Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. desember 1978síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ORMUR REYÐI Bókaútgávan í ár er í nøgd og dygd farin langt upp um árini undan og iva- leyst kemur nakað afturat komandi dagarnar. Jú, munur er! Fyri ikki so mongum árum síðani kom bert rára hendinga bók og okkurt árið eingin. Nú skalt tú lesa dúgliga, skalt tú fáa lisið alt, sum út kemur á feroyskum. Men tað skuldi ikki verið tað ringasta, at úrvalið er so stórt og gott — bæði av upprunaligum og týddum. Millum týddu skaldseg- urnar er »Ormur Reyði. Víkingur fyri vestan« eftir svenska rithevundin Frans G. Bengtsson. Bjarni Niclasen hevur týtt og forlag hansara Keldan er útgevari. Bókin man vera flestu feroyingum kunnug, ti hon varð lisin í útvarpin- um í 1967 av Sverra Dahl og væl dámd. Men tað eru jú 11 ár síðani, so eg fari at loyva mær at siga nekur orð um hana, til teirra, sum ikki hava lisið hesa sera skemtiligu, spennandi og eisini lætt- lisnu skaldsegu um vík- ingar og aðrar reystar garpar á degum Haralds Blátonn. Frans G. Bengtsson (1894—1954) var eins og víkingurin Ormur Reyði úr Skána ættaður. Hann vaks upp á stórum harra- garði, var væl skúlaður og hevði kunnleika um næst- an alt, men einahelst í segu og skaldskapi. Hann yrkti dúgliga og gav út tvey yrkingasevn í 1920árunum, sum vístu bæði gávur og serligt málsnildi. Men bestur var hann í sínum mongu smá- greinum (essays) og segu- stubbum. Har kom stil- kynstur og rúmi kunnleiki hansara rættiliga til sjóndar. Tann lætti, ein- faldi stilurin er eyðkendur fyri hann og hetta ertandi speiið (ironiurin), ið al- oftast situr so hendinga væl hjá honum. Kendasta stubbasavn hansara er >De lánghá- riga merovingerna« (1933). Best dåmdi honum at skriva um menskar menn og kvinnur, fólk sum skaraðu framúr í seguni, og um blóðutar bardagar. Tað lá ti nokk so raðið fyri hjá honum at skriva um bardagakongin og tjóð- hetjuna Karl tólvta i megnarverkinum »Karl XII:s levnad« I—II (1935—36). Ein nógv lisin og livandi søgulig frå- greiðing. Í dag er Frans G. Bengtsson mest kendur fyri skaldsøguna »Orm Reyða<, sum framvegis er ein sokallaður bestsellari í Svøriki og í eðrum londum við. Fyrri parturin »Råde Orm, sjøfarare i Våster- led« kom i 1941 og hin parturin >Røde Orm, hemma och i Osterled« í 1945. Fyrri parturin er nú út- komin á føroyskum. Hin kemur væntandi eisini skjótt. Vit fáa her at vita, hvussu hesin skánski ung- lingin Ormur gerst viking- ur, eðrvisi enn hann hevði ætlað, hvussu hann og lagsmenn hansara eftir nakrar rimmar ránsferðir verða trælir, men síðani verða mætir menn í arab- iskari hertænastu. Haðani rýma teir við einum rætti- liga tungum halgigripi, koma umsíðir norður til Danmarkar og halda (drekka) jól hjá Haraldi kongi Blátonn, áðrenn teir heldur skundisliga halda leiðina víðari heim aftur til Skána. Annar parturin sigur frá herferðunum eystur- eftir, inn í Russland og suðureftir. Bróðir Villi- bald, hesin óvíkingaligi presturin við kvinnu- tokkanum, hevur sín skemtiliga og týðandi leiklut í hesum seinna partinum. Hendan skaldsega hev- ur nakað »fåbulerandi« ævintýrkent yvir sær, ið minnir um segurnar úr >Túsund náttum og ein- ari«. Mest tykir mær >Orm Reyða< minna í orðalagi og fráseguhátti um fornsegurnar, kappa- søgurnar um Grettir sterka, Gunnar á Líðar- enda, Egil Skallagrims- son, Njál o.fl. Bjarni Nic- lasen, sum hevur týtt fleiri av hesum segum, var tí sjálvskrivaður sum týðari av >Ormi Reyda«. Hesin stutti, fyndugi stílurin, teitið og barokki humorin eru ikki Bjarna ókunnug. Hetta sam- pakkar alt so væl við lyndi