Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. september 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Tórshavn Feroya Javnaðarflokkur Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingár: Uppseting: Prent: Pellevellingur TÁ EITT MÁL er samanvavt og har- við ógreitt og fløkjaligt, er vanligt at nýta orðafellið peruvellingur. POLITIKKURIN hjá sambandsflokk- inum í hesum valskeiði hevur verið ein slíkur vavstur. Ein sonn fløkja. So ågreidur og mótsigandi, at ein- asta rætta orðið um henda politikk er ein peruvellingur. Og vellingur er eisini nakað, ið vanliga verður borð- reitt fyri børnum. TAÐ SAMSVARAR ógvuliga væl. Av tí, at formaður sambandsfloks- ins eitur Pauli Ellefsen og við tað, at hann sjálvur er fremstur við sleivini í vellingargrýtuni, fara vit at sýna honum tann heiður at geva velling- inum navn eftir honum. Tað vil siga pellevellingur í staðin fyri peruvell- ingur. OG HVOR ER so hesin peruvelling- ur? Jú, fólkaflokkurin verður skuld- settur fyri at reka javnaðarpolitikk og fyri at vera kommunistiskur. Javnaðarflokkurin verður skuld- settur fyri at reka tjóðveldispolitikk og fyri at vera loysingarflokkur. Tjóðveldisflokkurin verður skuld- settur fyri at reka sambandspolitikk og fyri at vera sambandsflokkur. POLITIKKURIN hjá landsstýrinum er sambært sambandsmonnum, loysingar- og sambandspolitikkur alt í senn. Ein dag verður landsstýrið skeldað út fyri kostnaðarmiklar yv- irtøkur. Dagin eftir verður sama landsstýri skeldað út, tí at ríkis- studningurin er vaksin. Er hetta ikki ein pellevellingur, alt sum tað er? DUGNALIGIR menn hava reikað knøttin runt fyri at fáa føroyskum skipum veiðirættindi. Og kortini megu vit ásanna, at ræsurnar eru trongar. At avmarkingarnar eru nógvar. Men við at lesa Dimmalætt- ing fáa fólk ta fatan, at fara tey á val 7. november og seta kross við Paula Ellefsen, Andrass Miðskarð ella Eli Nolsøe, so verða øll høv latin upp dagin eftir valid. ER HETTA ikki vellingarkent? Er hetta ikki barnamatur burturav? Men tað er júst hetta, sambands- flokkurin borðreiðir við nú uppundir valið. sosialurin Nr. 73 — Er politikku i Føroyum humbukk? Tað fólkaræði sum vit hava, skuldi verið tann frægasti stýrisformur sum finst. Fólkið fær ta stjórn tað vil hava, og ell kunnu siga, hvat teimum lystir. Men um eitt slíkt fólka- ræði skal rigga, so má krevjast eitt sindur av heiðurligheit og ábyrgdar- kenslu av teimum, sum eru í t.d. legtingi. Men her knipur rættuliga nógv. Tey sum fylgja við í orða- skiftum mugu sanna, at løgtingid er ikki so lítið av einum sirkus. Sjálvt teir mest einfaldu veruleikar verða rongdir uppá tað grovasta, og alt orðaskifti gongur út uppá at snara einhvenn veruleika, so hann passar til ein sjálv- an. Tað sum flokkar vildu gingið heilt og fult inn fyri um teir vóru í sam- gongu eru teir nú ímóti av fullum huga og umvent. Í politisku blødunum er lika galið. Hålvir sann- leikar og heilir ósannleikar verða settir fram í rúgvu- vís og lesarin skal vera meira enn vanliga at sær komin um hann ikki skal vera tikin av fóti. Her skal vísast á tvey demi um, hvussu villleið- andi skrivingin kann vera og hvussu lítið lesarin verður mettur av okkara ymisku oddafiskum: Fólkaflokkurin Í einum tí seinasta Dag- blaði verður tikið til Goeb- bels. Hann skuldi siga, at bert ein lygn verður end- urtikin nóg ofta, so fer fólk at trúgva tí til endan. Hetta myntar Dagblaðið uppá sambandsflokkin, men veruleikin er tann, at Dagblaðið nýtist ikki at fara til aðrar. (At Dag- blaðið ikki gevur Goebbels og hansara harra eftir á eðrum økjum eisini, skal komast inn uppá í aðrari grein í næstu viku). Dag- blaðið prógvar sjálvt í sama blaði, at Goebbels ikki hevur livað nyttu- leyst. Hetta blað kann ikki torga danir og Dan- mark. Og ferð eftir ferð hevur blaðið upplýst les- arum sínum og seinast í síðstu viku, at »i Dan- mark arbeiða 600.000 inn- an hitt almenna ímóti 400.000 í framleiðsluidn- Tabel 6. Arbejdsstyrken fordelt efter erhvervsgrupper 1972-1977 Landbrug, fiskeri m.v. .... heraf egentlig landbrug .. Fremstillingsvirksomhed m.v. ............. Bygge- og anlægsvirksomhed .............. Handel og omsætning..... Engroshandel .......... Detailhandel .......... Pengeinstitutter, forsikring m.v. .......... Transportvirksomhed..... heraf telefon-, post-, telegrafvæsen ........ Administration, liberale erhverv m.v. ....... Offentlig administration, politi, militær .... Undervisning, bibliotek m.v. ............. Sundhedsvæsen, sociale institutioner . . Andre liberale erhverv Forskellig servicevirksomhed .............. Forlystelser, hotel, restauration m.v Anden servicevirksomhed . . Uoplyst erhverv, indkaldte Oktober 1977 219943 174672 635101 209 192 398723 131 262 184 128 83333 170756 47853 756388 136 244 197244 344592 free 78308 138017 65973 72044 50777 Tilsammen, inkl. uoplyst erhverv, indkaldte 2578897 aðinum.< Hver skal siga, at so lítið skil er á í Dan- mark, at har eru fleiri sum arbeiða innan tað almenna enn tey sum framleiða. Men hyggja vit eftir uppgerðini hjá Danmarks Statistik yvir sundurbýti av arbeiðsmegini í Dan- mark fáa vit eina heilt aðra mynd. Innan fyri sjálvan framleiðsluidnaðin starvast 635.000 fólk, ella munandi meira enn Dag- 30. september 1978 við- merkingar blaðið sigur frá. Tá er ikki taldur við landbúnaður og fiskivinna. Tá tað verður gjørt koma vit uppá 855.000. Men sjálvsagt eru fólk sum fáast við framleiðslu innan hinar bólkarnar. Byggivirksemi uppá 209.000 starvandi er væl saktans framleiðsla eisini. Innan fyri umsiting starvast 756.388 fólk, har- av innan privatuvinnuna 78.000. Innan tað al menna starvast sostatt 678.000. Hetta gevur tiskil eina mótsatta mynd av tí Dagblaðið roynir at billa fólki inn: Hvussu tølini enn verða snarað arbeiða fleiri innan framleiðsluna enn innan umsitingina og tað almenna. MINNIST TÚ at Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldis flokkurin feldu lógaruppskotini um at veita endur gjald til føroyskar einkjur, sum missa einkjupensión orsakað av at tær vinna sær pening fyri arbeiði? Minnist tú hver tað var, sum saman við restini av and støduni setti hesi lógaruppskot fram? Tað var SAMBANDSFLOKKURIN Sambandsflokkurin Tann sum hevur fylgt við tí sum sambandsflokkurin hevur ført fram bæði i skrift og talu seinnu árini noyðist at ásanna, at her fer eisini nógv villeiðing fram. Eitt heilt gott dømi er lýsingin um uppskotið stuðul til einkjur. Jákup Lindenskov hevur gjørt viðmerkingar til hetta, men tað ger einki um hetta verður tikið fram aftur. Í lýsingini vil bandsflokkurin fortelja fólki, at bert teir hava viljað gjørt nakað fyri einkjurnar, meðan sam- gonguflokkarnir hava ver- ið ímóti. Hvat er so veru- leikin? Jú m.a.: 1. Sambandsflokkurin hevur ongantíð í hesum valskeiði lagt nakað lógar- uppskot fram á ting um stuðul til einkjur. Eitt lógaruppskot er eitt sjálv- stødugt uppskot um eina lóg ella broyting í eini lóg, og eitt slíkt hevur sam- bandsflokkurin ikki lagt fram. 2. Sambandsflokkurin hevur havt eitt broyting- aruppskot til figgjarlog- ina, men sjálvt um hetta hevði verið samtykt høvdu einkjurnar ikki sam- fingid eitt oyra meira, ti at sambandsflokkurin íkki hevði ómakað sær so mikið sum at seta fram eitt lógaruppskot í hesum sambandi. 3. Um sambandsflokk- urin veruliga hevði hjarta fyri einkjunum, so hevði hann tá eina heila tingsetu at koma við einum lógar- uppskoti. Hetta gjerdi hann ikki. 4. Landsstýrið hevur seinni sett fram uppskot um hjálp til einkjur, sum er nógv meira vittgang- andi enn uppskotið hjá sambandsflokkinum, um tað hevði verið sett fram sum lógaruppskot, hvat tað ikki var. Hetta gevur eina aðra mynd. Annars má tað sig- ast at vera ódámligt at nýta ein bólk í samfelag- num, sum hevur verið fyri vanlagnu, á ein slíkan hátt sum her. Formaðurin í sambandsflokkinum spyr í eini viðmerking Jákup Lindenskov, um hann hevur ringa sam- vitsku. Vit eru fleiri sum spyrja: Er yvirhøvur nøk- ur samvitska í foroyskum politikki? Óli Jacobsen NG ege Se "—— — fn“ Á + EEEEEEE RIDE