Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 82 — 1. november 1978 sosialurin Síða 9 Gav fólkaflokkinum nevan fyri næsarnar Fíggjarmálaráðharrin, fólkafloksmaður- in Demmus Hentze, vildi vera við, at hann kom til eitt ravnabøli. Vit vóru við í seinastu samgongu og kundu tí ikki góðtaka hetta. Haldor Hansen gav tá Fólkaflokkinum nevan fyri næsarnar, og máttu teir ti geva okkum eina umbering. Vit hava hitt vágatingmannin hjá javn- aðarflokkinum á máli og tosa við hann m.a. um ídnaðarútbygging, bygdamenn- ing, um samgonguna, hvørjar møguleik- ar, javnadarflokkurin hevur vid komandi val. Hann leggur dent å, at tad avgjørt verður neyðugt vid einum sterkum javn- aðarflokki aftur hesaferð. Haldor Hansen varð vald- ur á ting í 1958 sum javn- aðarumboð fyri Vága val- dømi, og hevur havt sæti har síðani, undantikið er tó fýra ára skeið. Vit hava hitt hann og spyrja hann fyrst, hvat framt er av serligum týdn- ingi fyri hansara valdemi. — Eitt av teimum mål- um, sum eg havi arbeitt fyri øll tey árini, síðani eg kom á ting, hevur verið leinging av flogvellinum vesturi í Vágum, og hetta er komið í stigum til nú, vit hava fingið eina sterri útbygging. Vit kunnu nú nýta tey flogfør, sum eru sett inn og tey kunnu nýta fullan kapasitet. Somu- leiðis hevur tað verið trup- ult at fingið tól, sum hóska til innflúgvingina. Men hetta vísir seg nú at verið komið í lag. Annars hevur verið ar- beitt við vega- og havna- anleggum, bátahylum og tilikum. Flakaidnadur — Tå hevur mangan talad um idnad å landi. Er landsstyrid å rættari leid við tess ídnaðarútbygg- ing? — Eg haldi sjálvur, at vit hava virkað á rættan hátt. Vit hava tikið tað stigvist. Tað er serliga flakaidnaðurin, sum fyrst og fremst er útbygdur. Men onnur idnadarvirki, sum eru av alstórum týdningi, eru eisini komin, og í Servági hava menn nú tikið seg saman um at stovna eitt nýtt flaka- virki, sum kann verða eitt framtíðar = arbeiðspláss. Har er tað, havnarút- byggingin hevur nógv at týða, soleiðis at flakavirk- ið fær eitt eki, har tað kann vera. Somuleiðis er eitt nýtt isvirki komið við munandi kapasiteti, soleiðis at skip, bæði frá bygdini, oynni og aðra- staðir frá kunnu fáa tað tænastu, sum krevst frá einum slíkum virki. Í Miðvági er somuleiðis komið eitt flakavirki, sum tað almenna eisini hevur verið við til at stuðla, men her krevst eisini útbygg- ing og sjálvandi vil eg eis- ini gera tað, eg eri førur fyri, soleiðis at henda út- bygging kann koma í lag. Bygdamenning — Tað verður nú so nógv talað um bygdamenning- arpolitikk. Kunnu vit siga, at bygdamenningar- politikkur er ferdur í tín- um valdemi? — Ja, eitt tað stersta tiltakið til bygdamenning- arpolitikk er at fáa sam- ferðsluviðurskiftini so góð sum gjerligt. Her hevur ikki gingið so skjótt í Vága valdømi sum so nógva aðrastaðni. Hetta kemst kanska av, at Våg- oyggin eftir heimsbardag- an hevði bestu vegir í landinum. Hetta komst partvíst av tí arbeiði, bretar gjørdu har vesturi og tí vóru vit betri fyri enn aðrir. Men tað vóru pláss í Vágum, sum ikki vóru væl fyri. Har hugsi eg ser- liga um Be og Gásadal. Vit fingu vegin til Biggjar, og seinri varð byrjað við vegnum til Gásadals, og hesum vegi havi eg stridst fyri, síðani eg kom á ting. Tað sá kanska eitt sindur naivt út í sínari tíð, tá eg fekk eina játtan uppá 5.000 kr. Tað vóru ikki nógvir pengar, men hetta var so fyrsta stigið. Seinri hevur borið til at fáa játt- anina sterri. Nú sæst fyri stavn. Vegurin er partvíst gjørdur, og berghol skal koma, soleiðis at tann bygd, sum einki vegar- samband hevði, eisini kemur inn í veganetið, og skuldi hetta lætt munandi um hjá teimum, sum búgva har. Eisini fyri tann partin av Vágoynni, har t.d. mjólkartrot er og aðrar landbúnaðarverur tróta, sum kunnu fram- leiðast í Gásadali. Mest møguligt fyri minst møguligt — > Vegasambandid er sjálvandi ein stórur partur í bygdamenningarpoli- tikki, men tað eru eisini onnur mál, sum gera seg galdandi. Kann meira ger- ast við bygdamenningar- politikk í Vagum? — Sjálvandi kann ger- ast meir, men tað má takast stigvist. Tá vit nú hugsa um, at allur fiskur er kvoteraður, má takið :1ú vera at fáa mest møgu- ligar krónur fyri fæst megulig kilo. Og her koma vit inn í góðskingina av råvøruni. Flakaidnadurin i Føroyum er enn ikki rættiliga gamal. Hann røkkur ikki longur aftur