leygardagur 23. desember 1978síða 15
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——————
TU UA
Nr. 97 — 23. desember 1978
Einaferðina vóru tað her í
Havnini tvær smágentur,
sum itu Marin og Karin,
tær vildu so ógvuliga
gjarna hava ein beiggja,
ja, ein lítlasystur kundi
ganga an, allar vinkonur-
nar hjá teimum hevdu
smásystkin, men onki
barn kom til teirra. Eitt
kveldið tær vóru lagstar,
tosaðu tær um hetta. Nú
havi eg tað, segði Marin.
Hvat, hvat, rópti Karin.
Sum vit hava verið býtt-
ar, vit hava gloymt hvenn
vit skulu fáa til at biðja
um hjálp. Jesus kann
hjálpa okkum, bara Hann
vil.
»Ja, Marin, at vit ikki
hava tonkt uppá hetta
fyrr. Og báðar fóru upp-
aftur og legdu seg á knæ
og bóðu Jesus hjálpa
teimum. Og tit, Jesus
hoyrdi tær, soleiðis sum
Hann altíð hoyrir okkum,
og vita tit, Hann fór til
Guð og spurdi, um teir
ikki skuldu lata Marina og
Karina fáa ein beiggja.
Teir tosaðu eina løtu sam-
an um hetta og vórðu so
samdir um, at uppfylla
bønina. Og sjálvan jóla-
aftan fingu systrarnar
beiggjan. Sum tær vóru
glaðar. Tær fortaldu øll-
um, sum tímdu at lurta
eftir teimum, at tær
høvdu fingið eina jólagávu
frá Jesusi sjálvum og so
ropti Karin. »Gita hvat«,
men áðrenn fólkini kundu
svara, var Marin har og
rópti: >Ein beiggja, ein so
ógvuliga fittan og lítlan
Tær vóru so góðar við
hann og vildu bara sita
hjá honum, men hvat
skuldi hann eita? Mamm-
an og pápin vildu onki
siga: Tit fáa at hoyra tað í
kirkjuni, tað verður nógv
stuttligari hjá tykkum.
>Kunnu tit ikki siga
okkum tað<. Tær plág-
aðu, og plágaðu foreldrini.
>Kunnu tit ikki siga
fyrsta bókstavin, bara
fyrsta.. Men tað varð
aftur nei. Tó Marin og
Karin góvust ikki, tær
vildu hava navnið at vita.
Ein dagin, tá mamman
og pápin vóru so troytt
at hoyra tær, funnu tey
uppá ráð. >Ja, kæru gent-
ur, segdu tey, »nu hava vit
funnið tvinni nevn, men
tíverri vita vit ikki, hvat
vit skulu velja, og tí skulu
tit siga okkum, hvat tað
skal vera.«. Ja, nú vóru
Marin og Karin ernar.
Tær skuldu nokk siga,
hvat navn, tær hildu vera
vakrast. >Ja,< segði páp-
in, >veljið so, antin skal
tað vera Bolli ella
Skeggi.«
»Hatta, hatta kanst tú
ikki meina pápi<, Marin
var nærum at gráta.
>Nei,< segði Karin, >so
skal hann onki navn
hava<. Mamman flenti og
segði, at hatta fingu tær
aftur fyri at vera so for-
vitnar.
So kom sunnudagurin,
tá beiggin skuldi doypast.
Sum tað var ringt hjá
Marini og Karini at sita
stillar, tað var so leingi at
bíða. Pápin mátti hyggja
strangliga uppum brill-
urnar at teimum, tí í Guðs
Framhald av síðu 12
seta upp í húsunum og
pynta við dukkum og
góðgæti. Hvaðan hes-
in siður er komin frá,
veit eg ikki; men hetta
er eitt barnsligt pá-
fund.«
Presturin kundi havt
tikið tað hóvligari, ti i
Strasbourg fall hesin siður
skjótt niður fyri og kom
ikki fram aftur fyrr enn
eini 250 ár seinni.
Tað er líkt til, at eingi
ljós vóru á treunum. Ikki
fyrr enn í 1737 sigur týsk-
arin Gottfried Kisseling
frá »einum jólatræi, sum
strálaði av ljósum<. Um-
leið 30 ár seinri helt hin
ungi Goethe jól í heimi
sínum, har fólk komu
saman um eitt jólatræ,
pyntað við voksljósum.
