Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

þ | | Nr. 90 — 29. november 1978 sosialurin Sida 3 Eg kann sum fakmaður ikki visa aftur, at smittuvandi er Veterinermyndugleikarnir vísa á smittuvandan Tá tað frættist, at Hús- djóranevndin og Veterin- ernevndin hava mælt frá at geva innflutningsloyvi D. J. Bærentsen til tey 76 neytini til Ritu- vikar, settu vit okkum i samband við djoralækn- an, Dánjal Bærentsen. Hann sigur, at veter- inermyndugleikarnir eftir åheitan frå landsins myndugleikum ikki kunnu geva trygd fyri, at eingin smittuvandi er vid at inn- flyta neytini hjå Jåkup Højgaard Simonsen. — Eg standi við ti, sum eg áður havi sagt í hesum máli, sigur Dánjal Bær- entsen. Eg kann ikki út frá ein- um fakligum sjónarmiði og sum embætismaður á økinum, eftir teimum reglum, sum eru galdandi í landinum, vísa aftur, at eingin smittuvandi er við at innflyta hesi neytini. Lógin — Lógin gevur undan- taksloyvi at innflyta ali- dýr, har tað er átroðkandi neyðugt fyri at varðveita stovnin. Higartil hava vit klárað hetta við at inn- flyta sáð úr ødrum lond- um. Tá vit kunnu gera tað, sigur djóralæknin víðari, og lítil smittuvandi er við ti, haldi eg ikki, at vit eiga at taka eina so stóra risiko sum at inn- flyta livandi djór. Trygd má vera fyri at eingin smittuvandi er Dánjal Bærentsen vísur á, at tað er Feroya Legting, sum hevur samtykt at geva loyvi at innflyta neyt til Rituvíkar, um so er, at trygd er fyri, at eingin smittuvandi er til staðar. Uppá fyrispurning, um orsek er at óttast smitt- um, nú Danmark er gjørt til eitt smittufritt eki, sig- ur djóralæknin, at her er talan um munn- og kleyv- sótt. Heimurin er býttur upp í smuttuøkir og smittufri eki. Danmark hevur t.d. leingi verið munn- og kleyvsótteki, men herfyri mettu veterin- ermyndugleikarnir m.a. í USA, at Danmark ikki longur er munn- og kleyv- sótteki. Ti hava danir fingið loyvi at útflyta kjøt og kríatúr til USA. Henda veterinerupp- býtingin umfatar eisini Feroyar. Vit eru munn- og kleyvsóttfritt eki, eins og Danmark nú er vorðið tað. Banalar sjúkur Vit spurdu djóralæknan, hverjar smittusjúkur tal- an kann veraum, nú neyt- ini hjá Jákup Simonsen ikki fáa innflutningsloyvi. Til hetta sigur hann, at talan her er um banalar sjúkur, sum kunnu taka seg upp og fáa álvarsligar fylgjur fyri okkum. Hetta eru sjúkur, sum aðra- staðni lítið og einki hava uppá seg, men sum hjá okkum kunnu fáa aðrar avleiðingar. Sum demi uppá hetta kann nevnast tann eygna- sjúka hjá seyði, sum sein- ast var í Feroyum í 1923. Henda sjúka hevði álvars- ligar fylgjur í Feroyum, men gjerdi ikki so nógv um seg aðrastaðni. Neytini kunnu koma aftur til Danmarkar Danski veterinerdirekter- urin, Erik Staugaard, sig- ur í samreðu við Sosialin, at sambært danska lóg, kunnu neytini koma aftur til Danmarkar, um tey hava verið í munn- og kleyvsótt frium økjum. Føroyar eru munn- og kleyvsótt frítt oki. Hann vísur á, at hava neytini einans verið umborð á skipinum, áðrenn tey venda aftur til Danmark- ar, kunnu tey koma aftur á ein bóndagarð, uttan at vandi er fyri sjúkum. Erik Staugaard sigur, at í hesum feri er talan um eitt mál, sum má loysast sum skjótast. — Vit eiga eisini at hugsa um tey »dyre- værnsmæssige aspekter«, sigur Erik Staugaard. Reiðaríið hevur onga viðmerking Vit ringdu til reiðariið, ið eigur Ilse Clausen, við fyrispurningi, um teir hava ætlan um at biðja skiparan venda við aftur til Danmarkar. Til hetta verður svarað, at teir onga viðmerking hava. Skulu vit hava nakað at vita, mugu vit seta okkum í samband við Jákup Høj- gaard Simonsen. Tá vit ringdu til hansara gjára- morgunin, var hann ikki at hitta. Framhald frá síðu I ur. Er henda trygd til staðar nú? — Danmark er erklerað sum frítt fyri øllum neyta- sjúkum. Amerikanarar, sum eru sera strangir, tá talan er um at innflyta neytakjøt, hava í síðsta mánaði avtikið innflutn- ingsbannið av donskum kríatúrum og kjeti. Politikkur uppi í — Veterinermyndugleik- arnir í Feroyum hava fyrr víst á, at smittuvandi er til