Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 20. september 1978 sosialurin TB—VB 4—2 (2—1): Síða 7 Dysturin átti at verði útsettur Veðrið á Sevmýru var seinasta sunnudag so vánaligt, at mong væntaðu, at dysturin í 1. deild, millum TB og VB fór at vera útsettur, men so varð ikki Líkindini til at spæla fót- bólt vóru av teimum vánaligastu seinasta sunnudag, tá TB og VB hittust á Sevmýru til seinna landskappingar- dystin. Nógvur vindur lá fram eftir vellinum og hetta var ivaleyst høvudsorsøkin til, at dysturin ikki gjørd- ist eins góður og åskodar- arnir høvdu roknað við. Valdu undanvind TB byrjaði við at leika undan vindinum, men hó- ast teir høvdu vindin við sær, so vóru tað vágbing- ar, ið beinanvegin fóru í gongd og hevdu fleiri álop á TB-málið. Tveramenn vistu, hvat ið ráddi um, ti mentu teir seg og við hjálp frá tí nógva vindinum kom spælið yviraftur á VB- helvtina, og nú skolaðu á- lopini fram móti VB-mál- inum. Løgdu seg á odda Í 11. minutti kom TB á odda. Tveramenn fara í- gjøgnum í vinstru síðu, men verða ov hart steðg- aðir og eitt óbeinleiðis frí- spark verður dømt stutt uttan fyri brotsteigin. | Delmar og Rólant stilla seg hjá bóltinum. Delmar spælir bóltin til Rólant, ið við einum herðum, flatum skoti setur bóltin í netið til 1—0. TB yvirvág Hetta málið gav tvera- monnum blóð á tonnina og bert fýra minuttir seinni ektu teir leiðsluna til 2—0. Aftur hesa ferð er álop í vinstru síðu, har Rólant fer við boltinum, lyftir hann innfyri til Trónd, ið setur bóltin í netið. TB helt á við press- inum, men fingu teir ikki fleiri mál henda hálvleikin hóast málmeguleikarnir ikki trutu. Brendu brotsspark VB hevði okkurt mót- álop í fyrra hálvleiki og endaði eitt av hesum við brotssparki. Páll fer igjøgnum í høgru síðu, men verður hildin. Dómarin ivadist ikki, men demdi brots- spark. Páll skeyt sjálvur, men bólturin fór langt við síðuna av malinum. Reduseraðu Tveir minuttir eftir at vågbingar høvdu brent brotssparkið, fáa teir bólt- in í mál. Alop er í vinstru síðu, og verður bólturin lyftur inn á miðjuna til Magna, ið við herðum langskoti reduserar til 2—1, ið eisini varð hålv- leiksstøda Seinni hålvleikur I byrjanini av seinna hålv- leiki kom vend i, ti nu vóru tað vågbingar, ið høvdu vindin við sær. Bólturin kom av teirri orsek fyri tað mesta at liggja á TB-helvtini. Og nú skolaðu álopini fram móti TB-målinum. Risamøguleiki Tá niggju min. vóru farnir fingu vágbingar ein risa- møguleika. TB-verjan leggur bóltin aftur til Gor- don í málinum, men Magni kemur ímillum og trekkir nakað langt aftur móti baklinjuni, áðrenn hann skjýtur og endar bólturin í síðunetinum. Í 11. min. av seinna hálvleiki hevur VB álop í høgru síðu. Jákup trekkir framvið síðulinjuni, spæl- ir bóltin inn til Jóhannis, ið stóð pura friur og hamraði bóltin í netið. Vánaligt spæl Nú stóð á jevnum 2—2, og hildu vágbingar á við at pressa eitt stutt bil, men tá onki mál kom, dovnaði spælið hjá VB nógv og TB slapp tí long- ur fram á vellin. Spælið gekk javnt á uttan veruligar málmegu- leikar og áskoðararnir væntaðu, at dysturin fór at enda við javnleiki. Avgerðin fall í síðstu løtu Tá bert triggir minuttir vóru eftir at spæla, kom TB å odda 3—2. John Andrew fór igjøgnum í høgru síðu og ætlaði at skjóta móti málinum, men hyggur seg um og finnur Trond frian framman fyri málinum. John Andrew legði næstan bóltin á høvdid á Tronda, id trygt headaði í netið. Í seinasta minutti slóu tveramenn sigurin fastan. TB fer igjøgnum í høgru sidu. Bolturin kemur væl innfyri, Schanndorff er uppi og fær sligið bóltin út í brotsteigin til Delmar, ið heilfluktar bóltin upp nettakið. Vánalig spælilíkindi Við hesum sigri vann VB »lokaluppgerdina« vid fýra málum móti tveimum í sera vánaligum spæli- líkindum. Vindurin var til tíðir so nógvur, at tað er ein spurningur, um dyst- urin ikki skuldi verið út- settur orsakað av vánaliga veðrinum J.D.