Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. oktober 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

UT T sosialurin telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: Feroya Javnaðarflokkur Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miller Lýsingar: Arne Thomsen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Hin møguleikin Í Dimmalætting týsdagin vóru greinar av bæði Paula Ellefsen og Eli Nolsøe. Báðir vóru samdir um, at Atli Dam ikki skal halda fram sum løgmaður og samráðingaleiðari við aðrar tjóðir um veiðirættindi. TANN FYRRI helt, at veljarnir í Suð- uroyar valdømi nú áttu at geva Atla Dam farloyvi bæði sum løgtings- maður og løgmaður fyri tey kom- andi fýra árini. Hin seinni helt, at fólk ikki longur kundu líta Atla Dam upp í hendi at standa fyri fiskiveiðu- samráðingum við aðrar tjóðir. SOMU MENN skriva ført og enntá rósa sær av kassasáttmálanum á sinni. Teir halda ivaleyst, at oll hava gloymt, at tá tað seinasta og avger- andi samráðingarumfarið skuldi vera, tá tímdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Eli Nolsøe úr sambandsflokkinum, ikki við til Keypmannahavnar. Hann helt ikki, at tað loysti seg. Hann metti, at tað var til onga nyttu. MEN SAMAN við øðrum fór Atli Dam til hesar samráðingar. Úrslitið varð kassasáttmálin ella sokallaði svikasáttmálin. Og sambandsmenn hava síðani verið fremstir til at rósa sær av hesi skipan. Men kassaskip- anin varð ikki uppfunnin av sam- bandsmonnum. Teir vóru heldur ikki við, tå føroyingar komu heim aftur við kassasáttmálanum. Teir góvust við hálvum gekki. SPURNINGURIN er so, hvørjum fólk hava álit á. Teimum, ið geva upp fyri tapt uppá forhond og ikki tíma at gera sær ómak, ella teimum, sum ongantíð geva upp fyri tapt, og men áhaldandi royna at troyta allar hugsandi leiðir? Hetta gjørdi Atli Dam og tí fingu vit kassasáttmálan. MEN STØDAN er nú greið. Sam- bandsmenn hava tikið blað frá munninum. Teir hava ikki álit á Atla Dam sum løgmanni og samráðing- arleidara. Hin møguleikin er so Eli Nolsøe, Kjartan Mohr og Oli Breck- mann. Valid stendur nå um hetta. Hvat sigur veljarin? Politisk villleiding Få Sum lesarin kanska hevur varnast hevur verid eitt lítið orðaskifti millum Paula Ellefsen og undir- ritaða um veitingar til einkjur. Skrivingin start- aði við eini lýsing í »Dimmalætting«, har Sambandsflokkurin boð- aði frá, at samgongu- flokkarnir hevdu felt eitt lógaruppskot frá m.a. Sambandsflokkinum um endurgjald til einkjur, sum mistu einkjupensjón, orsakað av at tær vinna pening fyri arbeiði. Her loyvdi eg mær at vísa á, at henda lýsing var stak villleiðandi, tí a. sambandsflokkurin hevði einki lógaruppskot sett fram. b. landsstýrið hevði sjálvt sett fram uppskot í tinginum um batar til einkjur sum merktu eina upphædd fleiri ferðir so stóra sum ta upphædd Sambandsflokkurin hevði umtalað. Vit eru nú komnir so langt í hesum orðaskifti, at Pauli viðgongur, at einki lógaruppskot er sett fram. Tað sum varð sett fram varð eitt broytingar- uppskot til fíggjarlógina. At eitt slíkt uppskot, um tað bert varð samtykt, ikki vildi givið einkjunum nakað, viðgongur Pauli eisini. Hann sigur nú, at tað var neyðugt, at um- sitingin, t.v.s. landsstýrið gjørdi nærri reglur fyri út- gjalding av hesi játtan. Hetta hevur Pauli ikki nevnt eitt orð um áður. Hann hevur givið fólki ta fatan, at talan var um eitt fullfiggjad uppskot, sum beinanvegin vildi givið tær umtalaðu semdir. Tá hugsað verður um, hvussu dúgliga Pauli hev- ur stridst ímóti at flyta avgerðarrættin úr tingin- um út í landsstýrið, so má tað falla einum