Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 1978síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 76 — 11. oktober 1978 lesarabrov Osannindi omaná ósannindi Ágangur sambardsfloks- ins móti javnaðarmonnum hevur í seinastuni verið so harður og hartil illa undir- bygdur, at vit síggja okk- um noyddar til, at taka sambandsflokkin og mál- gagn hansara Dimma- lætting upp til nærri við- gerð. Hetta er drúgt og hartil ótespiligt starv og noyðast vit tí at býta hesa viðgerð upp í 4—5 greinir har vit taka ymsar síður av sambands áganginum upp til nærri kanningar og viðmerkingar. Vit ávara lesarar okkara tað verður herskið viðhvert. Men Dimma hevur sjálv lagt upp til hetta. Dimmalætting og sam- bandsmenn halda fram við sínari útspillingarkamp- anju móti Feroya Javnað- arflokki og formanni hansara Atla Dam. Vit hava í Javnaðar- flokkinum higartil valt mestsum at tagt til hetta vit hoyra og síggja í Dimmu, tí skuldsetingar- nar og útspillingin hava verið so burtur við, at vit hava litið á, at øll hampa- fólk (tey eru tíbetur í fleir- tali — eisini í sambands- flokkinum) hava vamlast og tagt við. Men sum sagt: teir blíva við lítandi fast á orðini hjá heimsins stersta lygivætti Goebbels, ið segði: "Bara lúgva nóg ofta, so trúgva fólk til endans.« Eg vænti nú ikki, at feroyingar verða so lættir at syfta, havi meira álit á mínum lands- monnum enn, at eg haldi teir fara at fella fyri einari so út av lagi primitivari agitatión, sum henni vit uppliva í Dimmalætting. So best var kanska, at vit tagdu og lótu alt hetta bara standa og tala fyri seg sjálvt sum eitt dapurt minni um, sum ein so rámandi tók til í Sosial- inum herfyri, valstríðið, tá lygnin gjørdist fremsta politiska vápn sambands- floksins. Men fyri at hesir pellarar ikki skulu sleppa at doyggja í syndini sjálv- ir, fara vit tó at loyva okkum her í blaðnum at pilka eitt sindur við tey verstu og mest óhugna- ligu ósannindi og royna at meta eitt sindur um bak- grundina fyri teimum. Tá sambandsflokkurin í 1906 varð settur á stovn hevði hann bert 2 punkt á skránni: 1. at varðveita ríkisfel- agsskapin óbroyttan 2. at vísa sparsemi í almennum fíggjarætlan- um Punkt 1 var til gleði fyri og eftir boðum frá før- oyskum stórkeypmonnum og reiðarum, sum til tann dag frítt hevdu nassað uppá Danmark. Punkt 2 fyri at fyribyrgja, at nak- að sum sipaðist sosial- lóggávu og almennum virksemi ikki skuldi kunna koma fyri í Feroy- um, tí so skuldu somu harrar, sum til tann dag vóru at kalla skattafriir til at gjalda skatt. Henda skrá er í roynd og veru einki broytt síðan. Sjálvandi eru nógv orð komin afturat, men tey hava einki broytt flokkin. Hann er sami afturhalds- flokkur, sami negativi bakstrevari sum hann var í 1906. Niðursteðan av stovn- seting sambandsfloksins í 1906 var sostatt, at vit fingu ein flokk i Føroyum, sum hevði til høvudsenda- mál hetta, at einki mátti henda. Eisini í 1906 bygdi sam- bandsflokkurin sítt val- stríð á steyrrett ósann- indi! Tey vóru í hevuðs- heitinum tvey: at sjálv- stýrisflokkurin var »et brændevinsparti« og at Jóannes Patursson og hansara viðhaldsmenn vóru loysingarmenn ella skilsmissepolitikere, sum tað tá æt. Í dag veit hvert skúla- Skrivstovukvinna sum umframt at duga væl maskin- skriving, eisini kann átaka sær van- ligt skrivstovuarbeiði, kann