Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. november 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 87 — 18. november 1978 sosialurin Síða 9 Føroyski fiskiidnadurin roynir nyggjar leidir: Nu skal borðreiðast við kongafiskinum — flakavirki hevur keypt skerimaskinu til kongafisk Tad er Handils- og Frystivirkid i Fugla- firði, sum er fyrsta flakavirkið i landin- um, ið hevur bílagt eina Baader 150 úr Vesturtýsklandi. Henda maskinan kann skera kongafisk — og fer henda royndin at eydnast, er meguleiki fyri at ein væl sterri partur av fiskautflutningi okkara til kanska serstakliga tey amerikansku hús- arhaldini verður flak av kongafiski. Feroyingar hava fyrr gjørt lítið av at veiða kongafisk. Tað var í vár, at henda veiða tók seg upp á djúpum vatni undir Fer- oyum. Menn vita ikki við vissu, hvussu stórur stovnurin av kongafiski er, men týskarar hava í nógv ár fiskað kongafisk undir Feroyum, eini 10.000 tons um árið. Teir stóru saltfiskatrol- ararnir hjá Kjelbro hava fingið væl av kongafiski nú í heyst, nú teir hava verið noyddir at veiða í heimasjógvi. Eisini cuba- Byrja royndar- framleiðslu í januar Nú hevur so Handils- og Frystivirkið keypt eina skerimaskinu úr Týsk- landi. Teir rokna við at hava maskinuna sidst í árinum og byrja fram- leiðslu í januar mánaði. Egil Toftegaard, stjóri, sigur, at maskinan, sum kostar umleid hålva milli- On, fyribils er ein roynd. Ætlanin er at hini flaka- virkini i landinum skulu fåa upplysingar um, hvus- land. Teir hava skorið fiskin vid eini Baader 189, men hon egnar seg ikki væl. Maskinan sker so illa, at tað er alt ov leingi at reinskera aftaná. Meg- inparturin av arbeiðnum má tí gerast við hond, og til hetta fer nógv arbeiðs- løn. Urtøkan verður ti í minna lagi. Vilja ikki hava kongafisk Sum stødan er i dag ynsk- ir ti einki flakavirki at fåa nogvan kongafisk. Heldur ikki kunnu virkini selja slógvið av kongafiskinum sum minkafóður. I løtuni verda gjørdar royndir å minkafarmi, um konga- fiskurin kann nytast sum fóður. Hesar royndir eru ikki lidnar enn. Hóast slógvið á konga- fiski er ógvuliga feitt, er prísurin tann sami sum fyri annað slógv. Hetta heldur Egil Toftegaard á Handils- og Frystivirkið hevur sum fyrsta flakavirki í Føroyum keypt linju til konga- fisk. trolararnir, sum avreiða til Handils- og Frystivirk- ið, hava roynt á djúpum vatni og hava fingið nógv- an kongafisk. Í síðstu viku var Munkur á Fugla- firði við 1300 kessum, um- leið helvtin av veiðini var kongafiskur. Í letuni hava flakavirk- ini ongan annan megu- leika enn at skera konga- fiskin við hond. Henda mannagongd er orsekin til, at tað letur seg ikki gera at arbeiða sterri negdir av kongafiski. su maskinan roynist og um sterri framleiðsla av kongafiski loysir seg. Teir stóru týsku verksmiðju- trolararnir, sum royna undir Føroyum, hava ti- líka maskinu umborð. Avskipað til Týsklands Handils- og Frystivirkið avskipaði í síðstu viku 20 tons av kongafiski til Týsklands. Fiskurin fer yvir Alborg, nakað hava teir eisini selt yvir Eng- Handils- og Frystivirkin- um vera skeivt. Prisurin átti at verið umleið 20 pro- sent hægri. Í letuni letur Havsbrún 11 oyru fyri kilo av slógvi. Góður marknaður Marknaðurin fyri konga- fiski skuldi annars verið góður. Íslendingar, ið veiða stórar negdir av kongafiski, selja bæði til USA og Sovjetsamveldið. Prisurin á kongafiskaflaki er nakad nidanfyri toska- flak. Annars gevur konga- fiskurin i prosentum minni úrteku, nú hann verður skorin so illa. Men við eini góðari skerimask- inu skuldi staðan verið ein heilt onnur. Egil