Umleið ár 1800 kom
jólatræið til Danmarkar
og einaferð í 1840-unum til
Onglands. Victoria,
drottning, sum var gift
systkinabarni sínum, Al-
bert, prinsi, og var sera
góð við hann, skrivar í
einum brævi:
»Min kæri Albert, endi-
liga hava vit havt jólatræ,
og vit hava frett okkum,
meðan vit hava pyntað
tað. Nú strálar og blaktrar
tað í stovuni til mikla
gleði fyri okkum og bern
okkara og gestirnar.«
At byrja við eru tað
bara rikmenn og embætis-
menn, sum hava jólatre í
teimum ymisku londun-
um; men seinri
hetta siður, ið rekkur inn í
flestu heim.
Jólatræið er sostatt ikki
stórt meira enn 100 ára
gamalt í Norðanlondum
— eitt stutt áraskeið, tá
ein hugsar um, at hesin
siður kortini kann fylgjast
eini 1000 ár aftur í tíðina.
verður -
sosialurin
húsi skulu øll vera still og
góð. Endiliga spurdi
presturin, hvat skal barn-
ið eita? Jákup — áh Ják-
up, at tær ikki hevdu git-
að tað, sjálvandi Jákup
eftir abba.
Jákup vaks og bleiv ein
fittur smádrongur, skjótt
var hann so stórur at
systrarnar hevdu hann við
í sunnudagsskúla. Ikki
fataði hann nógv, men
honum dámdi so væl at
koyra oyra í bússuna. Ja,
tá hevði sunnudagsskúlin
nógv flottari bússu enn
nú. Ein nakaradrongur
sat á henni, og hann nikk-
aði hverja ferð eitt oyra
varð koyrt í, tað var hans-
ara máti at siga takk.
Hvenn sunnudag legði
pápin tvey 25 oyru við
hvønn tallerk hjá bern-
unum. Tað eina 25 oyrað
áttu tey sjálvi at keypa
fyri, hitt 25 oyrað skuldi í
bússuna í sunnudagsskúl-
anum. Og Marin og Karin
og Jákup vistu, at bússu-
25-oyrað átti Jesus, og tey
máttu aldri keypa nakað
fyri tað, og um mamman
og pápin ikki sóu tey
koyra oyrað í bússuna, so
sá Jesuspápi tað, tí Hann
sær alt, og fyri Honum
kann man onki fjala og
heldur ikki siga ósatt.
Tá Jákup varð stórur,
fekk hann at vita, at
pengarnir í bússuni vórðu
sendir til ein drong, langt,
langt burturi í Afriku,
drongurin var púra svart-
ur við purlutum hári og
brúnum eygum, akkurát
sum drongurin á bússuni.
Fyri pengarnar fekk hann
mat og klæðir og skúlar, tí
tá vóru ikki skúlar 1
Afriku fyri øll. Summatið-
ir, tá Jákup varð keddur
av skúlagongd, ynskti
hann, at hann hevði búð í
Afrika, so kundi hann
spælt allan dagin. Sum
árini ganga, fær Jákup
eitt sindur at vita um
heidningalondini, serliga
frá systrunum, tær eru
skótar og ganga eisini í
Várgleði.
Ein dagin ger mamman
eina so fína dessert. Jákup
hyggur at og spyr dúg-
liga. Jú, KFUK hevur
heidningamissiónsfest.
Jákup fatar ikki alt, akku-
rát tá hevði hann hoyrt so
nógv um Kina og droymdi
bara um hetta risalandið.
Er skálin meðni til Kina-
bernini.
»Åja,« svaraði mamm-
an troytt og koyrdi dess-
ertina í ta fínu glasskálina.
Morgunin eftir kemur
Jákup oman í køkin, glas-
skálin stendur tóm á borð-
inum, hann gapar og
hyggur at henni. >Mam-
ma, mamma, hevur longu
fartur verið úr Kina?“
»Ur Kina, hvat meinar
tú Jåkup«?
