mikudagur 29. november 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 90 — 29. november 1978
sosialurin
Síða 7
=
inntøku landskassans.
Figgjarsteðan hjá bygda-
kommununum er tí ógvu-
liga veik og viðbrekin.
Bygdafólk, sum eru
setst í búgv, taka, eins og
ell onnur, tung tek, men
enn tyngri er takið, tá bert
annar hjúnarfelagin hevur
meguleika at fáa lenandi
arbeiði, og tá ofta á eðrum
staði enn í ella út frá heim-
bygdini. Innflutningur og
handil við byggitilfari er
framvegis á hondum pro-
fittmakaranna á stór-
plássunum, prísirnir eru tí
hareftir. Her kundi verið
munandi bøtt um, ikki
bert fyri bygdafólki, men
fyri ellum, sum skulu
byggja í Feroyum.
Bygdafólk hava eisini
keypt útróðrarbátar, ofta
við at seta hús og heim í
veð, og royna sostatt at
skapa meguleika fyri at
búleikast á bygdunum.
Men allur handil við út-
gerð til útróður, lína,
snellir, trol, agn o.s.fr., er
á hondunum á stórhand-
ilsmonnum á stórplássun-
um og Fiskaseluni, prísir-
nir hareftir. Harumframt
er prísurin á fiski tengdur
saman við kursvirði á
amerikanska dollaranum,
men profittfelagið Fiska-
selan, tað fær sín vinning
undir ellum umsteðum,
um so dollarkursurin fell-
ur enn meira. Hesum fel-
agi tervar ongan lands-
kassastudning, smámað-
urin má bleða. Her eigur
komandi landsstýri at
gera munandi bata, ikki
bert fyri bygdafólk, men
fyri alla vinnuna. Ger eitt
komandi landsstýri ikki
tað, so verður brátt aftur
eitt útróðrarverkfall.
Landbúnaðurin er enn
sum vinna bert at finna á
fáum stødum, og næstan
bert á smáplássum. Hend-
an vinna og at henni nær
knýtta jarðarlóggávan
treingja harðliga til ný-
teinkjan og ábetur frá ein-
um nýggjum landsstýri og
løgtingi.
Bygdamenning —
»egnsudvikling« — er so
mangt. Onnur lond fera
ein miðvísan »egnsudvikl-
ingspolitik«. Vit eiga at
gera tað sama fyri okkara
bygdir, og tað er í tokum
tíma.
Spurningurin er eisini:
hava okkara politikarar
vilja til tess? Tær nógvu
stemmurnar eru her ikki,
tær eru á stórplássunum,
so einki stemmufiskari er í
bygdamenningarpolitikk-
inum. Men tørvurin er
ikki minni fyri tað.
Hvat skal komandi
landsstýrið samstarvast
um? Tað er aðalspurning-
urin.
jbm.
Minningarorð um William Smith
Tórsdagin 9. november
komu deyðsboðini av Wil-
liam Smith. Mær kom tað
dátt við og óvæntað.
Seinast vit sóust, kom
hann framvið í einum bili,
lyfti hondina upp og
veittraði. At vit ongantið
skuldu tosa saman aftur
var fjart frá mínum huga,
men so er — deyðin kvett-
ir alt av, einki orð meira.
Mær hevur altið runnið
tokka til húsið hjá Elini og
Johan Smith. Tá eg var
ein lítil smágenta, plagdi
mamma min at leiða meg
við til metir í tí hugnaligu
stovuni hjá Smith. Eg
minnist mest til hvussu
vakurt og hjartaliga, tey
sungu. William, sum var
evnarikur, lærdi skjótt
bæði løg og sangir uttan-
at. Ikki var tad so sjåldan,
at tey ungu flokkadust um
hann at fåa hann at
syngja »Sloan's sálm-
arnar< — teir vóru ikki so
nógv kendir tá.
Tann dagin, eg frætti,
William var farin, var eg
stedd inni hjá eini konu,
sum er væl yvir 80. Tá
helt hon fyri, at eg minn-
ist hann einaferð 9-ára
gamlan at verið inni hér
við pápa sínum, hann
hevði rammað eitt bílæt
inn, hann biðjur so Willi-
am syngja fyri okkum.
Hann sang: »Jeg er en
sejler på livets hav« —
ikki havi eg gloymt,
hvussu vakurt, tað ljóð-
aði.
Men Williami var ikki
lagað at fylgjast so langt
igjøgnum lívið við påp-
anum.
Í tí tíðini herjaðu
tuberklarnir á mangt heim
og týndu mangt lív. So
var eisini hjá teimum,
pápin innlagdur á Sana-
torium og kom ikki har frá
við lívinum.
Bert tólv ára gamal stóð
William á grevini hjá páp-
anum elstur av 5 systkj-
um. Tá vóru ikki góðar
tíðir, smáligt og stríðbart
at koma igjøgnum og ikki
minst hjá teimum, sum
mist hevdu forsyrgjaran.
Men Elin fall ikki í fátt,
hon stríddist úti sum inni
fyri síni 5 børn, sum øll
vóru væl útgjerd frá
Skaparans hondum við
góðum evnum.
Hon fór í fisk at ar-
beiða, og væl dugdi hon
við tí lítla og at fjálga um
heimið — tann lítli blómu-
garðurin sunnan fyri hús-
ini var vakur á sumri, og
inni var altíð hugnaligt at
koma.
Tað var ikki sjáldsamt
at hoyra Elina syngja við
síni vekru redd. Hon var
glað. Hon átti tað, sum
heimur ikki kann geva og
ikki kann keypast fyri
pengar — gleðin í Harran-
um, og vónin um eina
betri verð bar hana gjøgn-
um alt.
William var vitugur og
evnagóður maður, sum eg
dugi lítið at skriva um,
men tað, sum hann hevur
sagt, skrivað og tey
mongu listarverk tala fyri
seg sjálv.
Hann var góður við sína
heimbygd, og unnti henni
alt tað besta. Av fullum
huga var hann fyri teim-
um góðu, sosialu vidtøk-
um og lógum, sum hjálpa
og stuðla tey í samfel-
agnum, sum vóru rakt av
sjúku og vanlagnu.
Fyri javnaðarflokkin
sat hann á Feroya legtingi
frá 1945 — 48, minnist meg
rætt, tá heimastýrislógin
kom í gildi.
Ta seinnu tíðina var tað
ikki smávegis av málning-
um, hann legði úr hond-
um. Hann dugdi at síggja
tað vakra í nátúruni, og
eisini nátúrunnar veldigu
kreftir, sum ódnir og brim
dugdi hann við pensli at
skapa eina livandi mynd.
Seinast, vit tosaðu
saman, gloymi eg heldur
ikki. Ja, satt var tað, tú
segði. Eisini Lot pindist i
síni rættvísu sál, og eing-
in uttan Gud kendi tína
sorg og sá tey tár, ja víst
feldi tú mangan tár yvir
tað, tú fegin vildi, men
maktaði tað ikki. Men nú
er tað alt á baki.
Eingin freisting og fell
meira. Nú er siglt um livs-
ins hav.
Tá á nátt seg myrkrið breiðir,
sum ein viti Jesu navn,
illa støddu skútu leiðir,
inn í ljóssins tryggu havn.
Og tá sól ei meir skal rísa,
tónar hátt í Himlunum —
— har hvar Jesu navn vil lýsa —
lov frá frelstu skarunum.
Friður veri yvir minni tínum.
F. Absalonsen
Á
BT ER OS HER AR Si
måger:
me
kvinnubúna,
stykkir til teinaskjúrt, smálutir úr træ og m.a.
Allar vgrur mugu vera væl úr hondum lagdar.
Vegleiðing fæst við at venda sær til heimavirkið.
turrklæði,
FØROYSKT
fyrrklædi,
dad, keypa vit:
atroyggjur í øllum støddum.
Opnar kvinnutroyggjur í sellum støddum.
Opnar og heilar manstroyggjur í øllum støddum.
Bundnaturrklæðir dupult og einkult, myrkamórreyð,
hvít og grá.
Eisini keypa vit barnahúgvur og hjálmar, vettir og
fingravøttir, stivlahosur við longum leggi, skóleistar,
føroyskar húgvur, slíðrabond, hosubond, kýsar til
stimatroyggjur,
vreiðið til Heimavirkið
Úr fínum tógv úr vælnappadari føroyskari ull, onki
uppílitað ella uppíbl
Opnar og heilar b
ONGABRUGVIN
TORSHAVN