í honum sjálvum. Tak t.d. tað frálíka pettið um jólahaldið hjá Haraldi kongi. Menn sita har og reypa, eta og drekka — einki við máta — i fleiri dagar. Ormur hevur sagt frá ferðum sín- um og frá ti dýrmætu gullketu, hann hevði fing- ið frá Almansuri, tá hann var í hansara tænastu. Fleiri vilja hava hendur á hesi ketu Orms. Gramm- astur er tann óræddi og bardagakringi Sigtrygg- ur, sum bjóðar Ormi av i hólmgongu um ketuna. Kongur vil hava teir út at berjast, men Ormur ber seg undan. Ikki ti at hann er bangin fyri at berjast, men hann tolir ikki kuld- an. >Tað tykir mær lítið hóskandi, at eg fyri hand- an Sigtrygg skal balast við hosta alt tað, sum eft- iri er av vetrinum«. Kongur letur teir so sleppa at berjast i høllini. Nr. 93 — 9. desember 1978 Ímeðan hesin dystur fer fram við veldugum sverðsheggum innan- halla, kemur brell á Tóka, vinmann Orms, og hann heldur við síðumannin Dýra, sum hevur góðan hug á sverði Tóka og er ikki minni bardagafúsur enn hann: »Latum okkum báðar fara út at pissa saman og ikki gloyma at taka sverð- ini við okkum«. Løtu seinni kemur Tóki innaftur og setir seg mill- um hinar at hyggja at hólmgonguni. Tá spyr ein: „Hvussu gekkst tær við dýra?“ >Tað tók sína tíð, men nú er hann liðugur at pissa (men nú har han pissat fárdigt)< svaraði Tóki. Ormur vann hólm- gonguna, men var illa særdur. Tóki hevði eisini fingið skeinur, so báðir máttu liggja í songini eina tid. Tvey konufólk passa teir, ein av ungu konunum hjá Haraldi kongi og dótt- ir hansara Ylva. Eina ferð Ylva situr og kembir Ormi heldur hon fyri, -at hon finnur onga lús í hárinum á honum. >Tað ber ikki tila, sigur Ormur, >so er er kamburin ov vánaligur. Greið harð- ari«. Men sama gjerdi. Hon fann onga lús. > So er illa statt við mær,< segði Ormur, „og tað er verri enn eg hevði hugsað. So havi eg fingið eina sjúku í blóðið. < Bókin er prentað í Fer- oyum, bæði væl og virði- liga, og tað eru ikki fleiri prentvillur í henni enn í teimum, sum prentaðar verða uttanlands. Bókin er innbundin í reyðari permu. Á permuni er tittulin settur við silv- urlittum rúnalíkum stav- um. Permumyndin er eitt hárfagurt og skeggjut mannshevur, teknað av Sverra Dahl. Hesin fyrri parturin av >Ormi Reyða< er upp á 238 síður og kostar inn- bundin 90 krónur, óbund- in 70 krónur. Bjarni, tú skalt hava takk fyri hesa góðu týðing av Ormi Reyða, sum í mong ættarlið fer at gleða gomul og ung. Takk fyri Snørrasøgurnar og allar hinar, tú hevur ríkað bók- mentir okkara við. Sverri Egholm GRAS Yrkingin, Gras eftir Tom Christensen, varð lisin upp við jarðarferðina hjá Jens Otto Krag. J. O. Krag helt sjálvur nógu av hesari yrking og plagdi mangan at frambera hana sjálvur — uttanat. Eg havi týtt hesa yrking leysliga. Tom Christensen fekk inspiratiónina til hana, einaferð hann lå avdottin á einum grasvølli. Tá hann vaknaði aftur og sá inn ímillum grasstráini var hugskotið har: Grasið stendur so sítt framman fyri mær, har eg liggi á grassíðum sverði. Jú meir eg bori meg í graskoddan niður, veksur mín verð alt meir og meir. Undir teim grenu spissbogaportum, steðgi eg á, her vil eg hvíla. Hætti mær ikki longri í hesum glámlýsi! Hætti mær ikki longri fram millum strá! Í teim dimmleittu hellum, millum vaggandi strá, er ein redd, sum vaknar og rópar harðari og harðari: Kemur tú nú, kemur tú, kemur tú kemur tú nú, tú nú. Og sum eitt svar tónar ein klár, vekur, klingandi dreingjarødd í mær: Ikki enn, nei! Ikki enn, nei! Men tá mitt vitloysi er at enda, tá dreymur um heiður og æru eru sum strá, tá skal eg koma, tá skal eg koma, tá eri eg lítil og ein eydnurik sál Frits nen =