staðar. — Tá neytamálið var fyri spurdi legtingsins búnaðarnevnd djóralækn- an um smittuvanda. Djóralæknin vísti á, at smittuvandin er til staðar, og haraftrat var hann líka negativur, sum hann plagar at vera. Eg tosaði við bóndan í gjár, og er tað rætt, sum hann hevur frætt, so er djóralæknin aftur farin at virka politiskt, hóast hann frá løgtinginum und- ir seinastu viðgerð av neytamálinum varð biðin um at halda seg til tað veterinera. — Hvat hevur bóndin frætt? — Tað vil eg ikki úttala meg um. Ikki biðið okkum søkja um innflutningsloyvi — Hvussu ber tað til, at tú íkki hevur biðið um innflutningsloyvi til neyt- ini, áðrenn tey eru farin úr Danmark. — Legtingið hevur ikki biðið okkum sekja um innflutningsloyvi. Tað hevur harafturimóti heitt á landsstýrið um at geva okkum eitt innflutnings- loyvi. Jákup Højgaard Sim- onsen leggur aftrat, at tað er eingin, sum trýr, at landsstýrið fer at gera ímóti eini legtingssam- tykt. Ger landsstýrið kortini tað, so er hetta ikki demokrati, vit liva undir. Sleppa ikki aftur til Danmarkar — Men um nú landsstýrið ikki gevur tær innflutn- ingsloyvi til neytini? — Skipið siglir til Før- oya við neytunum nú. Tað tekur fýra samdegur at koma til Runavíkar. Sleppa neytini ikki í land, so verða tey slaktað um- borð og siglt verður so bygd í bygd og selt neyta- kjøt. Vit hava fylgt øllum donskum lógum og eftir hesum lógum er greitt, at skipið sleppur ikki aftur til Danmarkar við neytun- um. — Roknar tú við at fáa innflutningsloy vi? — Eg síggi ógvuliga ljóst uppá tað. Eg havi sett nógvan pening í alt hetta. Eg havi heila mítt lív havt hug at fáast við neyt og kriatúr og eg meti tað hava stóran týdning at vit kunnu útvega friska mjólk í Feroyum. Í dag verður nógv neytakjøt og mjólk inn- flutt úr Danmark. Við at innflyta hesi neytini, ið nú eru á veg, kunnu vit minka um innflutningin av áðurnevndu. verum. Tað er ikki rætt, at bern- ini skulu fáa konserveraða danska mjólk, tá vit ístað- in sjálvir kunnu geva teimum fríska mjólk. Við lastbilum til Rituvíkar Jákup Hejgaard Simon- sen sigur at enda, at teir eru klárir at taka ímóti neytunum. Fjósið er inn- rættað til endamålid, og ætlanin er at flyta neytini við lastbilum úr Runavík til Rituvíkar. Fjósið er eisini ætlað sum kar- antenustoð. — ØII hesi árini, eg havi arbeitt í Rituvík, hava verið strævin. Fleiri menn hava viljað gjørt okkum ónáðir, og mangan hevur tað kenst sum ein tung byrða at gera nakað til nyttu innan føroyskt jarð- arbrúk, sigur Jákup Sim- onsen. Fáa at síggja um løgmaður sendur politi — Men nú fáa vit at síggja, um legmaður sendir politi eftir okkum. Ynskja teir at koyra okk- um í senk og royna at steðga neytunum, ja, so skulu teir vita, at tað fer at kosta 10.000 kr. fyri hvenn dag skipið liggur. Jákup Simonsen: — Við djórunum fylgja ell tey neyðugu sunnheitspappir- ini. Tað er djóralæknin í Redby, sum hevur kannað hvert av neytunum og samsvarandi hesum givið eina váttan uppá tað. KJARTAN DALSGAARD Á UMBOÐS ); A MOYDALSVEGUR 8 i TLF 15222 Eitt skip er á veg higar við neytum til Rituvík- ar. Skal innflutnings- loyvi gevast teimum? Hjørleif Kårberg, lærari: — Eg eri avgjørt ikki fyri ti, ti at tað vil aldri fara at bera seg. Um teir skula keypa fóður, so vil tað ikki fara at ganga. Men um bend- urnir siga gott fyri hes- um, so er alt í lagi. Ólavur Clementsen, landmálari: — Eg havi slettis onga trúgv uppá hatta. Djóralæknin sigur nei, ti smittuvandin er stórur, meðan bendur- nir siga, at har er so at siga eingin smittu- vandi. Men har taki eg undir við djóralækn- anum, tí hann veit hetta betur og er ein neutralur persónur í málinum. Eitt annað er so tað, at ein bóndi í Feroyum aldri kann klára seg figgjarliga, fóðrið kostar pening, og eftir minari meting fær ein bóndi íkki nógva løn í mun til tað tímatal, hann arbeiðir. Eyðun á Rógvi Olsen, stjóri: — Hatta havi eg ikki hugsað so nógv um, men mín meining er tann, at fyrsta treyt fyri at loyvi skal verða givið, skal vera, at full vissa er, um trygd móti smittuvandanum