mikudagur 13. desember 1978síða 10
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Føroyskir útisetar
Nr. 94 — 13. desember 1978
Føroyingafelagid á Fjóni:
Eingin hølisneyd —
storthundrad limir
Karmurin um sambandid millum føroy-
ingar å Fyn er Føroyingafelagid. Livid
sjålvt í felagnum er lesandi ungdómurin i
Odense,
sum annaðhvert friggjakveld
hittist til samkomu í læntum helum.
Feroyingafelagið hevur
verið so heppið, at onkur
felagslimur hevur havt
samband við Deyvafelag-
ið, ið eigur eini hús í
Læssøegøtu, har felagið
altíð fær hølini til låns, um
tey ikki verða nýtt til
annað endamál. So hetta
vandamálið hava feroy-
ingar á Fyn ikki at drag-
ast við.
Á hesum samkomum
verður ymiskt havt fyri.
Filmsýningar, kortspæl,
skemtiligar spurnarkapp-
ingar, dunnu-spæl, har
vinningarnir ofta eru av-
lop frá veitslum. Vanliga
hevur felagið tvær veitsl-
ur árliga ella meira, onk-
untiå undirhalda felags-
limir við tónleiki, og ann-
ars verður eitt og annað
havt á lofti.
Veitslurnar
draga fólk
Tað eru serliga veitslur-
nar, ið draga fólk til sín.
Fyri kortum var veitsla
við fyrsta floks spiki og
turrum fiski, og í vár
høvdu vit eina veitslu við
ræstum kjeti, og annars
má sigast, felagslívið er
gott.
Síðst í februar var Er-
Frá hátíðarhaldi í Odense. Emil Thomsen og Sverri Eg-
holm
lendur Patursson og held-
ur ein fyrilestur um Fer-
oya segu í nýggjari tíð, frá
umleið 1850 til dagin í
dag. Hetta var ein ógvu-
liga væl fagnaður fyrilest-
ur, sum mangan hevur
verið saknaður.
12. mars skipaðu vit
fyri Grækarismessuhaldi
úti í einum skógi. Heldur
kelið var, men fitt av fólki
var kortini komið til stað-
ar.
Gott 100 limir
Feroyingafelagið | hevur
meira enn 100 limir, flestir
føroyingar men annars
danskir vinir. Til veitsl-
urnar koma altið 60—70
fólk, stundum fleiri,
stundum færri.
Feroyingafelagið á
Fjóni er ikki nýtt. Mið-
skeiðis á oynni er ein lítil
býur ella eitt bygdarskap-
ilsi, sum eitur Hesselager.
Tað var her ið Gudmund-
ur Bruun og aðrir høvdu
eitt virkið felagsliv. Teir
komu saman í Rottufell-
uni í Svendborg, har eisini
fleiri siglandi feroyingar
hava verið.
Nú er savningarstaður-
in Odense, og hjá flestum
fólki er hegligt at sleppa
frá húsum, annaðhvert
við bussum, toki ella egn-
um bili. Onkur býr í Ny-
borg, onkur í Fáborg,
onkur í Svendborg onkur
á Norðurfyn, men tey
flestu búgva tó um Oden-
se-leiðina. Tó eru tað
fleiri, sum koma frá Hús-
arhaldsskúlanum í Skárup
og Handarbeiðsskúlan-
um í Kerteminde, har
Amanda gamla helt til.
Gott
ferðasamband
Hetta, at ferðasambandið
til Feroya er so gott, og at
ráðini tykjast betri enn
fyrr, ger ivaleyst tað, at
lesandi feroyingar, sum
munnu vera um helming-
urin av felagnum, gera
ikki tær stóru skreytirnar
úteftir, sum vit kenna frá
fyrr, serstakliga tá ið vit
hugsa um stríðsárini.
Tó er tað enn sum tað.
var tá: Tað er í Keyp-
mannahavn, teir eru á-
grýtnastir við virksemi
úteftir, t.d. skrivliga. Har
hava teir jú Mentunar-
grunn Studentafelagsins,
og har verður Oyggja-
skeggin framleiddur.
Málslig avlaging
Her skal verða nortið eitt
sindur við målsligu stød-
una, ið feroyskir lesandi
men eisini aðrir feroying-
ar, búsitandi í Danmerk,
eru í.
Qll frálæring fer fram á
donskum, sum kanska
einki er at siga til. Allan
dagin, allastaðni, mást tú
málbera teg á donskum,
um hugsingur skal vera
um, at onnur skulu skilja
teg. Og tá ið tú óvart
snávar, og t.d. sigur
»faldt« í staðin fyri
»væltede«, so siga teir
»hvad behager<, áðrenn
hálvtalað er orð. Hetta er
eitt salg av dansk-gering.
Hetta er tað, sum vit
síggja spegla sær í teim-
um ritum, ið útisetar
skriva. Feroya mál teirra
er avlagað, fåtæksligt og
hálvdanskt. Annars er
meiningin góð, teir tykj-
ast bara sum skarvur
tunguleysi.
Men orsøkin er ikki ein-
ans danska tilvera teirra.
Meginorsekin til hesa
veikligu stødu teirra, tá ið
teir skulu bera metingar
og hugarensl síni fram á
føroyskum, hon liggur i
Feroyum. Hon liggur hjá
teimum lærarum, ið hava
undirvíst hesum dreingj-
um og gentum — í barna-
skúlanum, (í heiminum), í
elstu flokkunum og at
enda í HF- og Studenta-
skúlanum. Tað er hetta
grundarlagið, ið átti at
verið lagt, men sum ti-
verri tykist vera so skirv-
isligt og visasligt, at so
títt og knapt nakar á-
gangur kennist, so hoykn-
ar hann ella hon fyri ein-
um máli sum tí danska.
