, sum Kári hevur týtt til føroyskt, er eisini úr Íslandi, tað er skaldsøgan »Leigjandinn« eftir Svøvu Jakobsdóttir. Fremja samskiftið Avgerðina um at lata studning til hesar bókatýð- ingar tók Norðurlendska ráðharraráðið í 1974 og varð hetta gjørt fyri at fremja samskiftið á bók- mentaliga økinum millum tey norðurlendsku mál- ini. Rithevundafelag Feroya ger vart við, at um- sóknarbleð eru at fáa hjá Feroya landsstýri og tey skulu sendast til Sekretariatet for Nordisk Kultur- elt Samarbejde, Snaregade 10, 1205 København K, i seinasta lagi 1. oktober. Ein nevnd vid umbodum fyri øll målsøkini i Norðurlondum viðger umsóknirnar og verður næsti fundurin hjá henni 13. og 14. november í Keyp- mannahavn. Karsten Hoydal umboðar Feroyar í nevndini. Eini hálvthundrað føroyskar umsóknir hava hig- artil fingið studning til týðingar. Evangeliska røddin hoyrist hvørt månakvøld kl. 9 frå Monte Carlo (vid síðuna av Luxemburg) á millumbylgju 205 metrum (1466 kHz). Sendingin varir eitt korter. Bónda- og búnaðartúrurin Sunnudagin 17. septem- ber kl. 14 verður samkoma í losjuni í Getu fyri luttak- ararnar á Bónda- og bún- aðartúrinum í Skotlandi juni i ár. Havnarkór Týskveldið kl. 20 byrjar Havnarkórið aftur venj- ingina í sangstovuni á Læraraskúlanum. Nýggir limir kunnu tekna seg mánakveldið kl. 20. Basarur í Vági Í døgunum 27. og 28. ok- tober fer Vágs Matmødra- felag at hava basar til frama fyri felagshús. Fólk, ið vilja styðja fel- agið við lutum, biðjast venda sær til onkran av fyrireikarunum. Norðstreymoyar Dansifelag aðalfund Aðalfundur verður í Hós- vík (í skúlanum) leygar- kveldið 30. sept. kl. 20. Konfirmatión Í Suðuroyar sunnara prestadømi verður konfir- mation í Vágs kirkju sunnudagin 12. novem- ber. Í Fuglafjarðar presta- demi verður konfirmatión í kirkjuni í Getú sunnu- dagin 1. oktober. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 10 verður sunnudagsskúli í kirkjuni og missiónshúsinum. Kl. 19 verður meti við Martini Hammer, trúboðara. Kongshavnar Kvinnufelag Dunnuspæl verður í felag- num leygarkveldið í Glyvra skúla. Elin Bjørg Højgaard bøkur og blød TRØLLALIV Føroya Lærarafelag Trøllkonuloysing TRØLLALIV Søga og myndir: Elin Bjørg Højgaard Utgevari: Føroya Lærara- felag 1977 (1) Prenting: Ikki upplyst Hefting: Ikki upplyst Prisur: 26 kr. TRØLLALIV eitur barna- bókin eftir Elin Bjerg Højgaard, sum Føroya Lærarafelag hevur givið út. Søgan er um trøllini i eini trøllabygd »handan fjøllini hinumegin tað klárasta skinið og tann bláasta tindin<. Vit fáa eitt sindur at vita um til- veruna í hesari bygdini, trøllabbarnir fáast m.a. við at gera omanlop og arga neytakonur, trell- dreingirnir arga abbarnar og trellpáparnir arbeiða veg og stjala seyð. Men trellkvinnurnar, ommur, mammur og gentur, tær sova altid. Eisini meðan tær gera mat, vaska og beta klæðini hjá abbum, pápum og dreingjum. So- leiðis hevur tað verið í fleiri hundrað ár. Til knappliga ein dagin, ein býfluga í reyðum hos- um teskar okkurt í oyrað á einari trellkonuni, sum sovandi stendur yvir pott- inum. Og so kom vend í. Tað er lítið at ivast í, at høvundin við TRØLLA- LIV hevur ætlad at av- mynda føroyskt bygdaliv. Ikki so at skilja kortini, at føroyskir abbar fåast vid at gera omanlop og arga neytakonur ella at før- oyskir pápar yvirhevur eru seyðatjóvar. Tað er sjálvt samfelagsmynstrið, sum er meinlíkt. Fyri at taka eitt dømi: >tá ið øll hevdu etið seg steinmett, løgdu trøllkonurnar seg aftur at sova av ålvara«. Påparnir hinvegin „sótu og hugnaðu sær — sungu, flentu og tingaðust um tað, ið teir skuldu gera komandi dagarnar«. Sjålvandi er her gjørt nakað men heilt av leið er tað heldur ikki. Men í slíkari bók, sum hevur til endamáls at fáa bernini at hugsa um evnið í bókini og helst taka somu steðu sum hon, er Adventistakirkjan Í dag kl. 10 verður bíbil- studium. Kl. 11 verður guðstænasta, har Jon Marcussen prædikar. Sunnukveldið kl. 20 verð- ur musikkur til ljósmyndir og tala. Lærarafelagið aðalfund Í dag kl. 14 hevur Feroya Lærarafelag aðalfund á Feroya Læraraskúla. Samkoman hjá teimum eldru verður í KFUK týsdagin kl. 16: Ein býtúrur. KFUM í Havn 40 ár Í dag verður KFUM í: Havn 40 ár. Kirkjan á Leiti Í kveld kl. 20 verður meti við Martini Hammer, trú- boðara. neyðugt at hava tingini so greið sum meguligt og skera allar kantar av. Hetta er ein bók, sum skal siga bernum, at luturin hjá trøllkonunum, t.e. kvinnunum, er rættiliga skerdur. Bókin er eitt orð í ti drúgva tjakinum um javnrætt millum kynini, men sum slíkt kemur hon í seinna lagi. Ella tað er kanska rættari at siga, at hon onki nýtt hevur at bera. Tað er ein býfluga, sum fær treilkonurnar at vakna. Nú eru býflugur rættiliga sjáldan at síggja her á okkara leiðum, bert sum fremmandir gestir av og á. Men tað er kanska júst, tað, Elin Bjørg sipar til — at stríðið hjá fer- oyskum kvinnum er ibirt av fremmandum gestum. Og tað eru so góðir gestir, tí TRØLLALIV endar við sátt og semju kynjanna millum og eini rimmar trøllaveitslu, so »jørdin skalv, og fólk i bygdunum nærindis helt, at jarð- skjålvti var, og at toran gekk«. atrøllall V er ein ógvu- liga snotulig bók. Elin Bjørg hevur sjålv teknad tær hugnaligu litmyndir- nar. Bókin er lett at lesa, men á onkrari síðu er nakað nógvur tekstur. Sum eitt eindemi næst- an i føroyskum bókment- um er ongin prentvilla í bókini, men í hvussu so er ein bendingarvilla: tað eit- ur at gloppa annað eygað, ikki eðrum eyganum. Og tosað verður bæði um trøllbygd og trøllabygd. Tå Føroya Lærarafelag ikki kann geva ut barna- bøkur vid rættari stavset- ing, hvør kann so!!!??? hd