»Men skålin er longu
afturkomin, dámdu kines-
arabørnum dessertina hjá
tær?“
Mamma má flenna, so
fortelur hon Jákupi, at
dessertin varð seld uppi í
KFUK og pengarnir fyri
alt, sum kom inn, vórðu
sendir til heidningalond-
ini.
Ein sunnudag Jákup fór
rennandi í sunnudags-
skúla, datt hann og misti
bæði 25 oyruni. Tað eina
fann hann aftur beinan-
vegin, men hvussu hann
leitaði, hitt fanst ikki!
Hann mátti bara gevast
við leitingini og fara niðan
í meinigheitshúsið. Men
hann hevði fingið nakað at
hugsa um. Hver átti nú 25
oyrað, hann hevði funnið,
var tað bússan ella var tað
hansara. Sum hann hevði
tað ringt, hvat skuldi
hann gera tann dagin,
Tann dagin hoyrdu tey
um, at man skal geva Jes-
usi, tað Hann eigur, og so
mátti Jákup viðganga, at
25 oyrað skuldi í bússuna,
men hann var so keddur,
so keddur, og hann ynskti
so, at tey gloymdu at seta
bússuna fram, ella at hon
var so full, at onki meira
passaði í hana. Men búss-
an varð ikki gloymd og
heldur ikki var hon ov full.
Hetta var ein ringur dagur
hjá Jákupi
Um kveldið spurdi páp-
in hann, hvat hann hevði
keypt sær í dag. Tá var
Jákup nærum at gráta,
men ein rættur drongur
grætur ikki. So hann beit
saman tenn eina lítla løtu,
og so segði hann pápanum
frá ellum. Men hvat var
hatta. pápin hevði tár í
eygunum, ja, vaksin fólk
vóru ofta legin. So tók
pápin niður í lumman og
kom upp við 1 krónu, hesa
skalt tú eiga, Jákup, og
gloym ongantíð tað, sum
hendi tær í dag. Tá var
Jákup glaður. Árini gingu
og Jákup var nú nú vaksin
og sigldi í langfarasigling
og kom til nógv av teim-
um londunum, hann hevði
hoyrt um í sunnudags
skúlanum. Men nú skulu
tit hoyra, hvat hendi hon-
um eini jól. Stutt framm-
anundan hegtíðini fekk
skipið maskinskaða og
mátti inn í ein bý í Afriku.
Sjómanspresturin kom til
skipið og vitjaði. Tað var
ikki ofta, at manningin
hoyrdi Guðs orð, nærum
bara í útvarpinum, og tá
skip lógu inni í teimum
býum, har sjómansprestar
vóru.
Hesir sjómanspresturin
var norðmaður og hann
fortaldi teimum at langt
uttan fyri býin lá ein kost-
skúli, sum danska heidn-
ingamissiónin hevði, og
hann hevði lovað seg út
higar jólaaftan at hjálpa,
tá visti hann jú onki um
skipið. Teir bóðu hann
endiliga fara, og so fann
ein uppá, at teir allir
skuldu keypa jólagávur til
bernini har. Men tey eru
so nógv, segði presturin.
Ja, vit keypa eitt smáting
til hvenn. So samlaðu teir
pengar inn og presturin
við teimum í býin. Teir
keyptu og keyptu, so var
ein bussur leigaður jóla-
Síða 15
aftan til prestin og allir
pakkarnir koyrdir inn, og
skiparin bað Jákup fara
við teimum.
Tá skúlabernini hoyrdu
bussin komu tey renn-
andi, øll skuldu heilsa
prestinum, tað sást hvus-
su góð tey vóru við hann.
Eitt sindur smæðin hugdu
tey at Jákupi. Og Jákup,
hann sá so týðiliga fyri
sær bússuna í sunnudags-
skúlanum við nekara-
dronginum á.
Missionerurin kom út
og bjóðaði hjartaliga væl-
komin og hann mátti endi-
liga halda jólaaftan hjá
teimum..
Nakað seinni kimaði
kirkjuklokkan og øll fóru í
kirkju. Ein lítil drongur
tók í hondina á Jákupi
peikaði, og ein nekara-
missionerur umsetti.