fyri brósti, at hann í fullum álvara sigur seg at hava sett uppskot fram, sum nettup flytir avgerðarrættin úr tinginum til eitt lands- stýri, sum hann als ikki hevur álit á. Tað sum sid- an er gjørt nettupp á hesum eki, veitingar til einkjur, er nettupp upp- skot sum eru samtykt í tinginum. Men her hevur Pauli ikki havt nakað uppskot um broyting í nekrum reglum í einkju- pensjónslóggávuni. Tá eg havi gjørt nakað nógv burturúr júst hesum máli, er tað ti at nettupp skrivingin um hesa sak vísir, hvussu ósaklig hendan skrivingin er, og er hetta eyðkent fyri Paula. Um eingin kom afturumaftur hevdu “fólk fingið ta fatan, at bert andsteðan hevur viljað bett um korini hjá einkj- um. Hetta er so skeivt sum tað kann vera. Í eini grein herfyri vildi Pauli geva sambands- Frælsi at frambera hugsan sína Eitt umboð fyri Kristus er Svarið hevur vent sær til undirritaða við fyrispurn- ingi um hvat eg á fundi á Hotel Norð á Viðareiði havi framborðið um krist- indómsins steðu í samfel- agi okkara. Havi onki ímóti at siga frá hesum, hóast eg júst á hesum floksfundi, sum ikki var almennur, gjerdi vart við, at tjak um hetta evni ikki hóskaði í eini politiskari esingartið upp undir val. Í stuttum sagt gjørdi eg vart við, at hóast alt annað, sum skrivað og sagt er, so tryggjar grundstevna javnaðar- floksins ellum borgarum talu-, trúar-, organisati- óns- og samkomufrælsi. Eisini vísti eg á at javnað- arstýri um allan heim veruliga hevdu sýnt í verki, at meguleikarnir hjá hverjum og einum at virka sum forkynnari fyri hansara persónligu steðu- takan til bíbliunnar orð. og til at koma saman um hetta, vóru bestir undir slíkum demokratiskum stýrum. Afturat hesum greiddi eg frá, at í nýggju skúla- lógini var kristniundirvis- ingin ikki minni enn i gomlu, heldur meira, og greiddi eg frå, at kunn- ingin um aðrar heimsregli- Onir ikki fór fram i kristin- timunum, men undir søgu og landalæru. Atli P. Dam flokkinum patent uppå demokrati i Feroyum. Hetta er sjålvsagt so langt úti, at tað kann ikki svarast til tað. Men skal ein liva upp ti! demokrati skal ein eisini hava eina vissa ábyrgd yvirfyri sannleikanum. At reingja nærum einhvenn veru- leika fremur ikki nakað fólkaræði. Tann skriving- merkingar in sum er í bleðunum í dag kann bert fremja tað sum á donskum kallast »parla- mentslede«, t.v.s. leiði við fólkaræðnum. Er hetta nóg útbreitt, er vandi á ferð, og hetta eiga eisini Pauli og aðrir at hava í huga. Óli Jacobsen Tøkk Hjartans tøkk øll tit, ið so trúliga vitjadu konu mina, ANNU JOANNESARSON, medan hon lå sjåk og fyri sam- kenslu við deyða hennara og jardar- ferð. Hjartaliga takk øll somul LEIVUR Tilboð ynskist uppá innilokan og innrætt- ing av norskum typuhúsum á Skála- fjørdinum, beinanvegin. Útbjóðing Vegna Tórshavnar kommunu verður arbeiðið í samband við gerð av høvudskloakk í Gundadali og inniloking av Havnará hervið boðið út alment. Arbeiðið umfatar í stórum: Inniloking av Havnará frá Gundadalsfossi og oman móti stadionøkinum, tilsamans 236 m. Gerð av høvudskloakk, tilsamans 837 m við tilhoyrandi síðuleiðingum. Útbjóðingartilfar fæst til lans á skrivstovu okk- ara frá friggjadegnum, tann 27/10/1978 móti at rinda kr. 500,— í veðhaldi. Tilboð, merkt »Høvudskloakk III A í Gunda- dali og inniloking av Havnará< skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi, týsdagin 21/11 1978 kl. 15.00. Tá verða tilboðini latin upp, og kunnu teir, ið bjóða vera hjástaddir. Landsbyggifelagið P/f Grenlandsvegur 5 3800 Tórshavn — Tlf. 14744 1 BINGO 73 SOSIALURIN 1978 72 SOSIALURIN 1978 90 SOSIALURIN 1978 85 SOSTALURIN 19