leygardagur 18. november 1978síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jeppi í Húsavík
Í kveld hevur Gríma fyrstu framførsluna
av komediuni Jeppa á Fjallinum eftir
Holberg. Fyrstaframførslan verður í
Húsavík, har Gríma hevur vant hesar
seinastu vikurnar. Næsta vikuskiftið
verður Jeppi í Losjuni i Gøtu og i Sjón-
leikarhúsinum í Havn verður fyrsta sýn-
ingin 2. desember.
Gríma hevur til henda leikin fingið ein
leikara afturat. Tað er Einar Petersen,
sum hevur fingið sjálvan høvudsleiklut-
in. Eyðun Johannesen er leikstjóri og
hann hevur eisini gjørt pallmyndina.
sosialurin
0
237
ÆG,
4 FE FE PLS 3
É BR
SER æt, 3 ELS: 2.
SR DER SATT SIÐI ET
GOERE NERE
SYES
Å myndini siggja vit Jeppa å Fjallinum
(Einar Petersen) og Jákup Skómakara
(Kári Oster).
Volker og Árni:
Seinastu konsertir
Á
Seinastu konsertirnar hjá
Volker Immanuel Behr-
ens, tenor og Árna Han-
sen, klaver, í hesum um-
farinum verða nú um
vikuskiftið.
Kann fáast í Havn hjá:
P/f Thomas Dam
Hjalmar Jacobsen
H. N. Jacobsens Bókhandli
Helga Justinussen
P/f Valdemar Liitzen
P/f Maria Poulsen
FØROYA-PLATTURIN
tann rætta jólagávan
Føroya-platturin er framleiddur í 1000 numereraðum ein-
tókum. Teknaður og framleiddur av B. Drewsen.
Á bygd fæst platturin hjá:
Glasstovan, Tveroyri
Ellen Dahl, Vági
Peter Koytu, Sandi
Senrup Petersen, Sandavági
Jón Thorleifsson, Vestmanna
Fa. H. & E. Geyti, Kollafirði
Marius Skále, Runavík
P/f Valhell, Sydrugøtu
Anbigo, Fuglafirði
Alfa, Klaksvík,
Á FÅ =
Gávubúðin, Tórsgeta 12, tlf. 13400, Tórshavn
í hesum umfarinum
Í Runavík í kveld kl. 20
og í morgin verða tvær,
onnur í Fuglafirði kl.
15.30 og hin í Kommunu-
skúlahellini í Havn kl. 20.
So er ætlanin at halda
fram við konsertferðini
kring landið fyrst í næsta
árinum. Tá verður farið til
Sumbiar, Hvalbiar,
Sands, Húsavíkar, Nóls-
oyar, Strendurs, Oyndar-
fjarðar og til Eiðis.
Volker og Arni hava
gjørt nógv burturúr fyri-
reikingunum til hesar
konsertirnar. Teir hava
vant saman síðani eina-
ferð í april og í heystfri-
tíðini vóru teir í Keyp-
mannahavn og fingu ser-
kena leiðbeining.
— Vit halda sjálvir, vit
fingu nógv burturúr hes-
um. Hetta setti likasum
tingini uppá pláss, sigur
Arni Hansen.
Í einum ummæli í
Dimmalætting týsdagin
skrivar Kmú Knút Olsen,
at konsertin »gleddi okk-
um lurtarar og gjørdi okk-
um ikki sert bilsnar«.
Minningarorð
Sunnudagin varð William
Smith, listamálari og fyrr-
verandi legtingsmaður
borin til gravar í heim-
bygd síni, suðuri í Vági.
Hann var føddur 13.
oktober 1910, og var so-
statt 68 ár nú hann brád-
liga slóknaði 9. november.
William Smith var eld-
hugaður í tí, sum hann
gekk inn fyri. Í yrki sínum
sum málarameistari var
hann helst meira lista-
maður enn nakað annað.