»Hann vil fylgja tær i
kirkju og hann spyr, um
tå veitst, hvat kirkju-
klokkan sigur.« Jákup
boygdi seg niður yvir
drongin og segði. bim—
bam, bim—bam. Drong-
urin flenti og segði okk-
urt. Missionerurin um-
setti: Nú sigur hann, at
klokkan sigur eisini nakað
annað, hon sigur: komið
nú, komið nú
Tað kendist so legið fyri
Jákupi, at ein lítil svartur
drongur úr ti myrka Afr-
ika skuldi fortelja honum,
sum var úr einum gomlum
kristnum landi, hvat
kirkjuklokkan segði. Góði
Guð, bað Jákup í hjarta
sínum, lat meg ongantið
gloyma hetta, sum hann
lærdi meg.
Og jólaguðstænastuna
gloymdi Jákup ongantið,
at hoyra ell hesi svertu
bernini syngja um Jesus
pápa við skínandi eygum,
og hvussu tey lurtaðu, tá
presturin fortaldi teimum
um ta fyrstu jólanáttina
her á fold. Jú, alt goymdi
hesi bern í hjartanum.
Aftaná varð jólatræ og
tá bernini fingu gávurnar
frá skipinum, vóru tey so
glað, at tey klappaðu og
hoppaðu og róptu hart.
Jákup ynskti so, at øll
manningin skuldi sætt
tey.
Seinni fortaldi nekara-
missionerurin fyri Jåkupi,
at hann hevði gingið i
skúla fyri pengar, sendir
ikki úr Danmark, men úr
Feroyum, úr sunnudags-
skúlanum.
Tá gapaði Jákup.
—
Jólaaftan
(Sunnudagur 24.)
14.00: Veðurtiðindi
og tíðindi
14.10: Útvarpið á jólum
14.20: O sigursæla náttar-
stund. Feroyskir
jólasálmar
14.50: Eva og Maria
Axel Tórgarð
15.20: Sending fyri bern
Samreður, sangur
og upplestur
16.00: Jólatræ á
Bryggjubakka
16.40: Jólaoratorie av
J. S. Bach.
Fyrsti partur.
Janus Mohr leggur
til rættis.
17.15: Midnåttarstjørnan
13 logar. Yrkingar
17.40: Tað sótu seyða-
menn á vakt
Feroyskir jóla-
sálmar
18.00: Jólaevangeliið
18.05: Veðurtíðindi
22.30: Jól og jólahald
Samreður, frásagn-
ir og tónleikur
24.00: Miðnáttarmessa
Beinleiðis sending
úr Katólsku kirkj-
uni í Tórshavn
Jóladagur
(mánadagur 25).
10.30: Jolaløg i Havnar
kirkju. Havnar
hornorkestur spæl-
ir. Beinleidis
sending
11.00: Gudstænasta i
Havnar kirkju
H. J. Joensen
prestur prædikar
Beinleiðis sending.
14.00: Veðurtíðindi
og tíðindi
14.10: Jólakonsert
Kristiliga sang-
kórið, stj.: Knút
Olsen, syngur.
14.45: Gardinurnar fyri,
og hvat so. Ut-
varpsleikur eftir
Steinbjørn B.
Jacobsen. Oskar
Hermannsson legg-
ur til rættis.
15.25: Jólaoratorie av
J. S. Bach
Onnur sending.
Janus Mohr leggur
til rættis.
16.00: Vit støkka inn
á gólvið. Niels Juel
Arge hittir Rosu
Dahl-Christiansen
150 åra minningar-
konsert Fr. Schu-
bert. Luttakarar:
Rigmor Restorff,
Arni Hansen,
Anna Olsen, Havn-
arkórið.
17.30: Prát og plátur.
Samrøda við Erik
Petersen, ið eisini
spælir tónleik.
Ove Olsen
18.30: Veðurtíðindi
og tíðindi
18.40: Tíðindi á
grenlendskum
Klassisk grammo-
fonkonsert: Ludw.
van Beethoven:
Klavertrio í b-dur.
opus 97. Emil
jilels spælir klav-
er, Leonid Kogan
violin og Mstislaw
Rostropowitsch
cello.
19.30: Vedurtidindi
16.50:
18.50: