Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. desember 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Tórshavn Feroya Javnaðarflokkur Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Munandi framgongd BLAÐIÐ, SUM tygum í løtuni lesa, er seinasti SOSIALUR í år. Vanligt er við árslok at líta aftur um bak, og tað kunnu vit — rættiliga væl nøgdir — gera. TAÐ ER einki blað í Føroyum, sum hevur verið fyri eini tílíkari øking í upplagnum sum SOSIALURIN. Fyri tveimum árum síðani kom blaðið út í 2.000 eintøkum. Fyri hálvum ári síðani i 4.000, og i dag kemur SOSI- ALURIN åt i 5.500 eintøkum. AT SOSIALURIN i dag er Føroya næststørsta blad, hevur helst fleiri orsøkir. Seinasta heyst vórðu fleiri nýggj fólk knýtt at blaðnum, og stórur dentur varð lagdur á at gera blaðið til eitt fjølbroytt tíðindablað — eitt blað, sum viðkom øllum landsins íbúgvum. Úrslitið sóu vit skjótt. MEN VIT eru enn ikki nøgdir. Tað kann eingin vera, sum fæst við blød. Vit vilja framhaldandi út- byggja tíðindatænastuna kring landið við at fáa enn fleiri tíðinda- fólk víðahvar og annars í enn stórri mun heita á fólk, um at siga okkum frá tíðindum — stórri sum smærri. EITT TÍLÍKT samarbeiði millum les- aran og blaðið fáa báðir partar gagn av, og er hetta besti og skjótasti vegurin at gera SOSIALIN til tað tíð- indablað, sum øll ynskja. VIT VILJA takka øllum teimum, sum hvør á sín hátt hava stuðlað blaðnum hetta farna árið og ynskja vit øllum eini gleðilig jól og gott nýttár. SOSIALURIN kemur útaftur leygar- dagin 6. januar 1979. Tingið er farið í jólafri og kemur saman aftur eftir nýggjár. Á seinasta log- tingsfundinum í hesum ári, sum var hildin seinna- partin týsdagin, vóru ma. tvey mál til 1. við- gerð. Tað var Framburðs- og Fiskivinnuflokkurin, sum hevði sett uppskotini fram. Í eðrum uppskotinum verður mælt til at hækka avreiðingarprisirnar á feskfiski, sum verður landaður í Føroyum. Hes- ir prísir skulu hækkast frá 20. desember 1978 við 1 kr. pr. kg. tó so, at pris- irnir á kongafiski, sketu og reyðspreku hækka við 2 kr. pr. kg. Uppskotið fekk mis- javna mótteku. Avgjert varð at beina málið í figgj- arnevndina, sum skal kanna málið gjøllari. Helt sína jomfrútalu Tað var nýggi tingmað- urin hjá Framburðs- og Fiskivinnuflokkinum, Juul Jacobsen úr Nólsoy, sum legði uppskotið fram. Juul Jacobsen fekk á log- tingsvalinum næstflestar atkveður í Suðurstreymoy og er ti komin inn fyri Kjartan Mohr, sum hevur forfall. Juul segði í jomfrútalu síni á tingi, at tað hevur stóran týdning fyri út- róðrarmannin og fyri sam- felagið sum heild, at vit hækka núgaldandi avreið- ingarprísirnar. Hann sam- metti prísirnar fyri ráfisk fyri fýra árum síðani og teir, sum eru galdandi í dag, og segði, at har var ikki hend nekur munandi broyting. Juul vísti á, hvussu dýrt seinna hálvár hevði verið fyri hin føroyska fiskimannin. Hann helt fyri, at tann politikkur, sum verður førdur á Før- oya legtingi fyrst og frfremst er ein akademik- arapolitikkur. Juul nevndi eisini heim- bygd sína og segði, at Nólsoy var tann stersta bygdin í landinum, har einki arbeiðspláss var. Hetta helt hann vera skeivt og segði, at vit mugu royna at geva fólki arbeiði, har tað býr Hvar er logikkurin Finnbogi Isaksen tók orðið og segði m.a. at Framburðs- og Fiskivin- nuflokkurin ferdi ein held- ur løgnan politikk. — Fyrst siga teir seg vera ímóti råfiskagrunni- num og síðani siga teir, at hesin grunnur skal lata meira í studningi. Hvar er logikkurin, spurdi Finn- bogi Isaksen. Landsstýrismaðurin segði víðari, at teir trupul- leikar, sum fiskimenn hava at dragast við, stava frá illveðrinum, sum verið hevur í heyst. Í prinsippinum gekk Finnbogi Isaksen inn fyri uppskotinum um at hækka avreiðingarprísir- nar, men hann spurdi samstundis, hvar pengar- nir skulu koma frá. Leys- liga hevði hann roknað út, at uppskotið hjá FFF fór at kosta umleið 80 mill. kr., og hetta eru 50 pro- sent meira, enn nýggja figgjarlogaruppskotid mælir