Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. september 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 73 — 30. september 1978 Sjálvbodnir gera vatnleiðing Fyri tveimum —trim- um vikum síðani fóru menn í Kirkjube undir at leggja eina felags vatnleiðing fyri alla bygdina. Tað sjáldsama við hesum arbeiði er, at tað verður gjørt sjálvboði við hond og maskinu. Vatnið skal takast úr eini keldu norðanfyri bygdina, har ein savn- ingarbrunnur eisini verður settur upp. Framvið vatnleiðingini verða eisini settir brandslekkikranar. Frammanundan hava húsini havt sína egnu vatnleiðing. Politiskir fundir og veitsla Nevndin í Suður- streymoyar Javnaðar- felag hevur lagt eina skrá fyri tann komandi mánaðin við fundum og eini veitslu fyri ell- um javnaðarhugaðum. Ætlanin er at hava tveir fundir við ellum valevnunum fyri Suð- ursireymoy. Tann fyrri fundurin verður hildin mikukveldið í komandi viku, tann 4. oktober. Tann næsti fundurin verður hildin 18. ok- tober. Báðir fundirnir verða hildnir á Hotel Feroyum kl. 20. Friggjakveldið tann 13. oktober skipar fel- agið fyri veitslu á Ho- tel Feroyum, har val- evnini fyri bæði val- demini á Streymoynni eru boðin við. Á veitsluni verður skipað fyri burturlut- ing ella tílíkum fyri at vinna felagnum pening til arbeiðið tess. Eisini til veitsluna eru øll javnaðarhugaði úr báðum Streymoyar- valdømunum eins og úr øllum Føroyum væl- komin. Prístalið hækkar við 1,8 stigi 1. oktober og verður 123 stig. Len- takarar fáa ti onga prístalsviðbót á hesum sinni, tað verður ikki fyrr enn prístalið kem- ur uppá 124 stig. Næstan allir veru- bólkar eru dýrkaðir síðani 1. juli. Tað eru serliga prísirnir á frukt, grønmeti og epl- um, sum hava tikið eitt stórt lop. Hinvegin eru prísirnir á drekkaver- kring oyggjarnar Merkjasølan hjá Javna í næstu viku Javni, landsfelagið evnaveikum at bata, fer aftur í ár at selja merki fyri at útvega pening til felagsarbeið- ið. Loyvi er fingið til at selja merkini fyrstu vikuna í oktober og verða tey seld um alt landið. Gingið verður hús úr húsi og kosta merkini 1 kr. stykkið. Hetta er fjórða árið, Javni hevur merkja- sølu. Í fjør gav sølan 93.950 kr. Nyggjur formaður Frá 1. oktober er Oliv- ur Næss settur sum nýggjur formaður í Ráðnum fyri Ferðslu- trygd. Síðani = Eli Nolsee legði frá sær sum formaður, hevur Oskar Hermansson rekt starvið. Olivur Næss er 41 ára gamal. Orkuráðstevna Í døgunum 9., 10. og 11. oktober verður ein ráðstevna hildin í Havn undir heitinum >Orkan og vinnulívið. Tað er Feroya Ídn- aðarfelag og idnadar- stovan, sum skipa fyri hesum tiltaki. Á stevnuni vera fleiri fyrilestrar, og annars verður hevi til tjak. Tosað verður um stød- una í dag, um hvussu vit beta um steðuna og um framtidarvånir. Ongin dyrtidarvidbot hesaferð um, olju og ravmagni lækkaðir. Prísirnir á drekka eru teir mest stabilu, prístalið fyri tær hevur verið ó- broytt alt árið. Verandi prístal er grundað á 100,0 stig, sum vórðu ásett 1. juli 1975. Síðani tá hevur prístalið havt við sær 7 dýrtiðarviðbótir, í april og juli 1976, í januar, juli og oktober 1977 og higartil í ár í april og juli. Vilja ikki hava vegin gjøgnum bøin Alt er klårt at fara undir breidking og umbygging av landsvegnum millum Våg og Núp. Men arbeiðið er ikki byrjað, tí viður- skiftini við eigararnar av økinum í Langadalshaga, sum er ognartikið til veg- argerðina, eru ikki greidd enn. Eigararnir hava, við stuðli frá býráðnum í Vági, heitt á landsverk- frødingin um at leggja vegin í haganum, oman- fyri tað dyrkaða lendið. Chr. Eli Lamhauge á Landsverkfrødingaskriv- stovuni sigur, at teir hava lagt eina veglinju og hava ikki gjørt sær tankar um at leggja vegin aðra- staðni. Hann sigur, at teir, eftir at hava fingið á- heitan frá Vágs býráð um at leggja vegin gjøgnum hagan, gjørdu trý