Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 82 — 1. november 1978 sosialurin Síða 7 Er stættarmunur á Tvøroyri? Í Dimmalætting fyri hós- dagin 19/10 1978, hevur leiðari sambandsflokksins eina grein nevnda »ER SERLIGUR STÆTTAR- MUNUR Á TVOR- OYRI.« Hetta skal vera fyri at bera i bøtuflaka fyri skriv- ing hansara i sama bladi, har hann sum aftursvar til navngivnan persón segði, at javnaðarflokkurin hev- ur altíð forfylgt vinnu- livsmonnum í Føroyum og serliga suðuri á Tvøroyri. Tað, at arbeiðsmenn og kvinnur á Tvøroyri løgdu til brots á tí fakfelagsliga økinum, tað at arbeiðs- menn og kvinnur kravdu semulig kor, tað kallar Pauli Ellefsen, í grein síni 23/9 1978 í Dimmalætt- ing, fyri forfylging. Hvørki hann ella nakar talar um forfylging av ar- beidararørsluni. Sjålvandi må hann draga Tvøroyri fram, ti tað var jú her, fakfelagsrørslan stakk seg upp, tann rørsla sum síð- ani byrjan hevur verið við til at leggja eitt fast stødi undir tey rættindi sum ar- beiðarastættin eigur. Og hetta, at menn og kvinnur tóku seg saman í felagsskap fyri at beta um kor síni, tað verður í dag av leiðara sambands- flokksins kallað fyri for- fylging. Men tað eru so nógv sum ikki kenna seguna og hana kennir hesin maður heldur ikki, ti min góði vinur, arbeiðarastættin kravdi ikki bara semdir, tey kendu eisini skyldur sínar, bæði yvir fyri sam- felagnum og ikki minni yvir fyri arbeiðsgevaran- um. Men tíverri, tað hevur víst seg tá og fram til dagin í dag, at skyldurnar framvegis eru meira á herðum arbeiðarastættar- innar. Nú er tað tú, sum brúk- ar orðið forfylging, tað havi eg ongantíð nevnt við einum orði, men tá tú sigur tað so rámandi, mást tú kenna tað. Í starvi tínum sum grann- skoðari sær tú uttan iva STÆTTARMUNIN. Sum politikari hevur tú jú ironiserað um hetta álvarsmál, hver minnist ikki maireðu tína. Tað gleðir meg veru- liga, at tú váttar, at eg á tingi framhaldandi geri vart við stættarmunin, hann er har og ongantið fari eg at steðga talu míni hesum viðvíkjandi, tað er jú uppgáva mín at royna at stytta um hann. Og eg feli meg sann- førdan, at hetta er vid at ganga upp sjálvt fyri Paula Ellefsen, at fakfel- agskampurin, kampurin fyri sømulig kor og javn- Sverre Midjord rættindi ongantid verður at steðga, og slett ikki so leingi sum eg eri talsmað- ur arbeiðarastættarinnar. stættarinnar. Eg veit, hvat hesin fel- agsskapur stendur fyri. Eg veit, hvat hann hevur at berjast ímóti. Eg kenni mín uppruna. Eg veit, hverji rót eg eri runnin av, og verði altíð, bæði í skriving og talu, at viður- kenna, at tann politikkur, sum mín flokkur stendur fyri, tann politikkur, sum mín flokkur hevur fert, hevur verið við til at stytta um munin í sam- felagnum. Tann tíðin er farin, harra Pauli Ellefsen, at tað vóru pengar ella hver tú var, sum avgjerdi plas- eringina. Tann tíðin er farin, orsakað av tí áhald- andi stríði, sum mín flokkur hevur fert. Við lóggávu er tryggjad øllum lærurættindi, tað eru nú evnini ikki pengar, hetta hevur fakfelagsrerslan sína stóru æru av, og teir sum hava valt talsmenn okkara, so tað vil altíð verða av mær mint á stættarmunin ikki bara á Tveroyri, nei, mín góði vinur í Feroyum. Men at Tveroyri stend- ur fyri skotum bæði tá og nú, er einki at siga til, tað er jú grundað á, at her býr framburðsfólk, sum ikki lata seg taka av fótum, ti um tú og tit hevdu lisið søguna, hevdu tit ikki skrivað sum tit gera, tí segan slær fast, at ar- beiðarastættin, tann stætt sum eg stavi frá, ikki bara setti krøv, men sanniliga kendi og tann dag í dag kenna skyldur sínar. Hver tók um endan, tá ið á stóð, hver, eg spyrji bara, les siglingar- søgu Páll Nolsøes. Tad var arbeidarastætt- in á Tvøroyri, hvert mansbarn her hjå okkum veit tað, hvert mansbarn