Hansara verk kevdust
ikki við skiftandi tíðum,
ella bráðum mótaskifting-
um. Eitt nú í matarhellini
á Hotel Hafnia, har so
mangur hevur notið gleð-
ina av hansara list.
William var gløggur og
væl vitandi um mong
samfelagsviðurskifti.
Hann vann sær yrkislær-
dóm sín í Danmerk á
ungum árum, men steð-
aðist afturkomin ikki við
tí.
Samfelagsmál hevdu
hansara tokka og var
hann uppi í mongum til-
tøkum í heimbygdini at
skapa størri virkisrúm —
at skapa lív og virkispláss
var honum um at gera, so
at bygdin fjølgadist.
William Smith varð
valdur á legting 6. no-
vember 1945 og sat sum
tingmaður til 1950, valdur
í Suðuroy av javnaðar-
flokkinum.
Í tingstarvi sínum var
hann virkin. At skapa
betri figgjarlig kor fyri
fólkið var ein av uppgáv-
unum, hann metti sterst.
Hann mundi vera ein hin
stersta ávirkanin til, at
minstulønartrygdin, ið
higartil hevur verið tað
trygga grundarlagið undir
lønarvissu fiskimansins,
kom.
Men nútiðin, føroying-
urin sum so, kennir Willi-
am Smith mest sum lista-
málaran. Hann, sum legði
eftir seg nøgd av måln-
ingum, sum í dag prýða
mangt heimið kring land-
ið. Einamest vóru tað
landslagsmyndir úr Suðri,
sum hann festi á leriftið.
William Smith var ikki
maðurin við stóru orðun-
um, gjerdi ofta lítið burt-
urúr, men hann hevði eina
viðkvæma sál — tað var
mongum menniskja hann
hjálpti, skrivaði fyri tey,
var teimum til hjálpar í
ávikum — og man eftir-
tidin fara at minnast hann
fyri tað sum hann útinti
her í samfelagnum.
Sum tingmaður dugdi
hann at síggja, hvat sam-
felagnum tervaði og hvat
ti tænti best.
Vit lýsa frið yvir minnið
um William Smith.
J. Lindenskov
Suður-
streymoyar
javnadarfelag
takkar
Vit fara at takka øllum
tykkum veljarunum i
Sudurstreymoyar val-
dømi, id settu krossin
vid lista javnadarfloks-
ins 7. nov.
Sjålvt um flokkurin i
Sudurstreymoyar val-
dømi hevdi afturgongd
i prosentum so høvdu
vit framgongd i at-
kvødum i øllum bygd-
unum uttan i einari,
har vit mistu tvær. Vit
fingu tvey umbod å
ting og vit fingu ta
einu kvinnuna. Tad, at
vit i farna valskeidi
regluliga hava kunnad
savnað javnadarhugadi
til fundir i felagnum, er
kanska ein orsøkin til,
at ræðslu- og aftur-
haldspropaganda sam-
bandsflokksins ikki
hevur havt góð gróðra-
líkindi. At fleiri og
fleiri tóku undir við
forda politikki javnad-
arfloksins sóu vit eis-
ini, ti fleiri og fleiri —
kanska mest ungfólk
— gjørdust hesi ár lim-
ir í felagnum.
A øllum valfundum í
Suðurstreymoy hava
valevni floksins uttan
himpr kunna afturvíst
teim óndsinnaðu og
veruleikafjaru skuld-
setingunum frá aftur-
haldsflokkunum, ti
javnaðarhugsjónin er
grundað á frælsi, javn-
ad og brødralag, og
tann politiska linjan
hesi år hevur alla tidina
samsvarað við hesa
hugsjón. Samanumtik-
ið kunnu vit siga, at
valið 7. november eis-
ini í Suðurstreymoy
var eitt gott val fyri
javnaðarflokkin.
Nevndin
november 1978
Er
EB
eN
EET kk ASS