skitsu- uppskot um hetta, men tey vóru øll ein vånalig teknisk loysn — og dýrari. Forðar útstykking Tað var í mars, at býráðið í Vági skrivaði til lands- verkfreðingin og bað um, at vegurin bleiv fluttur niðan i hagan. Torbjørn Benjardøgg, býráðsfor- maður, sigur, at teirra uppskot var at føra vegin úr fyrsta svinginum á vegnum niðan til húsini á Bakka, beint yvirum og so niður aftur í Lopra. Hann sigur, at býráðið hevði roknað við at kunna stykkja út inn gjøgnum líðina, men hetta verður torført, um ætlada vegar- gerðin verður framd, tí sethús mugu ikki byggj- ast nærri enn 16 m frá landsvegi. Ognartikið í august Okið í Langadalshaga, millum 20 og 30.000 m?, varð ognartikið í august. Óli Holm, sum situr í hagastýrinum, sigur, at teir fingu bræv um hetta og fyri góðum tveimum vikum síðani hevdu teir ein orienterandi fund við verkfreðingum frá lands- verkfreðingaskrivstovuni. Hósdagin í síðstu viku sendi hagastýrið lands- landsverkfrødinginum åheitan um, at vegurin verður lagdur omanfyri tað dyrkaða lendið. Dagin fyri hevði býráðið einmælt staðfest sína áheitan frá mars mánað. Óli Holm sigur, at land- ið hevur ognartikið frá 38 eigarum. Talan er um dyrkað lendi og hoyggjað verður á stersta partinum. Óli Holm leggur afturat, at neyvan nakar av eig- arunum hevdu sett seg í- móti, um vegurin bleiv lagdur í haganum. Vilja hava endurgjaldið áðrenn Prísurin fyri m' av ti ognartikna lendinum er ikki ásettur enn. Men í Feroya rætti, sum verður á Tveroyri 18. oktober, verða tveir metingarmenn tilnevndir, hevur lands- verkfreðingurin boðað frá í kunngerð. Í kunngerðini stendur eisini, at semja um endurgjald er ikki fingin við eigararnar. — Hetta kemur óvænt- að fyri okkum, sigur Óli Holm, tí vit hava ongar Myndin er tikin av vegnum suður á Núp. Nú er dyrkað lendi ognartikið til breiðking av vegnum WBO 4 1 hø ER opranskhólmur N i SA & harer | Vågtelb um I OTKETI i 5 Hovshølmur fr „Varkerisnæs Í A er Ki -Aðaglahólmar 5358 + á LOpra“ ST Á Vikarbsrgi Í Ur Vági suður á Núp eru 2 km samráðingar havt um end- urgjald, bert leyst tos á fundinum fyri 14 degum síðani. Óli Holm sigur, at teir á hesum fundinum kravdu, at trygd verður veitt fyri, at endurgjaldið verður goldið, áðrenn veg- argerðin byrjar. Breiðking og umbygging Vegargerðin, talan er um, umfatar breiðking og um- bygging av vegnum frá kirkjugarðinum i Vági suður á Núp. Hetta er eitt strekki uppá 2 km og skal vegurin breiðkast úr 4—5 m í 8. Á tveimum stoðum verður neyðugt at fara omanav verandi vegi fyri at beta um sýnið. Í hesum figgjarårinum eru 3 mill. kr. settar av til hetta ar- beiðið, sum er ein partur í vegargerðini Vágur — Sumba — Lopra. Onøgdir Hoyvíkingar: YNSKJA NÝGGJAR SAMRÁÐINGAR Á einum fundi mikukveld- ið sendi ein bygdafundur í Hoyvík landsstýrinum eitt skriv, har teir mót- mæla sáttmálanum, sum er gjørdur millum Tórs- havnar og Tórshavnar Uttanbiggjar kommunu. Fólkið í Hoyvík ynskir nýggjar samráðingar um sáttmála. Og teir ynskja, at landsstýrið luttekur í samráðingunum. Øll eru sinnaði fyri at leggja saman við Havnini, men fólkið vil ikki vera offur fyri einum slíkum handli, sum er farin fram, har tey eru seld fyri 10 mill. kr. Heldur íkki trúgva tey uppá nakað samarbeiði við Argir. Og tí ynskir fólkið, at sam- ráðingar koma skjótt í lag. Annars varð sáttmálin gjøgnumgingin á fundin- um, petti fyri petti. Her sita 9 kandidatar til løgtingsvalid! — Vælsignaður, set hatta undir atkveðu- greiðslu, tí hesir menn- inir, sum eru her inni, hava góðan hug at tosa. Her sita ikki færri enn 9 kandidatar til løgtingsvalid. Hetta segði Petur i Gong á býráðsfundin- um í Havn hóskveldið, tá býráðslimir vóru í ferð við at hita upp til eitt kjak um gerð av trimum kloakkum í vesturbýnum, sum ongin fígging visti seg at vera til, eftir at til- boðini vóru innkomin! EG ES