í Feroyum burdi vitað tað. Men einaferð enn, ja, mangar ferðir um neyð- ugt, arbeiðarastættin hevur kent skyldur sínar ikki bara tá, men eisini nú .endan, tå og til eina og hvørja tid, eisini valdagin, kenna tey, hvørji verja teirra åhuga- mål best. Um tú hevði lisið søg- una, so visti tú, at tað var henda stætt, sum tók um ið vinnulivs- menninir = ikki kundu meira, ikki ti at vinnulivs- menninir vóru ódugna- menn, nei og aftur nei, men skiftandi viðurskifti tóku teir bestu av fótum, og hetta skuldi tú vitað eitt sindur meira um enn vanlig verkafólk. Og arbeiðarastættin hevur aftur nú tikið um endan og her uttan skatta- fyrimunir. Tú nevnir nakrar av minum partamonnum, J. Fr. Øregaard og Haldor Hansen, tú sigur, at teir ikki tala somu talu, ja, men tað kunna teir ikki, og hetta kundi tú havt fingið váttað, um tú hevði lurtað eftir J. Fr. Øre- gaard, tá hann í útvarp- inum greiddi frá javnað- arflokkinum, um tú hevði lurtað og lagt tær í geyma, hevði tú ikki skrivað soleiðis sum tú ger, ti J. Fr. Øregaard- undirstrikaði tann kamp- in, sum serliga fór fram á Tveroyri, men tað er kanska so, at sannleikin skal gloymast. Alt gott at siga um sambandsfólkið á Tvør- oyri, vit eru ósamd polit- iskt og á mongum ekjum, men sum bygdafólk í sama báti. Men áheitan tín, at veþer- av tykkum vil stytta um munin, ja tað er jú tú, sum talar um mun, tað fara tey at vara seg fyri, og tala tin og skriv- ing sannferir tey um tað, at tú ikki veit, hvat tú í veruleikanum ger. Tað sum freir meg er, at tú sannar, >At ikki kann forast ein politisk samtala við Sverra Midjord, uttan hann ferð eftir ferð verjir arbeidarastættina«. Og tå sigur, serliga ta suduri å Tvøroyri. Tu skal føla teg sann- førdan um, at tad fari eg framvegis at gera, ti uttan mun til hvat starv tå hevur, mást tú alti3 minn- ast til ta rót, tú ert runnin av, og mína kenna velj- arar mínir. og at tað er við at lýsna, tí nú hevur tú váttað, at tú kennir hana við. Eitt skal tú vita, at eg altíð fari at rógva í tí báti, sum hevur ta føroysku ar- beiðarastættina til báts- manning, og rógvast skal fram ímóti at stytta um munin ímillum tey, sum tú umboðar og tey, sum eg stavi frá og altið vil tala fyri. Sverre Midjord TH{AAA—nTMÚÚAK—F—L177O—T{|É{|— Viðmerking til Trygva Í Dimmalætting 24/10 -78 skrivar Trygvi Guttesen undir yvirskriftini: »Kross vid Sambandsflokkin ella Javnadarflokkin?« Eg fari her at gera nakr- ar viðmerkingar til hetta. Eg kom heim um sama mundið í 1972 eftir 14 ár í Danmerk í somu erindum sum Trygvi. Men mótveg- is honum, var eg ongantíð í iva um, at mín krossur skuldi setast við Javnað- arflokkin. Heimkomin merkti eg eisini tvídráttin millum samband og loysing, men eg kom skjótt til ta nið- ursteðu, at gjerligt var at byggja brúgv yvir hesa gjógv við at virka eftir galdandi lóg, heimastýris- lógini, innan hvers karm- ar vit — sum Trygvi skrivar — hava sjálvstýri, men tíbetur ikki nakra loysing. Men tá var eingin meguleiki hjá javnaðar- flokkinum at virka á hes- um eki, ti hann var í sam- gongu við Gl. sjålvstyrin- um og sambandsflokkin- um og var javnaðarflokk- Guttesen urin — tóktist tað mær — ógvuliga bundin av sein- ast nevnda samgongu- partnara sínum, sam- bandsflokkinum. Ja, hann var næstan fjøtradur á ti tjóðskaparliga økinum, tí sambandsflokkurin vildi ikki fylla út karmarnar í heimastýrislógini. Alt skuldi vera, sum tað hevði verið, eingin broyting mátti henda. Hesi bond loysti javn- aðarflokkurin av sær fyri 4 árum síðani, tá hann fekk bæði tjóðveldisflokk- in og fólkaflokkin at taka ábyrgd og fera skilagóðan politik á nærum ellum ekjum, sjálvandi við skiftandi hepni, tó mest við góðum ella frægastu úrslitum, og á ti tjóðskap- arliga økinum, avgjert innan rammur