leygardagur 25. november 1978síða 15
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
£
N
É
i Husavik
»Kan man ej le sin dårskab ud bortgræder
man den ikke«.
Hesi orðini segði tann vísi
maðurin Ludvig Holberg
eina ferð, og tey siga alt,
hann striddist fyri.
Hann vildi hava sína
samtíð at leggja keipa-
lótirnar av — at vera na-
túrlig menniskju.
Men hann talaði ikki
bara til sína tíð — hann
talar eisini til okkara í
dag.
Júst í hesum degum
hava vit sætt hvussu rám-
andi orð Janusar skald
eru, at »gjøgnum myrkur
atlants oyggja, garmar fá-
vitskunar goyggja«.
Ikki minst vil Holberg
við Jeppa vísa okkum,
hvussu bæði skammuligt
og vandamikið tað er at
drekka seg frá vit og
samling. Men so vil hann
eisini vera við, at Jeppi
fyri ein part ber seg so at,
fyri at ugga seg, í teimum
syndarligu korum, hann
livir undir.
Tað kann tykjast, sum
Holberg vanvirdi bendur-
nar, ið tá vóru tann mein-
igi maðurin, men tað
gjørdi hann valla; tað
hann hevur viljað, man
hava verið »det oplyste
enevælde«. Hann vildi øll-
um væl, men hann sá
vandan, við ov brádligari
yvirgongd, á sama hátt,
sum tann klóki kongurin,
ið bað sonin »gøre en stor
mand af ham, men ger det
langsomt< um Griffen-
feldt. — Sonurin gjerdi
tað stikk mótsatta, og úr-
slitið gjørdist hareftir.
Gevur Helmuth
lítið eftir
Um henda megnarleik
Holbergs í Húsavík er at
siga, at maðurin, ið spælir
Jeppa, spælir so væl, at
hann gevur sjálvum Os-
vald Helmuth lítið eftir,
og Nilla honum á baki er
Í heila takið spæla tey
ell so væl, at tað er ein
njótan at síggja og hoyra
tey, so tá tey nú fara út
um landið, hava fólk gott í
vænti.
Kommandohermenn
sosialurin
Síða 15
hú.
„Í heila tikið spæla tey øll so væl, at tað er ein njótan at síggja og hoyra tey…« Eyðun, Einar og Birita
Tað er einki minni enn
eitt bragd av húsavíking-
um, at hava fingið tílíkt
hús reist, at Gríma fær
spælt hatta valaverkið
undir góðum umsteðum,
og ein æra hesir leikarar
gera okkum har á oynni,
væl verið teimum fyri
tað.
Hesin filmurin er ein
væleydnað roynd at
blanda hartljóðandi
motorsúkklur inn í
kriggið í landsynnings-
asiu. Fimm »motor-
sukklugorrilair« verða
tiknir í tænastu til at
bjarga einum amerik-
anskum ráðgevara,
ið er aftan fyri linjur-
nar hjá Vietcong.
Til henda film eru
farnir 400.000 dollars,
og eitt kent blað, Va-
riety sigur, at hesir
pengar eru gott givnir
út.
Motorsúkklurnar
verða utgjørdar sum
striðsvognar. Tvey og
trý hjól hava tær og
maskinbyrsur fyri
framman. Tær kunna
koyra á junglugøtum,
har onnur størri akfør
ikki kunna koyra. Tað
skal at enda sigast, at
teir, sum koyra motor-
súkklurnar, eru so-
nevndir »rockarar«.
Filmurin verður
sýndur í Havnar Bi:
At leikpallurin fyri ein
part er opin alla tíðina, er
nakað fremmant fyri okk-
um, men tað man nakað
koma av, at so sigst, at
teir bóru seg at á palli á
Holbergs døgum. Men øll-
um dåmar hetta ikki.
Annars er sjónleikur
gamal her á Sandoynni.
Fyrsta hús í landinum við
fastari senu var tað, ið enn
stendur í Skopun.
Hann, ið hesar reglur
skrivar, minnist aftur á,
tá Hanna hjá Petur Sig-
urdi spældi bóndakonuna
i Ølnustovu i leikinum,
»Magnus« — tað var so
fint spæl, at hon kundi 6-
skammað komið fram á
kongaliga teatrinum.
Tað var ein gulleld í
Skopun, og gamalt er
sagt, at vatn kemur aftur í
tómar brunnar.
21/11 -78
Y. D.
Gátur fortíðarinnar
veruleiki framtíðarinnar
Eftir í nógv ár at hava
kannað ymiskt, er
Erich von Dåniken
komin til tað úrslit, at
gomul mannamentan í
mongum førum hevur
verið framligari enn
okkara nú á degum,
hvat teknikki viðvíkur.
Prógvini eru tær stóru
standmyndirnar á
Páskaoyggjunum, pyr-
amidurnar, myndir av
rúmdarútgjerdum fólk-
um fyri fleiri 1000 árum
síðani, stór ekir, sum
kunna benda á til at
vera landingarbreytir
hjá fremmandum úti
frá rúmdini osfr. osfr.
Tað eru fá, sum ikki
verða ávirkaði av hes-
um filminum hjá von
Dániken. Alt, tað, sum
verður sagt og víst á
her, hevur alt okkurt
duldarmál í sær
Filmurin verður
sýndur í Havnar Bio
Automatsvararin í
Havnar Bio hevur tlf.
11131.