Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 1978síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Síða 19 Føroya Siglingarsøga II, bind 1 + Uppseld — nu en Niggindi partur kemur til vårs — um Norðstreymoy Páll Nolsee, feddur á Tveroyri, men bú- sitandi í Havn, hevur hesi seinastu 20 árini tikist vid at skriva Føroya Siglingarsøgu. Higartil eru 8 partar útkomnir, og fleiri koma aftrat. Men nú hevur Páll so latið endurprentað eina av teimum fyrstu sigl- ingarsegunum, sum kom út. Í hesum døgum er komin í bókaselurnar onnur út- gáva av Feroya Siglingar- segu 2, bind 1. Bókin, sum leingi hevur verið uppseld, viðger norðaru helvt av Suðuroynni. Uppá fyrispurning, hví hann nú endurprentar hesa bók, sigur Páll Nolsee, at hann hevur fingið rættiliga nógvar á- heitanir um at geva bók- ina út aftur. Ein onnur av bókum Pálls er endurprentað. Tað er fyrsta bókin, sum kom út í 1955. Henda bókin varð endurprentað í 1962. Hetta fyrsta bindið av eðrum parti av Siglingar- søguni viðger Thomsens og Mortensens skip å Tvøroyri. Ummælararnir i 1962, tå hókin kom út, góvu bókini rósandi um- mæli, og skrivaði Fischer Heinesen í Dagblaðnum: Tá vit fáa at vita, at í 1890 gekk helvtin av før- oyska skipaflotanum út av Tveroyri, so er óneyð- ugt at skila til, at um ta tíðina og nógv ár framyv- ir, var Tvøroyri høvuds- bygdin i Føroyum, og sjålvt ein bygdasøga fyri Tvøroyri vildi havt sinar røtur runt um Føroya land, men her er tad skip- ini, og hver ið mannaði tey. Tá vit fáa at vita, hver ið skipari var á tí og tí skipinum, so sigur tað í nógvum førum samstund- is frá, hvaðani meginpart- urin av manningini var frá. At her ikki er einstáttað sæst beinan vegin — tú Úr bókini um Norðstreymoy, sum kemur til várs. H urprentað á Heyganesi og Vestmanna Sleipisteð ferðast millum Sunnba og Viðareiði, Mykines og Fugloy, ja, tað skuldi verið legið, hvørjari bygd i Føroyum, tú er úr, um tú ikki finnur fleiri av tínum bygdamonnum umtalað- ar, og hoyrir tú heima í hovuðsstaðnum, finnur tú eisini nógv haðani. Í bókini eru nógvar myndir, kann henda, tú er millum tey, ið finna mynd av pápa sínum ella av tí skipi, ið gamli førdi ella av báðum, men eisini tey, ið ikki soleiðis meiri ella minni beinleiðis eru við í bókini vilja gleða seg yvir, at siglingarsegan er fest á blað. Ja, hatta vóru orð Fisc- Heyganær, Vesfmanhunn, Færserne st andilsh hers i 1962 — og betur kann tað ikki sigast í 1978, nú vit hava aðru út- gávu liggjandi í bókabúð- unum. Páll hevur í umbúnað at geva út fleiri partar av Siglingarseguni aftrat og kemur 9. partur, sum er um Norðstreymoy, út í februar/mars. úsini hjá Ólavi á Heygum dagbókin Minningarhald Minningarhald verður kl. 10 í dag á Sjómansheim- inum í Havn. Strendur Í dag kl. 15 verður minn- ingarhald við minnisvarð- an fyri teimum sjólætnu í Sjóvar sókn. Jákup Kass, stjóri, talar. Fyrilestur um orku Hóskveldið kl. 20 heldur Elias Davidsen, verkfreð- ingur, almennan fyrilestur um alduorku í fyrilestra- salinum á Debesartreð. Nýggjur skúlastjóri í Runavík Martin A. E. Ludvig er av drotningini settur sum skúlastjóri í Runavík. Hann tekur við starvinum í dag, 1. november. Minningar- gudstænastur Havnar kirkja: Peter Pet- ersen kl. 20; Gjógv: Peter M. Rasmussen kl 16: Funningur: Peter M. Ras- mussen kl. 20; Klaksvík: Henning Begesv ang. Ørnaborgin Ja, so skula vit enn eina- ferd siggja ein film eftir bók, sum kendi rithøv- undurin Alistair Mac- Lean hevur skrivad: Undir leiðslu av bretska majorinum John Smith fer ein bólkur av servandum agentum og hermonnum til Týska- lands við ti endamáli at treingja seg inn í Ørna- borgina, sum er ein hev- uðssteð hjá »Alpuher- deildini«. Her situr ein amerikanskur generalur, Carnaby, fangi, eftir at flogfar hansara mátti neyðlenda, tá hann var á veg til ein týdningar- miklan fund. Á hevuðsskrivstovuni hjá bretsku fregnartæn- astuni MI6 fær bólkurin fyriskipanir frá Rolland admirali og Turner ob- ersti. Stutt eftir fer flog- farið við bólkinum — men bert Smith majorur veit, at ein loyniferða- maður er við. Tað er tann vakra og djarva Mary Ellison, sum fyrr hevur verið við Smith til hermålslig tiltøk. Bretski bólkurin lend- ir í kavaroki. Harrod sergentur, sum er radio- maður hjá bólkinum, saknast, men verður stutt eftir funnin við brotnum hálsi. Smith sigur hinum frá, at hann er deyður av fallinum, men í veruleikanum er hálsurin brotin av einum byrsukolbu. Ílatnir sum limir í Alpuherdeildini fara teir til bygdina beint við Ørnaborgina. Mary sigur seg vera systkina- barn Heidi, sum er tæn- astugenta å einum gist- ingarhúsi. Henda Heidi er í veruleikanum bretskur agentur, og gjøgnum hana fær Mary arbeiði á Borgini. Og her á Borgini hendir mangt og hvat. Allir menninir verða tiknir til fanga, 3 mans, sum eru við í bólkinum hjá Smith, verða avdúk- aðir sum njósnarar osfr. Filmurin verður sýnd- ur í Havnar Bio. Automatsvararin í Havnar Bio hevur tlf. 14105. Frekastu fr »pmakararnir vestanfyri Langt uti å preriuni byr tann ungi, vakri fupp- makarin Teudum, sam- an vid sini alt annad enn vøkru familju. Ein dagin fær familjan vitjan av einum sakførara inni frå bynum, og hann sigur teimum, at tey hava arvað eitt gullnám eftir einum skyldmanni. Familjan tekur móti hes- um gleðibóðum við stuttleika, ti tey vita, at skyldmadurin var ein stórur fuppmakari, sum livdi av at selja gullnám, sum als ikki vóru til ella sum langt síðani vóru tømd. Heldur ikki tå nakrir rånsmenn royna at stjala dokumentid, sum sigur, at familjan eigur >námið<, vilja'tey trúgva, at nakað nám er . til. . Men Teudum verður latin pent i og séndur út fyri at finna onkran góð- trúgvandi mann, sum hann kann selja námið roynir seg til. Hann longu í tokinum, men varnast har, at mangir aðrir eru í somu erindum sum hann sjálvur. Ferðin gongur víðari og tað verður uppdagað, at gull veruliga er í nám- inum, og nú vísir tað seg, at øll vilja hava ognarbrævið upp á nåm- ið. Filmurin verður sýnd- ur í Leikhús Bio. Automatsvararin í Leikhús Bio hevur tlf. 11131.