heimastýr- islogarinnar og uttan skilaleysar ella ov dyrar yvirtøkur. Nu kundi ein so væntad at nyggja leidslan i sam- bandsflokkinum og tapið á seinasta logtingsvali hevði givið flokkinum høvi til at endurnýggja seg — umhugsa, hvat var gjørt skeivt, og sidan i 4 ára andstødu roynt at endurskoða síni sjónarmið og víst á konstruktivan andsteðupolitikk, men alt annað. Nýggi leiðarin, Pauli Ellefsen, legði út við at siga seg hava sum fremsta politiska mál at: >knúsa javnadarflokkin«, sum ikki var annad enn »fjant og fjas«. Annars hevur and- stødupolitikkur sam- bandsfloksins vid Paula sum leidara verid nøkur småmål, sum via Dimma- lætting eru »gjørd upp« til dømis: Skrokkamålid, sum ikki helt i rættinum, Smyrla- málið, sum var tómur på- standur um rakstrarligt risahall, undirskotið hjá Postverkinum, sum ikki kom, dýrar yvirtekur, sum ikki hava funnið stað, pástandur um oyðsl við almennum peningi, uttan at ávísa, hvar sparast skuldi og so framvegis, (eg havi við vilja her ikki nevnt skuldsetingina móti javnaðarflokkinum um avkristnan av Føroyum). Alt bilig politisk mål, stórt uppsett, ræðuligur ordafloymur, men illa undirbygt og uttan tann stóra týdning í samlaðu politisku myndini. Har- umframt illgitingar og ó- sakligar og óheiðursligar skuldsetingar móti løg- manni persónliga og ann- ars ellum landsstýrinum. Ti er keld luft millum Atla og Paula idag, og ov seint fyri hetta valið, sýn- ist Pauli at hava ásannað sínar taktisku, politisku villur, men aðrir sam- bandsmenn hava vitað og sæð hetta leingi. Eg skal ikki persónliga geva meg um, at Pauli Ellefsen, formaður Sam- bandsfloksins, hevur lagt so stórar steinar í vegin fyri samarbeiði við javn- aðarflokkin, at bæði hann sjálvur og onnur valevni sambandsfloksins í dag í skrift og talu taka stødu frá hesum, eins og Trygvi Guttesen ger, ti eg síggi fegin sambandsflokkin í andsteðu 4 ár afturat. Harafturímóti harmar tað meg, at Trygvi Gutte- sen, sum politisk var i iva millum javnadarflokk- in og sambandsflokkin, tók steðu fyri tí seinra, har eg vænti, hann fer at verða skuffaður. Eg skal tí bert vóna, at hann ein dag, helst skjótt, verður klókari og tá finnur aftur til javnaðarflokkin. Heimamaður Semjan er soljóðandi: sagen«. bleiv noktad honum. Aftursvar til aftursvar Hin 24/10 roynir Pauli Ellefsen aftur at røra i skrokkagreytinum å ein slikan hått, at veruleikin um niðurlag hansara í rættarsemjuni og ósannindi hans í tinginum, tá undirritaði avdúkaði, hvat hann ikki fekk við í semjuna, verða gruggað til. Hann talar um ikki at sparka til liggjandi mann, men um tað er A. Absalonsen ella landsstyri/ figgjarnevnd, sum liggja. letur hann lesaran av- gera. Hesin hevur kortini skrivað sær bak oyrað, hver neig til kníggja og át skuldsetingar sínar mót A. Absalonsen í seg aftur. „Den sagsøgte erklærer, at de i Dimmalætting fremsatte udtalelser om, at bl.a. sagsøgeren ikke havde nogen reel egenkapital i forbindelse med købet af »Skrokkin«, ikke skal forstås som sigtel- ser mod bl.a. sagsøgeren for strafbart eller ære- rørigt forhold, men udelukkende som kritik af landsstyrets og finansudvalgets behandling af Hvat P. E. meinar við aftur nú at nevna, at eing- in reellur eginpeningur var, sigur hann einki um. heldur ikki um konsekvensin av hesum fyri málið. Eg meti, og eg hugsi flest oll við mær, at um eig- ararnir av skipinum uppgóvu ein eginpening, sum ikki var til, so høvdu teir gjørt seg sekan i »et strafbart og ærerørigt forhold«. Møguliga metir P. E., at tílíkt er í lagi, men eg hugsi ikki, at hetta samrimar við rættsuppfatanina hjá Føroya fólki. Lat meg endurtaka, at P.E. royndi at fáa við í semjuna, at hann við hesi semju ikki hevði sagt, um eginpeningurin var reellur ella ikki, men hetta Atli P. Dam