mikudagur 11. oktober 1978síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
sosialurin
Nr. 76 — 11. oktober 1978
— Mitt størsta ynski er
at skriva nakrar bøkur
— og tilfarið trýtur ikki, sigur týðarin Hans Thomsen
Ofta verður tikið til, at ein hevur nógv jern
í eldinum — og so man vera við havnar-
manninum og týðaranum Hans Thomsen.
Mangar týddar bekur liggja eftir hann, og
fleiri munnu koma aftrat.
Í løtuni týðir Hans »Lagnuna« til før-
oyskt mál. Hann fer skjótt undir at týða
eitt sterri franskt bókaverk fyri tey fer-
oysku bjargingarfeløgini — og tveir sjón-
leikir skal hann týða fyri ungmannafelagið
í Húsavík.
Hans Thomsen hevur týtt 34 útlendskar
stuttsegur, sum koma út á feroyskum.
Hetta verður ein antologi í trimum bind-
um. Tað fyrsta bindið eitur >Silvurfirvald-
urin< og fer til prentingar fyrsta dagin.
Fáur hevur sum Hans
Thomsen havt til fragd og
arbeiði at lesa og týða úr
útlendskum bókmentum.
Hans er farin um tey
hálvthundrað, og hesi
seinastu 15 árini hevur
hann burturav tikist við
at týða úr fremmandum
måli til føroyskt.
Meginparturin av týð-
ingum hansara hava verið
upplisnar í Útvarpinum,
og mong eru tey kveldini,
tá fólk kring alt Feroya
land hava sitið og lurtað
eftir hesum týðingum.
Størsta ynski
Hóast Hans Thomsen
dámar væl arbeiðið, dval-
ist hann manga letuna við
sínum stersta ynski,
nevniliga sjálvur at skriva
einar tvær ella triggjar
bekur — og tilfarið til
hesar bekur trýtur ikki.
— Eg havi tilfarið til
hesar bøkur liggjandi,
men eg veit ikki, nær eg
fái stundir at seta meg við
ti, sigur Hans, og hann
leggur aftrat: — Tíðin er
knepp, tá ein fæst við at
týða
Úr at gera
Hann hevur úr at gera í
letuni. >Lagnan< er bert
komin í helvt. 24. partur-
er júst tyddur, og tað
verða helst einir 40 partar
ialt.
Fyrsta dagin verður 1.
bindið av eini antologi,
sum Hans hevur týtt,
prentað á Estra. Sjálvur
sigur hann, at talan helst
verður um trý bind. Hetta
fyrsta bindið ber heitið
»Silvurfirvaldurin« og
inniheldur 9 stuttsøgur —
ella perlur innan heims-
bókmentir, sum Hans tek-
ur til. Íalt hevur Hans
týtt 35 heimskendar
stuttsøgur til føroyskt, og
nogvar av hesum søgum
hava ongantið sæd dags-
ins ljós á føroyskum máli.
Tað er Bókadeild Feroya
Lærarafelags, sum gevur
bekurnar út.
Bók fyri bjarg-
ingarfelggini
Bjargingarfeløgini í Før-
oyum hava heitt å Hans
Thomsen um at týða eina
kenda franska bók eftir
rithevundan Alain Bom-
barde. Henda bók er ein
frágreiðing um eina ferð í
gummibáti tvertur um
Atlantshavið miðskeiðis í
fimti-árunum. Bókin
verður mett at hava rætti-
liga stóran upplýsandi
týdning fyri bjargingar-
felog.
Hans situr eisini við
tveimum sjónleikum, ið
hann týðir fyri ung-
mannafelagið í Húsavík.
Hetta eru tveir stuttir
irskir leikir, sum báðir
verða framferdir sama
kveld. Ætlanin er, at hús-
víkingar skulu byrja at
venja longu í november.
Týtt nógv
Hesi seinastu 15 árini
hevur Hans Thomsen týtt
hópin av bókum. Fyrstu
bókina týddi hann í 1964,
og tað var „Seinasti vik-
ingurin< eftir norðmann-
inum Johan Bojer. Síðani
hevur hann týtt hesar
bekur:
»Livsins morgun« eftir
Kristmann Guðmunds-
son, >Fólk í andgletti«
eftir Johan Bojer, >Quo
Vadiz« eftir Hendryk Si-
enkiewicz, »Gandaring-
urin« eftir Sigurd Hoel,
»Landastrokini« eftir
Knud Hamsun, »Bombi
Bitt og eg« eftir Fritiof
Nilsson (Piraten), »Blå-
mannavik« eftir Richard
B. Thomsen, »Ur bjarga-
søguni« eftir Arne Nørre-
vang og nú seinast >Lagn-
an< eftir Richard B.
Thomsen.
Richard og
persónarnir
— Hvussu bar tað til, at
tú fór at týða Richard B.
Thomsen, sum skrivaði á
donskum?
— Eg var og vitjaði
Richard Long, sála, eitt
kveldið, og vit báðir komu
at tosa um Richard Thom-
sen. Vit vóru samdir um,
at Richard átti at verði
týddur til feroyskt fyri
hansara persónslýsingar.
