mikudagur 29. november 1978síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
!
|
|
Slakta neytini umborð
og fara bygd í bygd
at selja kjøtid
— sleppa neytini ikki upp á land í Føroyum
Soleiðis sigur eigarin av teimum umleið 80
neytunum, sum eru á veg til Føroya,
Jákup Højgaard Simonsen við Sosialin.
Vit tosaðu við Jákup månakvøldid, áðrenn
tað frættist, at neytini ikki fáa innflutn-
ingsloyvi.
Tað var sunnudagin, at
danska kríatúrskipið Ilse
Clausen, fór úr havnini í
Redby á Sælandi. Við
vóru tilsamans 76 neyt: 58
mjólkineyt og 18 slakti-
neyt. Skipið er utgjørt til
at flyta kríatúr millum
lond.
Við Ilse Clausen eru 8
mans, sum ansa eftir
neytunum. Harumframt
er sjálvur bóndin við, har
neytini eru keypt og ein
hjálparmaður. Øll neytini
eru av reinari norskari
rasu og koma frá einum
garði nærhendis
Næstved.
Jákup Simonsen upp-
lýsir fyri Sosialinum, at
tey hava kostað honum
umleið 1 mill. kr. Sjálvur
hevur hann goldið tær
700.000 kr. kontant. Tað
kostar 200.000 kr. at leiga
skipið til Feroya. Tá er
trygging eisini iroknad.
Aður fingið nei
— Tú hevur áður fingið
nei til at innflyta neyt?
— Legtingið viðtók
tann 25. april í år við 16
atkvoðum fyri at geva
loyvi til at innflyta neyt-
ini. Tað vóru tingmenninir
í Eysturoynni, sum saman
við mær hevdu skotið
upp, at legtingið heitti á
landsstýrið um at geva
hetta loyvið.
— Er tað eggvirkið,
sum eigur neytini?
— Tað er ikki eggvirk-
ið, sum hevur keypt neyt-
ini, men eg persónliga. Eg
havi fyri fýra árum síðani
leigað niðastu hæddina á
eggvirkinum og innrættað
hesa hæddina til fjós at
taka ímóti neytunum.
Ongan studning
— Neytini kosta rættiliga
nógv, hevur tú fingið
studning til at keypa tey.
— Nei, tað havi eg ikki
fingið. Eg feldi ikki, at tað
nyttaði nakað at biðja um
studning, tí hesin fór helst
ikki at verða givin mær.
— Tú hevur keypt
norsk neyt!
— Legtingið álegði okk-
um í samtyktini í apríl, at
vit bert kundu keypa
rasurein norsk neyt. Tí
havi eg keypt frá tí ein-
asta garðinum í Danmark,
sum hevur hesi neytini.
Annars hevði tað verið
nógv bíligari, um eg hevði
keypt donsk neyt. Um
bóndin á garðinum, sum
eg havi keypt neytini frá,
er at siga, at hann hevur
leingi arbeitt í Noregi, og
hevur verið sera heppin
við at ala góð mjólkineyt.
So hetta skuldi verið neyt
av allar besta slag.
— Fyri at kunna geva inn-
flutningsloyvi til neytini,
Nr. 90
Mikudagin
29. november 1978
51. årgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
javnadur
brødralag
skal landsstýrið hava
trygd fyri, at eingin
smittuvandi er ella verð-
Framhald á síðu 3
Arbeiðssteðgurin
var óneyðugur!
Tað kundi verið sloppið
undan arbeiðssteðginum
mánadagin.
Á fundi, sum lærlinga-
felagið skipaði fyri mána-
kveldið, kom skilliga
fram, at Feroya Hand-
verksmeistarafelag yvir-
hevur ikki hevði boðað
yrkisfeløgunum frá, at
nevndin longu leygardag-
in hevði avgjørt at taka
við dóminum.
Og tað vil við ødrum
orðum siga: at lýða lands-
ins lóg og veita lærling-
unum ta' løn, sum teir
sambært legtingssam-
tyktini frá 17.10. 1978
hava rætt til.