til at lata råfiska- grunninum. — Ti spyrji eg, segði Finnbogi Isaksen, hvar vil Framburðs- og Fiski- vinnuflokkurin fáa hesar pengar frá? Juul Jacobsen tók orðið og vísti enn einaferð á, at løgtingsmenn hava ov lit- ið samband við vinnulivid. Hann spurdi Finnboga Isaksen, hvar tær 522 mill. kr. á fíggjarlógini skulu koma frá, um tað ikki loysir seg hjá fiski- monnum at fiska. Bíða til nýtt landsstýri er skipað Johannes Martin Olsen úr Sambandsflokkinum tók undir við uppskotinum hjá FFF. Hann helt, at tað er skeivur politikkur, at fiskur frá føroyskum skipum verður avreiddur ótilvirkaður í útlendskari havn, um so er, at ar- beiðsloysi er í Feroyum. Hinvegin helt hann heldur ikki, at menn kundu nokta skipunum at avreiða, har tey fingu mest burturúr. Johannes Olsen helt ikki, at málið kundi av- greiðast nú einki nýtt Nr. 97 — 23. desember 1978 landsstýri er skipað. Ti skeyt hann upp, at málið fór í nevnd. Hann visti eisini á, at neyðugt er at endurskoða okkara pris- og studningsskipan. Lonarójavni Hilmar Kass úr sjálvstýr- isflokkinum tók undir við, at málið fer í fíggjar- nevndina til viðgerðar. Hann segði eisini, at tann mismunur, sum er millum lønirnar hjá fiskimonnum og fólki á landi, átti at verið javnaður. — Vit fastlentu merkja enn einki til, at hetta seinna hálvár hevur verið soltið, men fer hetta at vera gongdin framyvir, so fara vit at merkja tað skjótt, segði Hilmar Kass. Adolf Hansen hevði eis- ini orðið. Hann segði, at uppskotið miðaði ímóti at framleiða okkum úr kreppusteðuni. Hann visti á, at tað stendur stak illa til nógva staðni í landin- um. Sjálvur hevði hann vitjað á flakavirkjum, har fólk lótu ógvuliga illa at. Eisini vóru nógv útróðrar- heim í Feroyum, har ikki fekst matur í munnin. Ad- olf Hansen segði, at varð uppskotið ikki samtykt, so kundu tingmenn eins- væl brenna nýggja figgj- arlógaruppskotið, ti her fór neyvan meira enn helvtin av pengunum at koma inn. Adolf og Juul mæla til at hækka av- reiðingarprisirnar — Tingmenn spyrja, hvar pengarnir skulu koma frá Poul Jacob Olsen úr javnaðarflokkinum helt, at vit kanska sigla við ov stórum seglum. Hann segði, at grundin til, at tað er gingið so vánaliga í vetur, er tað ringa veðrið. — Eingin hevur tó droymt um, at hetta uppskotið skuldi verða framt í morg- in, segði Poul Jacob Ol- sen. Málið varð beint í figgj- arnevndina. Hitt málið hjá Fram- burðs- og Fiskivinnu- flokkinum var val av nevnd til kannan av rá- fiskaprisum. Hetta upp- skotið var beint til lands- stýrið at taka stødu til. Onøgdur við svør løgmans Adolf Hansen hevði tveir fyrispurningar til leg- mann. Hann spurdi, um tað var neyðugt at hava tveir landsstýrismenn, ið ikki umsita fiskivinnumál, við til fiskivinnusamráð- ingar. Til hetta svaraði legmaður ja. Adolf spurdi eisini, um tað er figgjarligt forsvar- ligt at hava eina so stóra sendinevnd til orienter- andi samráðingar, og til hetta svaraði løgmadur eisini ja. Adolf Hansen fór aftur á talarapallin og segði, at hann var ikki negdur við sverini frá legmanni. Meira varð ikki sagt í hes- um máli. Lærarar stovna felag Eitt fakligt felag fyri lærarar í støddfrødi, t.e. rokning og mate- matikki, alisfreði og evnafreði er stovnað. Qll, sum undirvisa ella eru undir útbúgving í hesum greinum kunna vera limir í felagnum, sum hevur til endamáls at menna lærugrein- arnar og tann einstaka læraran. Formaður felagsins, Mads W. Litzen, sig- ur, at felagið er eitt fakligt felag, sum sam- arbeiðir vid Føroya Lærarafelag, i ti tad vidurkennir, at Føroya Lærarafelag er felagið, ið hevur samráðingar- rættin yvir fyri mynd- ugleikunum. Annars ætlar felagið at taka lut í tí kjaki, sum tað vónar fer at taka seg upp viðvíkjandi lesi- ætlanum í teimum lærugreinum, felagið umboðar, tá nýggja skúlalógin í gildi næsta Nýstovnaða kemur í skúlaár. felagið ætlar eisini at geva út eitt blað við fakligum innihaldi og orðaskifti um lærugreinarnar. TOR SEERE EEN ED Er i i ser N | 6 g | Í 8 i i t