Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. november 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | — AR ON LL STATE LJ eks seed EH sosialurin Síða 3 Oll skulu hava sama møguleika at fáa grundstykki 500 umsóknir um grundstykki í Havn Mannagongdin í dag er tann, at staða verður tikin til hverja einstøku um- sókn. Teir umsekjarar, sum eru forsyrgjarar og eru úr Havn, hava sum er betri meguleika at fáa grundstykki, hóast aðrir umsekjarar hava sekt um grundstykki framman- undan. Eingin munur gjørdur Eftir tilmælinum frá nevndini fær tann, sum stendur fyrst á bíðilistan- um grundstykki fyrst o.s.fr. Tað verður ikki gjørdur munur á teimum, sum eru forsyrgjarar og teimum, sum ikki eru for- syrgjarar. Somuleiðis verður heldur ikki gjørdur munur á teimum, sum hava búð í Havn alt sítt lív og teimum, sum nýliga eru flutt til Havnar at búgva. Tað avgerandi er, at viðkomandi er borgari í Havn. Úrslitið av nýggju skip- anini verður tað, at um- sekjarar, ið hava bíðað longst eftir grundstykki, hava fyrsta rætt at fáa grundstykki. Ætlanin við nýggju reglugerðini er eis- ini at geva teimum, sum í bert fyribils, eru flutt úr kommununi, meguleika at fáa grundstykki. Her verður m.a. hugsað um føroyingar, ið fáa sær út- búgving aðrastaðni. 500 umsóknir Gravgangurin eftir grund- stykkjum i Havn hevur ongantid verið so stórur sum nú. Býráðið hevur til- samans 500 umsóknir. Tær elstu umsóknirnar eru frá 1974—75. Orsekin til at so nógvar umsóknir liggja hjá býráðnum er helst tann, at ov lítið hev- ur verið útstykkjað sein- astu árini. Býráðið hevur einki útstykkjað í ár og í fjør varð ov lítið útstykkj- að í mun til eftirspurn- ingin á grundstykkjum. Úrslitið er tað, at um- sóknirnar hava rúgvað seg upp og eru nú fleiri enn nakrantið fyrr. Sær hampiligt út Annars er útlitið fyri at fáa grundstykki í Havn hampuligt. Ætlanin er at gera fleiri útstykkingar á Ternuryggi. Her liggur eitt projekt til 50 grund- stykki heilt klárt. Eisini er ætlanin at stykkja út vestanfyri | Sundsvegin. Her er talan um eini 65 stykkir. Í Hoyvíkshagan- um verða í 1. umfari stykkjað út eini 80 grund- stykkir. Roknast kann við at henda útstykking verð- ur framd hesi næstu tvey árini. Tey seinastu fimm árini hevur Tórshavnar kommuna útstykkjað eini 50 grundstykkir um árið. Ung serliga Fleiri av teimum umsókn- um, sum býráðið fær, eru frá heilt ungum fólki. Í letuni hevur býráðið einar 20 umsóknir frá 12—14 ára gomlum, sum vilja liggja framvið í góðari tíð. Hesi kunnu tó ikki rokna við at koma uppá listan, fyrr enn tey eru fylt 17 ár. Snarfrost í Miðvagi 5000 t. av fiski í ár — selja í løtuni alt slógvið til Bacalao Flakavirkið Snarfrost i Miðvági hevur teir fyrstu 10 mánaðirnar í ár tikið ímóti 4900 tonsum av rá- fiski. Hetta eru umleið 1000 fleiri, enn virkið fekk alt árið í fjør. Á Snarfrost rokna teir við at fáa umleið 5500 tons av ráveru í ár. Tilsamans 7 stórir trolbátar og 3 deksbátar, allir úr Mið- vági og Sandavági, av- reiða til Snarfrost. Virkið hevur í ár fingið javnt nógvan fisk, og onkuntið hava teir selt fisk til flaka- virkið í Servági. Í Sosiali herfyri høvdu vit eina samreðu við stjór- an á Handils- og frysti- virkinum í Fuglafirði, Egil Toftegaard um viður- skiftini hjá flakavirkjun- um. Stjórin á Ellefsen sigur, at stødan er ikki ov góð. Hetta kemst sum sagt áður av dollarafallinum og teimum fallandi prisunum. Útbyggja Tað hevur áður verið frammi, at Snarfrost hevði ætlanir um at út- byggja. Til hetta sigur Áge Ellefsen at arbeitt verður við hesum ætlan- um, men tað er torfert at siga, nær ein útbygging kann byrja. Flakavirkið Snarfrost er eitt av teimum mongu virkjunum her á landi, sum ikki arbeiðir slógvið sjálvt. Higartil hevur alt slógvið verið selt til Baca- lao í Havn. Men tá út- byggingin av virkinum verður liðug, skulu teir sjálvir frysta slógvið — og á tann hátt fáa meira burtur úr ráveruni. Ætlanin er at keypa 4 vertikalfrystarar til inn- frysting av slógvi. Sam- stundis skal framleiðslu- orkan ekjast. Tvær linjur verða keyptar aftrat teim- um báðum, sum eru á Snarfrost nú. Harum- framt er ætlanin at byggja eina størri frystigoymslu. Stjórin á Snarfrost sig- ur víðari, at útbyggingin fyrst og fremst fer at fáa tydning fyri arbeiðs- gongdina á virkinum. Í dag arbeiða fólkini nógva yvirtíð, og hetta vilja teir sleppa undan. Arbeiðs- fólkið skal arbeiða vanliga tið, og hetta fer eisini at vera bíligari fyri virkið. Umframt at arbeiðstíðin verður broytt, so fer út- byggingin eisini at skapa fleiri arbeiðspláss á virk- inum. Tá nógv er at gera á Snarfrost, arbeiða eini 100 fólk har. Av tí at virkið bert hevur tvær linjur, hevur virkið ikki klárað at skorið alt við maskinun- um. Nógvur fiskur hevur ti verið flaktur og saltaður trý á getuni Hava tey Þpolitisku getuuppslegini nakra ávirkan á fólk? Anfinn Joensen, prentari: — Nei, tað haldi eg ikki. Tað man bert vera ein stuttleiki at síggja tílíkt. Meg ávirkar tað í ellum ferum ikki. Hans J. Højgaard, lærari: — Eg haldi ikki, at tey hava åvirkan å tilkom- in folk. Kanska å tey yngru — um nøkur å- virkan er yvirhøvur. Hans J. Joensen, prestur: — Tað trúgvi eg neyv- an, at tey hava. Tað kann tó ikki heilt úti- lokast, at ein ávirkan er har, men hon man vera minimal.