Allar Føroyar
lógu lamnar
Mánamorgunin fóru seks
yrkisfeløg, sum framman-
undan varð boðað frá, í
24-tíma samhugaverkfall.
Teirra millum F.A. við um
6000 limum, meðan onnur
stuðlaðu lærlingunum
moralskt og á annan hátt.
Allar Føroyar lógu
lamnar. Kavin á millum-
bygdarvegunum var ikki
grivin, so nógvastaðni
slapst ikki fram. Post-
flutningurin var skerdur,
Flogfarið kom ikki. Eins
og flestu arbeiðspláss
kring landið lógu still.
Fullkomiliga
óneyðugur steðgur
— Og tað var fullkomiliga
óneyðugt at lata øll fak-
feløgini steðga arbeidin-
um. Arbeidsstedgurin var
at halda alt Føroya fólk
fyri gjøldur, segði Magn-
us Magnussen, formaður
Feroya Handverkslær-
lingafelags á fundinum
mánakveldið.
Við hesum sipaði hann
til, at meistararnir høvdu
tikið við dóminum leygar-
dagin og vildu akta lóg-
ina.
Magnus Magnussen,
sum gav eina gjølliga frå-
greiðing frá málinum, ið
ikki er høvi til at koma inn
á her, segði, at longu leyg-
arkveldið hevði nevndin í
lærlingafelagnum havt
samband við formannin í
meistarafelagnum, Einar
Mortensen, men hesin
hevði tá einki sagt um, at
nevndin í meistarafelagn-
um hevði broytt steðu.
Heldur ikki hevði Einar
Mortensen kunnað vissað
lærlingafelagið, um teir
fóru at boða lærlingunum
frá steðu felagsins innan
klokkan tólv sunnudagin,
sum var freistin, ið lær-
lingafelagið hevði sett.
Men hverki lærlingafel-
agið ella nakað annað av
hinum yrkisfelogunum,
sum stuðlaðu lærlingun-
um, hoyrdu eitt kis frá
handverksmeistarafelagn-
um og tað høvdu tey held-
ur ikki gjørt mánakveldið.
Formaður Havnar
Handverkarafelags, An-
dreas Poulsen, gekk harð-
liga móti framferð meist-
aranna á fundinum mána-
kveldið:
— Meistararnir skuldu
verið meira knúskaðir, tí
teir ikki boðaðu frá, at teir
høvdu avgjørt at ganga
undir lógina.
Sóu skrivið
av tilvild
Andreas Poulsen ferdi
fram, at arbeiðssteðgurin
hevði enn ikki verið av-
lýstur, um lærlingafelagið
ikki av tilvild hevði fingið
fatur á ti skrivinum, sum
nevndin í Feroya Hand-
verksmeistarafelag hevði
sent limum sinum.
(Eitt internt skriv, sum
varð lisið upp á fundinum
mánakveldið. Hesum var
Andr. Poulsen ímóti).
Annars segði formaður-
in i handverkarafelagnum,
Andr. Poulsen, at fleiri
meistarar høvdu vent sær
til sin månamorgunin, eft-
ir at teir høvdu fingið
skrivið frá nevndini í
meistarafelagnum og
spurdu, nær farast kundi
aftur til arbeiðis.
Andreas Poulsen segði
eisini, at hann hevði vent
sær til Einar Mortensen
og spurt hann, hví yrkis-
feløgini ikki vóru fráboð-
aði um broyttu steðutak-
anina hjá meistarunum,
men Einar Mortensen
hevði sagt, at tað hevði
hann ikki heimild til.
— Men hann hevði
heimild til at bróta lands-
ins lóg, legði Andreas
Poulsen afturat.
Máttu boða
egnum limum fyrst
Við Sosialin sigur Einar
Mortensen, at limir Fer-
oya Handverksmeistara-
felag í ollum forum fyrst
áttu at fáa boðini, áðrenn
nakar annar fekk tey.
Vidari sigur Einar
Mortensen, at við dómin-
um hava meistararnir
fingið staðfest, at log-
tingslógin frá 17. oktober
eisini er galdandi fyri i-
Framhald á síðu 2