Tær eru so feroyskar, sum
tær kunnu vera, bæði av
kjøti og blóði. Niels Juel
Arge, útvarpsstjóri, helt
somuleiðis, at eg skuldi
fara í gongd, og eg so
gjerdi: »Blåmannavik«
varð ti tydd til føroyskt.
— Tad eru tey, sum
halda, at tað er óneyðugt
at týða danskt til fer-
oyskt, tí tað duga vit jú.
Hvat sigur tú til hetta?
— Eg havi hoyrt fólk
klaga um, at tað er óneyð-
ugt at týða bekur á
donskum til føroyskt mál.
Til hetta vil eg bert siga,
hví skulu vit tá yvirhevur
tosa føroyskt ella skriva
og prenta feroyskar bek-
ur!
Meginparturin
i skuffuni
Héast Hans Thomsen
hevur týtt nógv, so er lítið
prentað og givið út sum
bók. Meginparturin av
hansara týðingum liggur
sum handrit í skriviborðs-
skuffunum heima við hús.
— Bekur eru dýrar at
geva út í dag, sigur Hans.
Skuldi eg t.d. givið eina
bók sum »Quo Vadiz« út
her í Feroyum, hevði tað
ikki kostað minni enn
100.000 kr.
Men nakrar av týðing-
unum eru kortini komnar
út sum bók. Útvarp Fer-
oya stóð fyri útgávuni av
„Seinasta víkinginum<
eftir Johan Boel. Herfyri
góvu Hans Thomsen og
Estra í Getu út bókina
»Livsins morgun< eftir
Kristmann Guðmunds-
son. Eisini er útkomin >Úr
bjargaseguni< eftir Arne
Nerrevang.
Bjargasøgan
strævnast
Sjålvur sigur Hans Thom-
sen, at hetta bókarverk,
»Ur bjargaseguni<, hevur
verið eitt tað tungasta
takið í sínum týðingarar-
beiði. Men samstundis
hevur tað verið eitt tað
mest áhugaverda týðing-
ararbeiði.
— Bjargamálið hevur
teir eginleikar, at tað er
ógvuliga ymiskt úr oyggj í
oyggj. Menn til bjarga í
Mykinesi brúka heilt
annað orðatilfar enn menn
til bjarga í t.d. Skúvoy.
Hetta ger málið ríkari og
meira livandi, leggur
Hans aftrat. Hetta man
annars verða fyrsta
royndin, sum er gjørd her
heima hjá okkum, at
savna alt orðatilfarið, ið
finst um bjargamál.
Týtt leikir
Hans Thomsen hevur eis-
ini týtt bæði útvarps- og
sjónleikir: útvarpsleik
eftir Anton Tjekov,
»Friggjarin«, sjónleikin
eftir Dario Fo, >Tjóvar,
lík og falar kvinnur< og
eftir Lord Willis, >Hita-
bylgjuna<. Eisini týddi
Hans filmshandritið til
Hans Thomsen: — Tú kanst ikki bara slúka alt rátt,
sum dettur fyri eyguni
„Páll fanga<. Haraftrat
hevur hann skrivað mangt
til V4-sendingarnar í Út-
varpinum.
Tol krevst
— Tað er áhugavert,
spennandi og lærurikt at
týða fremmandar bók-
mentir. Men til hetta ar-
beiðið krevst tol. Tað er
altíð okkurt, sum situr
betri, og tú verður noydd-
ur at lesa handritini fleiri
ferðir, áðrenn tú gevst.
Ofta rennur tú teg fastan.
Tú veit, at orðið ella vend-
ingin finst á føroyskum,
men hvussu tú leitar,
kanst tú ikki koma á tað.
Tá er best at leggja tað
heila frá sær eina letu og
so venda aftur til tað
seinni.
Ringt at selja
Tá vit spurdu Hans, um
ov lítið verður týtt til
foroyskt mál, hyggur
hann ivasamur út gjegn-
um vindeygað.
— Nakað verður týtt,
men tað kundi væl verið
meira. Sjálvsagt mugu vit
hava allar teir stóru og
kendu alheimsklassik-
ararnar á feroyskum máli.
Tað vil eisini vera við til at
míkja málið, sigur Hans.
Og hann heldur fram:
— Tað er so torfert at
velja og vraka, tí tað er so
ymiskt sum fólki dámar.
Heimsbókmentirnar eru
so umfatandi og vit fáa
bert lisið ein lítlan part av
øllum. Ti ræður um at lesa
við skili og ikki bara slúka
alt rátt, sum dettur fyri
eyguni á einum.
Vit spurdu at enda
Hans Thomsen, hverjar
útlendskar bókmentir
honum dámar best at lesa.
— Tað eru teir stóru
russararnir. Men ein bók,
sum hevur hugtikið meg
nógv, er »Gandaringurin«
eftir Sigurd Hoel. Henda
bók er ein psykologisk
lýsing av menniskjanum:
hvussu vit menniskju eru
og hví.