leygardagur 13. juli 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 132 - 13. juli 2002
Nr. 132 - 13. juli 2002
33
Á Toll- og Skattstovu Føroya, Eysturoyar Øki, er starv leyst
at søkja til setan skjótast til ber.
Høvuðsuppgávur
Pantifúti,herundir málsviðgerð og innheinting av krøvum
til landskassan.
Førleikakrøv
Tann, sum settur verður, skal helst hava roknskaparligan
førleika. Viðkomandi skal vera fyrikomandi og arbeiðs-
samur og kunna arbeiða sjálvstøðugt. Kunnleiki til EDV á
brúkarastøði er ein treyt.
Vit kunnu bjóða
-
eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum
samstundis eisini er fakliga krevjandi
-
klokkuskipan við flextíð
-
sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi.
Setanartreytir
Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvs-
royndum og útbúgving,eru eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Starvsmannafelagið.
Núverandi setanarøkið er Eysturoyar Øki,men fevnir ann-
ars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og tann, ið
settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum,
um tað verður kravt.
Viðkomandi, ið settur verður, skal vera fúsur at luttaka í
teimum útbúgvingarmøguleikum,sum Toll- og skattstov-
an bjóðar bæði á stovninum og uttan fyri stovnin eitt nú
á handilsskúla v.m. og taka lut í teimum skeiðum, sum
stovnurin fyriskipar.
Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til
Ingolf Lamhauge, Økisstjóra, á tlf. 44 85 88.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum,viðmælum og upplýsing-
um um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Toll- og
Skattstovu Føroya, Eysturoyar Øki, í hendi í seinasta lagi:
18. juli 2002
Toll- og Skattstova Føroya
Eysturoyar Øki
Postsmoga 225
FO-600 Saltangará
Toll- og
Skattstova
Føroya
Málsviðgeri
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálaráðnum.
Uppgávur stovnsins eru
m.a. at fyrisita
• skattalógina
• tolllógina
• mvg-lógina
• kolvetnisskattalógina
• avgjaldslógirnar,
eins og alla skuldarinn-
krevjing hjá landinum.
Stovnurin hevur 150
starvsfólk og er skipað-
ur soleiðis, at planlegg-
ing og menning fer fram
í Stýrinum á Argjum.
Tær seks økisskrivstov-
urnar, ið eru á Tvøroyri,
í Skopun, Sørvági,
Tórshavn, Saltangará og
Klaksvík røkja rakst-
urin.
Á Eysturoyar Øki, har
viðkomandi kemur at
starvast, eru 20 starvs-
fólk.
Lýsingin finst eisini á
heimasíðu okkara
www.tollskatt.fo
E-mail:
eysturoy@tollskatt.fo
Lesið
Sosialin
Skipasmiðjan á Skála P/F
søkir eftir tekniskum leiðara
Starvið:
Sum tekniskur leiðari fær tú ábyrgdina av øllum tekniskum spurningum á
Skipasmiðjuni.Tekniski leiðarin verður partur av leiðslu felagsins við beinleiðis
tilvísing til stjóran. Tekniski leiðarin skal vera við til at menna virkið tekniskt,
somuleiðis sum hann skal viðvirka til at styrkja verandi virksemi og finna nýggj-
ar møguleikar fyri øktum virksemi.
Arbeiðsplássið er á Skála.
Høvuðsuppgávur:
• at vera driftsleiðari og samskipa tær ymisku uppgávurnar.
• at vera tekniskt tengilið millum virkið, viðskiftafólk og myndugleikar.
• at vera við til at leggja ætlanir fyri arbeiði og menning av virkinum.
• at vera við til at mynda leiðsluna á virkinum bæði dagliga og við framtíðini í huga.
• at vera formonnum og starvsfólki annars til hjálpar í tekniskum spurningum.
• at leiða tilboðsrokning og gera metingar av arbeiðum sum heild, bæði fíggj-
arliga og hvat viðvíkur tíð.