enn til 1949, men nú haldi eg, tad er grundarlag fyri sterri foredling av hesi veru, enn frammanundan var. Fyrsta flakavirkið í Feroyum, var sum kunn- ugt flakavirkið hjá P/F N. Niclasen í Servági. Her hugsi eg, at serliga Vágoyggin hevur ein góð- an meguleika, eisini, tá mn MYKINES 6 str gf ak hugsað verður um flutn- ing av feskum, ófrystum verum og somuleiðis eisini av frystum verum við flogførum. Men hetta må gerast soleiðis, at tað eru tílíkar nogdir, at tað svar ar til tað, ein kelibilur tekur. Sendingar uppá eini 5 tons haldi eg eru hóskiligar. Hetta skuldi kunna givið ein betri pris, enn vit hava í letuni. Men her skal sjálvandi eisini gerast eitt arbeiði í selu- liðinum so mest meguligt fæst fyri veruna. Í hesum sambandi kann nevnast, at landið hevur - ; sett partapening í Kovan í Sandavági og somuleiðis í nýggja flakavirkið í Ser- vági. Tað eru sostatt skaptar fyritreytir fyri teimum, sum hava áræði og ætlanir til sterri og smærri ídnað av einum og hverjum slag. Sterk samgonga neyðug — Hvat var tín hugsan fyri fýra árum síðani, tá núverandi landsstýris- samgonga gjerdist ein veruleiki? — Nú hevdu vit framm- anundan verið í samgongu við sambands- og sjálvs- stýrisflokkinum, og kann eg ikki siga annað enn, at tað gekk væl. Men meiri- lutin var heldur tepur, og eftir minari meting er neyðugt, tá politiska kós- in skal setast út fyri eitt longri áramál, at ein sterk samgonga stendur aftan- fyri. Tá vit seinast gjørdu landsstýrissamgongu skal eg ikki dylja yvir at eg var heldur hugsanarsamur. Hetta vóru flokkar, sum vit als ikki hevdu arbeitt saman við áður. Men vit gjørdu eitt samgongu- skjal, settu punktini upp, og haldi eg sjálvur, hóast ymiskar trupulleikar, sum vit sjálvir ikki hava verið harrar yvir, at væl er komið burturúr. Eisini hava vit sæð, at hesir flokkar hava verið at ar- beiða saman við, tá teir koma undir ábyrgd. — Kundi tú hugsað tær, at núverandi sam- gongan heldur fram? — Eg vil siga, at allar dyr standa opnar. Tað er vítt til veggja og høgt til loftið, so vit vilja royna at fáa tað best meguliga burturúr. Nevan fyri næsarnar — Tú setti einaferð fólka- Haldor Hansen, legtingsmaður javnaðarfloksins fyri Vága valdemi flokkinum nevan fyri næs- arnar? — Ja, tað komst av tí, at tá eg havi arbeitt sam- an við monnum, um tað so er á tingi ella aðrastaðni, so hevur mær ikki dámað at latið teir úr, sum tað var gjert í hesum feri. Alt ilt stavaði frá seinasta landsstýri, varð sagt. Vit mugu minnast til, at vit vóru sjálvir partur av seinasta landsstýrinum, og tá menn so koma upp og siga, at skilið var so ringt, tá teir tóku við, so má tað átalast. Tað var akkur tað, eg gjørdi. Onkur vildi halda, at tað serliga var tað, sum Óli Breckmann førdi fram, men í veru- leikanum var talan um tað, sum figgjarmålaråd- harrin Demmus Hentze segði, nevniliga at hann kom til eitt ravnabøli, har einki skil var i nøkrum. Hetta mátti átalast harð- liga, og endaði við einum samgongufundi, har Fólkaflokkurin bað um umbering fyri hesi úttal- ilsi. — Vóru teir betri at samarbeiða við aftaná? — Ja, sum heild haldi eg, at tað hevur gingið frálíkt. Sjálvandi eru tað ymisk mál, sum vit ikki eru samdir um. Vit hava jú hver sína stevnuskrá. Men í einum slíkum sam- arbeiði má tað koma til ein »kompromis politikk,< og tað haldi eg, javnaðar- flokkurin hevur verið hegnigur við at fert út í lívið. Vit hava fingið fleiri av okkara stóru málum í- gjøgnum í hesi samgong- uni. Góðar vónir — Hevur tú góðar vónir fyri valinum sum heild og somuleiðis í tínum val- demi? — Eg vildi mett, at hugsandi fólk, sum hava sett seg inn í teir trupul- leikar, ið seinasta sam- gonga hevur arbeitt við, og hvussu hon hevur loyst teir, tá vera av teirri á- skoðan, at tað hevur verið stýrt so væl, at hesir flokkar kundu fingið fólksins álit aftur. Men sum sagt, vit liva í einum demokratiskum samfelag, har hver hevur høvi til at kjósa sær teir menn og teir flokkar, sum tey meina vera bestar fyri at fora teirra sjónarmið i- gjøgnum. Tå eg kom å ting i 1958 var tað serliga folkapensi- ónin, talað varð um. ØN vita, at undirtøkan var líti og ongin frammanundan. Burtursæð frá javnaðar- flokkinum var bert ein maður á tingi, sum at- kveddi fyri. Tað var G. L. Samuelsen. Ti hevur tað altid ligið mær á hjarta, at vit fingu eina sosiallóg- Framhald á síðu 14