Toftegaard sigur, at teir fara at framleiða blokk og serstakliga fimmpund, ið fer bein- leiðis til húsarhaldini. Hevuðsmarknaðurin verð- ur helst USA, men møgu- leikin er eisini góður fyri at selja fryst flak við skræðu til Vesturtýsk- lands. Í dag er avreiðingar- prísurin á kongafiski ikki stórur. Meðan fiskimenn fáa umleið 3 kr. fyri kilo av toski og hýsu, fáa teir bert 1.15 fyri kongafisk. Sera spentir — Vit eru sera spentir, hvussu tað fer at ganga við nýggju maskinuni, sigur Egil Toftegaard. Ætlanin er at royndar- koyra maskinuna í januar. Hann leggur aftrat, at teir hava verið sera hepnir at fáa eina maskinu nú. Hetta er tann síðsta maskinan, ið eini seriu, sum Baader-verksmiðjur- nar gera í letuni. Annars hevdu teir verið noyddir at bíða til næsta summar. fiskivinna Samarbeiði Fiskivinna feroyinga er framvegis í eini broyting- artíð. Vit missa rættindi á fjarieidum. Fiskiloysi hevur verið á eini tí mest týðandi miðleiðini — eystanfyri — við tí úrsliti, at vit nú meira enn nakrantid mugu líta á okkara egnu grunnar. Hesar broytingar seta nýggj krev til tey, sum arbeiða á sjónum og á landi. Fyri fiskimannin merkir tað, at hann nú oftari er heima, tí styttri er á fiskileið og inn at avreiða. Fiskiidnaðurin á landi fær steðugt sterri og sterri negdir av ráveru. Her krevst tí ein fram- haldandi útbygging av bæði framleiðslu- og goymsluorku. Eisini er sterri tørvur á arbeiðsfólki. Flakavirkini eru saman við fiskiflotanum høv- udslivædrin í feroyska samfelagnum. Fiskiflotin hevur gjegnum árini verið útbygdur í mun til teir veiðumeguleikar, vit hava havt. Flakavirkini har- afturímóti eru bygd við tí eina fyri eyga; at taka ímóti fiski og hagreiða hann. Líta vit eini 10 til 20 ár aftur um bak, vóru fá flakavirkir í landinum. Í dag er talið 17 og fleiri nýggj eru í umbúnað. Her eru hend sera heppin framstig, tí við teimum mongu flakavirkjunum eru skapt arbeiðspláss um alt landið. , Å sinni vóru annars røddir frammi um einans at byggja nekur fá og stór flakavirkir. Við hesum kundi nógvur peningur sparast og meiri fáast burt- ur úr í krónum. Heppið var tað, at profitturin, sum í so mongum førum stýrir tilveru okkara, ikki eirindarleyst slapp at keva meguleikanum fyri einum meira menniskj- ansligum og sunnum framburði. Tað var áhugin fyri stødugum fyritakssemi á so mongum plássum sum gjerligt, ið legði lunnar undir hesa vinnu. Gott var tað, at »profitånararnir« ikki fingu samarbeiði í lag. Men dyljast skal tó ikki yvir, at mangan skortar uppá samarbeiði millum feroying- ar. Innan flakavinnuna kundi verið sterri samar- beiði, uttan at tað kom at beina fyri nógvum ar- beiðsplássum. Her kann nevnast felags goymsla og felags avskipingarhavn hjá fleiri virkjum í einum åvisum eki. Talan er nú um tílíkt samarbeiði í Eysturoynni. Nú vit skulu veiða meiri á heimleiðum eru vit noyddir at fiska øll tey fiskasløg, sum størri nøgdir eru av. Broytingarnar innan fiskivinnuna hava tí noytt okkum til at veiða kongafisk og blålongu, sum vit als ikki hava fiskað áður. Henda vend ávirkar sjálvandi fiskiidnadin á landi. Nú hevur eitt flakavirki keypt maskinu at skera kongafisk. Hetta tiltak er fyribils ein roynd, og ætlanin er, at hini flakavirkini skulu fáa upp- lýsingar um úrslitið av royndunum. Her má sigast at vera talan um eitt samarbeidi, ið ber á ta rettu leiðina. Ti við samarbeiði kunnu vit náa longur fram á mál. Mál? Jú, tað mál har trygg arbeidsvidurskifti og rættvis lenarkor eru tryggjað okkum øllum, ið búgva á hesum klettum. Ja. Kongafiskur: Verður hann sterri purtur av útflutningi okkara?