Førleikar:
Vit rokna við at tú:
• er maskinverkfrøðingur og/ella hevur víðkað maskinmeistaraprógv.
• hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir.
• hevur evnir at greina tekniskar trupulleikar, viðgera møguleikar til loysnir og
ert førur fyri at taka avgerðir.
• dugir væl at málbera teg á føroyskum,skandinaviskum og enskum máli,bæði
skrivliga og munnliga.
Vit bjóða:
Eitt sjálvstøðugt arbeiði við góðum møguleikum fyri persónligari menning.
Løn, trygging og eftirløn eftir nærri avtalu partanna millum.
Um hetta hevur tín áhuga ella um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi,
vinarliga set teg í samband við okkum á tlf. 44 11 55.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving skal sendast til:
Skipasmiðjuna á Skála
att.: Marni Olsen
FO-480 Skála
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og freistin at lata inn er 31. juli 2002.
www.faroeyard.fo
skala@faroeyard.fo
P/f Skipasmiðjan á Skála er dóttirfelag hjá P/f Tórshavnar Skipasmiðju og har starvast umleið 75 fólk .
Sosialurin
Sosialurin
Visti tú ikki tað?
Visti tú ikki tað?
Pedagogur ella
hjálparfólk
til Bústovnin á Mýrivegi, Klaksvík
Innan Trivnaðarmálaráðið og stovnar undir tí, við
tænastu inntil víðari á Bústovninum á Mýrivegi 13A
er eitt pedagogstarv leyst til setan 1. august 2002
ella eftir nærri avtalu.
Starvið verður sett antin sum tænastumannastarv
ella sum sáttmálasett,eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og F. Pedagogfelag, lønt lønarstigini 24,
25, 27, 28, 30 og 31 eftir lønartalvuni frá mars 2002
ella fyri sáttmálasett lønt stigini 11-16. Arbeiðstíðin
er 40 tímar um vikuna, skiftandi vaktir og annað-
hvørt vikuskifti.
Á bústovninum búgva 4 børn/ung við sjúkragrein-
ingini autismu. Endamálið við okkara arbeiði er at
skapa tryggar karmar hjá íbúgvunum og at seta í
gongd og skipa fyri virksemi, sum er til gagn fyri
hvønn einstakan.
Umráðandi er at umsøkjarin er væl fyri kropsliga, er
áhugaður í at verða nógv úti í náttúruni, svimja o.a.
Somuleiðis hevur tað týdning at umsøkjarin hevur
góð samstarvs- og innlivingarevni.
Av tí at Bústovnurin er nýggjur og tí undir upp-
bygging,kunnu vit bjóða eitt spennandi arbeiði,við
nógvum avbjóðingum bæði persónliga og fakliga.
Bert fólk, sum hava lokið námsfrøðiligt prógv, kann
setast í pedagogstarvið, men um ikki útbúgvið fólk
verður sett, verður fólk við øðrum førleika sett í tíð-
aravmarkað starv.
Nærri fæst at vita um starvið frá leiðaranum á
telefon 456310.Umsøknarfreistin er 27.juli 2002 og
skulu umsóknirnar,saman við prógvum,viðmælum
v.m. sendast til
Bústovnin á Mýrivegi
Mýrivegur 13 á
700 Klaksvík
Hjálparfólk
Søkt verður eftir avloysara fyri hjálparfólk í
barnsburðarfarloyvi frá 1. september 2002 og til
28. februar 2003.
Uppgávur
Starvið fevnir um móttøku, telefonavgreiðslu,
kopiering, røkt av fundarhøli, innkeyp og aðrar
innanhýsis tænastur.
Faklig førleikakrøv
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava skrivstovu-
útbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving.
Persónlig førleikakrøv og royndir
Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni,kunna
arbeiða sjálvstøðugt og kunna virka til lítar á ein
tryggan hátt í einum umhvørvi har mál til tíðir
hava nógvan skund.