fáa pláss á skúlaráðgevaraskrivstovuni. Lon sambært H.K. sáttmála. Skrivligar umsóknir verða at senda til skúlaráðgevaraskrivstov- una, Jónas Broncksgøtu 27 III innan 23. oktober 1978. Landsskúlaráðgevarin barn, takkað verið bókini hjá Jergen Frants Jac- obsen, at flestu leiðandi sjálvstýrismenn vóru eis- ini leiðandi innan frå- haldsrørsluna og at Pat- ursson ikki gjørdist loys- ingarmaður fyrr enn nógv ár seinni, ja, kanska ikki fyrr enn í 1946. Men tað hevði ongan týdning fyri Dimmalætting og sam- bandsleiðararnar. Bert ein agitatión kundi geva bonus, var tað undirordn- að hvat hon bygdi á. Vit kundu hildið á fram við at reksa upp synda- registar sambandsflokks- ins og Dimmalættingar. Vit kundu víst á, hvussu tey hava borið seg at móti ti føroyska málinum t.d. ella háskúlanum, men vit vilja í fyrsta umfari noyð- ast at visa á, at sam- bandsflokkurin sum heild frá 1906 til í dag hevur verið ímóti at kalla ollum politiskum, sosialum og mentunnarligum framstigum i Føroyum. Stødan hevur verið tann, at sambandsmenn hava mutað ímóti so leingi teir hava torað , so hava teir givist tá teir hava sæð, at eingin annar útvegur var, ella at vandi var fyri upp- aftur sterri framstigum, um teir ikki góvust. Javnaðarflokkurin hev- ur havt nógv samstarv við sambandsflokkin — kans- ka ikki so nógv av huga sum av neyð. Til tíðir hevur hetta samstarv enn- tá virkað væl, men tá vóru eisini aðrar typur á odda fyri sambandsflokkinum og tann totalt ómoralska Dimmalætting heldur ikki so sterk í sambandsflokk- inum sum í dag. Tað hava jú altid verið og eru fram- vegis nógv hampafólk i Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. sambandsflokkinum, sum skamma seg djúpt yvir orðalagið hjá Dimmu og nýggja floksformannin- um, men hesi eru uttan ávirkan. Hetta her nevnda sam- starv fyrigekk tó oftast soleiðis, at javnadarflokk- urin noyddist at håla og trýsta sambandsflokkin til at atkvøda fyri ymisk- um positivum politiskum framstigum sum td. fólkapensión, 60 millióna- grunni, heimahjálp v.m. Tað skal heldur ikki dyljast, at vit hava beisk- ar royndir av sambands- flokkinum, tá hann sat við valdið saman við fólka- flokkinum frá 1950—58. Hetta var tað dapra tidar- skeiðið, tá vinnulivid varð rakt av einari kreppu fyri og aðrari eftir og sam- bandsflokkurin bert hevði ein økonomiskan politikk: tað gamla liberalistiska princippið um, at tað sum ikki kann standa má falla. Eitt sjónarmið sum borg- arligir flokkar annars um allan heim høvdu uppgivið aftan á kreppuna í 1929 hildu sambandsmenn fast við. Her er hóskandi, at leggja afturat, at núver- andi formaðurin eisini er gamalliberalistur eftir skrivingini at dema. Her hevur hann so mætar við- haldsmenn sum Óla Breckmann og Milton Friedmann, so kunnu fólk sjálv meta um, hvat hað- ani er at vænta. Tað var eisini um hetta mundið, at arbeiðsloysi Norðstreymoyar Javnaðarfelag hevur fund í Avhaldshúsinum í Vík í kveld kl. 20.00. Valevnini til løgtingsvalid luttaka. Øll åhugad hava atgongd. Nevndin Vånaligt skøtuagn hjå Suna Jacobsen I Dimmalætting seinasta leygardag, skrivar ein sambandsmaður eina grein, sum hann nevnir »Frå høvdinum skalt tú hvalin skera«. Ikki kundi eg lata vera vid at smilast, tå eg las tað, hann skrivar. At hendan greinin er skrivad av einum vanligum sam- bandsmanni, uttan