Og hetta batar ikki í
longdini, ti her er vandi á
ferð. Málið tolir ikki ta
misrekt, ið her kemur til
sjóndar, tí retur málsins
eru alt ov ungar til tess.
Her eigur vend at koma i.
Føroysku lærararnir eiga
at taka sær um reiggj og
reisa spurningin um hesa
stødu, og bara nýta ein
tíma til tað um ikki annað,
á teimum landsfundum,
teir hava, og lítið annað
tosa um uttan lenarhækk-
ing. Víst skulu teir hava
sømiliga løn, men teir eru
um somu tíð næstir til at
rætta henda hættisliga
skeivleikan og svík í frá-
læringini í móðurmálin-
um.
Men endamálið má
vera, at so stórur partur
av hægri útbúgving sum
til ber fer fram í Føroyum.
Og tað er ein politiskur
spurningur. Men lærarar-
nir í og lágu læristovn-
unum kunnu skunda und-
ir, at so verður.
Framtíðarynski
Hetta var so ein persónlig
meting. Men tað man vera
semja millum allar fer-
oyingar her, at allar
vitjanir av landsmonnum
em kærkomnar. Vit
kunnu her nevna, at síðst í
mai mánaði var sjónleik-
arabólkurin GRÍMA her
og vitjaði við leikinum um
Kópakonuna í Mikladali.
Tey vórðu væl fegnað, út-
úrslitið var gott.
Men serliga kundu før-
oyingar á Fjóni hugsað
sær vitjanir millum feløg-
ini, fyrst og fremst tey í
Keypmannahavn og Ár-
hus, við einum og eðrum.
Vit kunnu her nevna tað
frálíka minningarhald,
sum universitetsbóka-
savnið í Odense skipaði
fyri í sambandi við, at tað
25. september vóru liðin
150 ár síðan bókasavn
Ki;
sogense 2
ft" “4
SÉ
Husby ydebjerg føjer; .
Sand Ørsted; ara
Jow Ve
Ga
Assens
NT
Ebberudt
Hårby
ia
Båring Skoty)
ÁÐ Sr
O NO 8 fjord
Bre 7 YU Abd .
Mreborg 2 —— :
Svendborg
un æb” MsDØIIE Lange
Basmark Me
Dalb D h
Odense á
lesinge
på) Stor
> Nil
Jákup i Skemmuni skrivar úr Odense
varð sett á stovn i Før-
oyum. Har vóru nógvir
føroyingar samankomnir
at lýða á reður, ið Hans
Bekker-Nielsen, pro-
fessar, Jakob Nielsen, út-
varðsmaður, Óle Jacob-
sen, magistari og Jóhan
Nieisen, fólkatingsmaður
o.a. hildu.
Seinni um kveldið skip-
aði Feroyingafelagið fyri
lítlari veitslu. Har takkaði
Sverri Egholm lands-
bókasavnsins vegna fyri
tann heiður, savninum og
Feroyum varð sýndur við
hesum stórfingna minn-
ingarhaldi.
Góð og vánalig
minni
Í skemtiligu reðu síni
treiv Sverri aftur í okkurt,
sum sagt hevði verið fyrr
um dagin:
— At viðurskiftini i-
millum danir og føroying-
ar í dag var so gott, komst
einahelst av, at danir vóru
heimsins vánaligastu
imperialistar og kolonial-
istar, segði Sverri. Ella
kanska vóru teir júst teir
skilabestu? Teir vóru ið
hvussu er heilt eðrvísi.
Teir nýttu ikki sum onnur
harrafólk vápnamegi og
harðskap, men ta tiltiknu
vælvildina og lagaligheit-
ina, sum nú hevði kevt
føroysku tjóðskaparrersl-
una. Ti tjóðskaparrersla
trivist best í andsteðu,
segði Sverri.
Danska lógin um
heimastýri í Feroyum,
sum Jóhan Nielsen fyrr
um dagin hevði róst sum
so einastandandi, at pol-
itikkarar komu langvegis
frá at seta seg inn í hesa
frálíku lóg, var eitt talandi
demi um hendan danska
vælvildarpolitikk. Feroy-
ingar kundu yvirtaka
næstan hvat tað skuldi
vera — men yvirtóku
sjálvsagt bert tað sum
kostaði lítið og einki! Sum
t.d. bókasavnsarbeiði,
helt hann speiliga fyri.
Tað finnast eingi hagtel
viðvíkjandi hvussu mang-
ir føroyingar búgva í Dan-
mark ella hvussu mangir
danir búgva í Feroyum.
Takka verið heimastýris-
lógini eru vit spard fyri
slíkt stríð. Ti juridiskt
finnst ikki ein dani í Fer-
oyum og ikki ein føroy-
ingur i Danmark. Tá ið hr.
hr. Jensen úr Rynkeby
flytur til Føroya verður
hann føroyingur i somu
løtu, hann setur fótin á
klettarnar. Somuleidis
verdur Jåkup i Skemmuni
fullgóður dani, tå hann
flytir til Odense. Juridiskt
altso. Hvat vit kenna
okkum sum er heimastyr-
islógini óviðkomandi. Tað
er romantiskur tjóðskapur
— og slíkt er ónærisligt
orð í dag.
Hóast tað fáast feroy-
ingar framvegis við at
halda upp á sín tjóðskap.
Teir hava síni feroyinga-
feløg í Odense, Keypman-
nahavn og aðra staðni í
Danmark. Tilsvarandi
donsk feleg í Feroyum
finnast ikki. TEY
Framhald á síðu 22