Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. desember 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 93 — 9. desember 1978 sosialurin — Til alla lukku fór eg ikki á roktarheim — sigur Svend Aage Andersen, sum eftir eina arbeiðs- vanlukku fyri 8 árum noyðist at sita í koyristóli Í blaðnum seinata leygardag hevdu vit samreðu við Sonju á Argjaboða, leiðara av heimahjálpini í Føroyum. Vit hava eisini vitjað tvey heim, sum taka ímóti heima- hjálp. Tað fyrra er í Essalág, har danin Svend Aage Andersen býr í egnum húsi. Vit koma inn í ein stóran, nýmótans stovukek, har vit hitta Svend Aage í sínum elektriska koyri- stóli. Vit gera okkum til at sessast, men nei, vit skula inn í góðu stovu! Svend Aage koyrir frammanfyri og tað fyrsta, vit leggja til merkis, er, at har eru ong- ar gáttir og breiðar dyr. Vit koma nú í eina ógvu- liga vakra og hugnaliga stovu og biðja Svend Aage siga frá skukrasøgu sínari. — Eg fekk skaða av einari arbeiðsvanlukku í Runavík. Hetta var í no- vember 1970, eg datt niður úr einum oljutanga og hóast fallið einans var tveir metrar, brotnaði fimti hálsgeislin. Eg varð lagdur inn á Landssjúkra- húsið og lá har til hálvan januar 1971. Tá varð eg sendur niður á Fysiurgisk Hospital í Hornbæk til endurbúgvingar. Har var eg 6 mánaðir í fyrsta um- fari. Fyrrverandi kona min og bernini vóru ímeð- an flutt í eitt hús í Balle- rup, sum eftir nakrar smærri umvælingar kundi brúkast sum bústaður hjá brekaðum. Eg bleiv so útskrivaður í tveir mánaðir — fekk eitt slag av summarferiu — men eisini fyri at sleppa at royna meg í hesi nýggju stødu, eg var komin i. So lá eg aftur á sjúkrahúsin- um í tríggjar mánaðir og bleiv endaliga útskrivaður í november 1971. Aftaná tað var eg javnan til eftir- lit og nú eri eg einaferð um árið. Í 1973 fór eg so undir at byggja her í Essalág og eg fekk stóra hjálp frá fyrr- verandi arbeiðsgevara mínum, kommununi og vinum og familjuni hjá fyrrverandi konu mínari — tey legdu sjálvbodna arbeiðsmegi til og annað. Ghettomiljø å røktarheimunum Húsið hjá Svend Aage i Essalåg er bygt og inn- rættað til brekað fólk. Tað kundi verið ein fyrimynd hjá eðrum, sum skula hava slíkt hús. Svend Aage sigur, hann er ómetaliga glaður fyri húsini og øll eru meira enn vælkomin at hyggja at teimum ella brúka tey sum fyrimynd. Okkurt mistakið er gjert, sigur hann. Tey kann hann vísa á, so tað er óneyðugt at gera tey aftur. — Húsið bleiv liðugt í 1974 og vit fluttu inn í ok- tober sama árið. Húsið kostaði okkum 280.000 kr., so vit sluppu rættiliga bíliga. Í 1976 blivu vit separer- að og seinni skild og tá lá tað sjálvandi nær, at eg fór á rektarheim, men til alla lukku endaði tað ikki so galið. Annars havi eg síðani 1976 tvær ferðir biðið um pláss á rektar- heimi í Danmark, men hverja ferð havi eg tikið umsóknina aftur. Tað gjørdi eg, eftir at hava verið í sambandi við onnur brekað, sum búgva — ella hava búð — á rektar- heimi. Eg haldi ikki, at hetta ghettoumhvervið, sum eitt rektarheim veru- liga er, riggar serliga væl. Privatlívið er avmarkað av einum rúmi uppá 16— 18 m* og samanborið við onnur i samfelagnum er hetta jú alt ov lítið. Tað slepst heldur ikki undan, at fólk, sum búgva leingi á einum røktarheimi, verða ávirkað av umhvervinum, tey gerast »instutiOns- menniskju«. Tey gerast 6- realistisk mótvegis van- ligum, praktiskum lívs- viðurskiftum. — So eru tygum glaður fyri heimahjálpina? — Sjálvandi. Tann tíð- in, eg hevði heimahjálp, sum kom fleiri ferðir um dagin og kveldið, var góð. Hevur handil! — Hvussu er dagurin hjá tær? av og á, at eg snýti eitt sindur og sovi ein tíma ella báðar tveir longri. Dagurin hjá mær byrjar annars sum hjá eðrum fólki, fyriuttan tað, at eg má hava hjálp til at vaska mær og lata meg i. Eg reki handil i tann mun tað letur seg gera, eg selji millum annað kekar og forskallingstilfar. So eg fái væl dagin at ganga uttan at keða meg. Keði eg meg, so er tað mín egna skyld, tí eg fái eisini ofta vitjan av fólki og á henda hátt fái eg nýggjar im- pulsir uttanifrå. Hinvegin er tad sjåldan, at eg sjålv- ur eri úti og vitji fólk, men tað hendir tó av og á. Almennir bygningar ikki fyri øll Svend Aage er vónsvikin av tí almenna, tí tað hugs- ar ov lítið um tey, sum noyðast at sita í koyri- stóli. Ongin av bygning- um tess almenna er inn- rættaður soleiðis, at fólk í koyristólum kunna koma í Svend Aage hevur heimahjálp. — Vónandi verða aðrir meguleikar enn rektarheim gjella kannaðir, so vit kunnu fáa eina nútíðarhóskandi loysn teir. Og tá almennir stovnar ikki hugsa um hetta, kann man so krevja, at aðrir gera tað? — Tað má vera ein sjálvfylgja, at tað al- menna í sterri mun byggir soleiðis, at brekað íkki altið skula koma fram á hesar ævinligu trappurnar og tey vánaligu toilettvið- urskiftini. Í einum so modernaðum samfelag, sum vit liva í, kann man rokna við, at talið av brekaðum veksur orsakað av teirri vaksandi feråsl- uni og fleiri og stærri ar- beiðsplássum. Talið av gomlum fólki verður eisini sterri. Og tað kann ikki vera meiningin, at ein partur av fólkinum ikki eins lætt og hini kann ferðast í teimum almennu bygningunum. Heimahjálp og vardar íbúðir er loysnin — Eg vóni, at tjakið, sum er í løtuni um rektar- og ellisheim, ferir við sær, at teir meguleikar, sum eru umframt rektarheim, verða gjella kannaðir, so- leiðis at vit kunna fáa eina loysn, sum er up to date Vit hava hoyrt nógv um, at heimahjálpin skal út- byggjast og um vardar í- búðir. Hetta haldi eg ma hiiva Invenin TÁ hald eg taka eitt demi: Árhus útbyggingarætlan fyri tað sosiala og heilsuliga ekið fyri tíðarskeiðið 1979 —84. Í hesi ætlan stendur. at tey gomlu og brekaðu í sterri mun enn higartil skula vera úti í samfel- Og hetta kemst av, at rektarheimini ikki hava riggað so væl, sum man helt fyri nekrum ár- um síðani. Sálarliga hevur tað 6- metaliga nógv at siga, at agnumð