van- liga tankagongd er heilt greitt. Tad fyrsta hann ger er at siga okkum nakað, sum vit øll vita. Nevniliga, hvussu smábarnsliga tingmenn sambandsfloks- ins uppfera seg nú upp- undir val. Hann skrivar: >Teir seinastu dagarnar hava fólk sitið og hálva- vegna smilst at øllum teimum fyrispurningum, ið settir eru landsstýris- monnunum«. At fólk hava sitið og smilst ivast væl ongin i, men at eisini sambands- menn hava smilst við, tað varnadi ongan. Sune skrivar vidari: »At hetta hava verid skøtu- øgn, hevur eingin ivast i, nú bert fáir dagar eru eft- ir, til tingið fer heim«. Nei, at hetta hava verið sketuegn hava vit ikki ivast Sune. Men, at tað er tað veruliga gingið upp fyri tykkum, hvussu tápuligar fyrispurningar tit hava sett fram. ØIl vit vita, at tað nærum bert hava verið sambands- menn + ein vissur annar, ið hava sett hesar spurn- ingar. Eitt er vist, og tað er, at Pauli Ellefsen ikki hevur flent at skøtuøgnum sam- bandsfloksins sum Sune og vit onnur. Men um hann hevur smilst at greinini í Dimmu leygar- dagin kunnu vit bert hugsa okkum til. Eg rokni við, at Pauli fær sær ein annan agn- skera. trip-trap *k*XX noyddi einar 2000— 2500 av landsmonnum okkara at søkja sær vinnu burturi í eðrum londum sum frem- mandaarbeiðarar i Ís- landi, Noregi og við Vest- urtýskum trolarum. Tá royndi ein flokkur, Feroya Javnaðarflokkur við P. M. Dam á odda at bera uppskot aftan á upp- skot inn á ting við åvis- ingum og tilmælum um sosialar og vinnuligar á- betur. Uppskot, ið hevdu tey verið væl mottikin, høvdu hjálpt upp á ta ringastu neyðina. Men sambandsmenn, ið høvdu høvudsåbyrgdina av landsins leiðslu, lótust ikki um vón. Teir dugdu nemliga tá sum nú bert eina lektiu — hana sum Pauli framvegis júkar upp í saman: Almenn tiltøk fora til sosialismu — so- sialisma ferir til kommun- ismu.« Nidurstødan av hesum dapra tidarskeidi var, at sambandsmenn sótu hendur í favn í Tinganesi og lótu tað falna vera liggjandi meðan steðan hjá fiskarum, arbeiðarum og gomlum gjerdist verri og verri fyri hvert ár. Tað var í tí steðuni, at tað gekk upp fyri einum stór- um parti av fjøldini, at hon í Javnaðarflokkinum hevði ein heitan og fram- fýsnan forsprákara. Hetta gav at bíta til valið í 1958! Hetta hava sambands- menn ilt við at fyrigeva okkum! Eisini beinleiðis politisk svik hava javnaðarmenn upplivað frá sambands- flokkinum. Tað var í 1950, tá sambandsflokkurin gjørdi avtalu við javnað- arflokkin um skipan av landsstýri og sveik hesa avtalu innanfyri sama tíma, sum hon var gjørd. Hetta hava teir sjálvir for- trongt, men tað hava vit ikki, so vit vita altid, hvat vit kunnu vænta okkum frá slíkum politiskum íra- sáð. Men vit skulu við- ganga, at vit ikki dugdu at fyristilla okkum, at Dimmalætting kundi blíva grovari enn tað sama. Hetta eiga tey javnað- arfólk, ið lótu seg taka av fótum til fólkatingsvalið av Paulasar orðafloymi, at leggja sær í geyma: Sambandsflokkurin hevur sjálvandi ikki broytt muru fyrr ti at hann hevur broytt útsjónd. Hetta var eitt sindur um bakgrundina fyri sam- bandsflokkinum, hansara viðurskifti við javnaðar- flokkin og um hvussu ússaligt hansara politiska stødi er. Næstu ferð skulu vit gera viðmerkingar til tey ósannindi um javn- aðarflokkin, ið við fostum millumbilum hava gingið í Dimmalætting. Lærari á bygd Or