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett í lønarflokki 2 sambært sátt-
málanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvs-
mannafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið
Møguligir umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í
samband við Petur Simonsen, umsitingarleiðara,
tlf. 351010 ella 284249, fyri at hoyra meira um
starvið.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og møguligum við-
mælum skulu sendast
Løgmansskrivstovuni
Postsmogu 64
110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera á Løgmansskrivstovuni í
seinasta lagi mánadagin 5.august 2002.Allar um-
sóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Løgmansskrivstovan er fyrisiting hjá løgmanni. Løgmans-
skrivstovan er skipað í tvær deildir og tvær tænastueindir
og hevur í høvuðsheitum tvørvegis og samskipandi upp-
gávur, eitt nú landstýrisfundir, uttanlandsmál, umboðan,
starvsfólkapolitikk, fyrisiting, nýskipan og sjálvstýrismál.
LØGMANSSKRIVSTOVAN
Útibarnagarðurin Víkin
í Æðuvík
Pedagogur/
Hjálparfólk
Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir 1
pedagogi 35 tímar um vikuna, til útibarnagarðin
Víkina. Starvið er tíðaravmarkað frá 9. september
og so leingi barnsburðarfarloyvi varar.
Á stovninum eru 24 børn í aldrinum 5–7 ár.
Vit ynskja at tú:
•
dámar væl at vera úti í náttúruni
•
ert kreativ/ur
•
hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan dag saman við børnunum
•
ert við til at menna tað pedagogiska arbeiði
•
hevur gott foreldra- og starvsfólkasamstarv
•
dugir at seta teg inn í støðuna hjá tí einstaka
barninum
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Káru Løkin tlf. 214306 ella 448686.
Løn samb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag
og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um eingin pedagogur søkir, verður hjálparfólk
sett í starvið.
Skrivlig umsókn, saman við upplýsingum um út-
búgving, royndir og møguligum viðmælum, skal
vera kommununi í hendi áðrenn 30/07-2002.
Runavíkar Kommuna
Postboks 139
600 Saltangará
Dagrøktarar
søkjast
Søkt verður eftir dagrøktarum til dagrøktarskip-
anina í Skála Kommunu, at byrja 15. august.
Viðkomandi skal hava áhuga og hegni at arbeiða
við børnum.
Dagrøktarheimið skal vera soleiðis innrættað, at
tað er gott og trygt at spæla innan- og uttandura.
Umsóknir skulu vera dagrøktarleiðaranum í
hendi í seinasta lagi 1/8-2002.
Áhugað kunnu venda sær til
Liljan Chung
dagrøktarleiðara
á tlf. 227393 ella 441863
Landsverkfrøðingurin
Sagt verður frá, at asfaltverkið og skerverkini eru
stongd í summarfrítíðini frá 22. juli til 19. august.
Summarfrí
Vegna summarfrí verður kommunuskrivstovan
stongd 22. juli – 9. august 2002.
Leirvíkar Kommuna
Postrúm 42
520 Leirvík
Video-handil
til sølu
DVD og VHS filmar at leiga út, við innbúgvi, verður
selt fyri sámuligan prís – møguleiki er at leiga
núverandi høli.
Video 2000
Tlf. 310767 – 213388
Frá S&K-felagnum
Vegna summarferiu er skrivstovan stongd frá týs-
degnum 30. juli til mánadagin 19. august.
Nevndin
Til keyps og leigu:
· Minigravimaskina á beltum - 800 kg
· Bob Cat lessumaskina, til fjølbroyttar uppgávur
· Transportari á beltum til sand, grús, asfalt o.a.
· Trumla til asfalt, grús, sand
· Luftkompressarar, luftamboð og boriútgerð
· Fasadustillads og aluminium stillads á hjólum
· Forskallingar og forskallingsútgerð
· Sjálvkoyrandi lift røkkur 19 metur
· Ymiskar maskinur og amboð
Umframt mangt annað!
-tað loysir seg
C
M
Y
K
33
32