mikudagur 17. juli 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 134 - 17. juli 2002
Nr. 134 - 17. juli 2002
21
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100
Skipasmiðjan á Skála P/F
søkir eftir tekniskum leiðara
Starvið:
Sum tekniskur leiðari fær tú ábyrgdina av øllum tekniskum spurningum á
Skipasmiðjuni.Tekniski leiðarin verður partur av leiðslu felagsins við beinleiðis
tilvísing til stjóran. Tekniski leiðarin skal vera við til at menna virkið tekniskt,
somuleiðis sum hann skal viðvirka til at styrkja verandi virksemi og finna nýggj-
ar møguleikar fyri øktum virksemi.
Arbeiðsplássið er á Skála.
Høvuðsuppgávur:
• at vera driftsleiðari og samskipa tær ymisku uppgávurnar.
• at vera tekniskt tengilið millum virkið, viðskiftafólk og myndugleikar.
• at vera við til at leggja ætlanir fyri arbeiði og menning av virkinum.
• at vera við til at mynda leiðsluna á virkinum bæði dagliga og við framtíðini í huga.
• at vera formonnum og starvsfólki annars til hjálpar í tekniskum spurningum.
• at leiða tilboðsrokning og gera metingar av arbeiðum sum heild, bæði fíggj-
arliga og hvat viðvíkur tíð.
Førleikar:
Vit rokna við at tú:
• er maskinverkfrøðingur og/ella hevur víðkað maskinmeistaraprógv.
• hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir.
• hevur evnir at greina tekniskar trupulleikar, viðgera møguleikar til loysnir og
ert førur fyri at taka avgerðir.
• dugir væl at málbera teg á føroyskum,skandinaviskum og enskum máli,bæði
skrivliga og munnliga.
Vit bjóða:
Eitt sjálvstøðugt arbeiði við góðum møguleikum fyri persónligari menning.
Løn, trygging og eftirløn eftir nærri avtalu partanna millum.
Um hetta hevur tín áhuga ella um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi,
vinarliga set teg í samband við okkum á tlf. 44 11 55.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving skal sendast til:
Skipasmiðjuna á Skála
att.: Marni Olsen
FO-480 Skála
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og freistin at lata inn er 31. juli 2002.
www.faroeyard.fo
skala@faroeyard.fo
P/f Skipasmiðjan á Skála er dóttirfelag hjá P/f Tórshavnar Skipasmiðju og har starvast umleið 75 fólk .
Skipasmiðjan á Skála P/F
søkir eftir leiðara til stáldeildina.
Starvið:
Sum leiðari av stáldeildini á virkinum fær tú ábyrgdina av øllum faktekniskum
spurningum. Leiðarin verður partur av leiðslu felagsins við tilvísing til tekniska
leiðaran og stjóran. Leiðarin av stáldeildini skal saman við leiðarunum av hinum
deildunum á virkinum og leiðsluni annars, vera við at menna virkið fakliga og
tekniskt,somuleiðis sum hann skal viðvirka til at styrkja verandi virksemi og finna
nýggjar møguleikar fyri øktum virksemi. Leiðarin skal í samstarvi við onnur vera
við til at samskipa arbeiðið á skipasmiðjuni til gagns fyri bæði viðskiftarfólk,
starvsfólk og virkið sum heild.
Arbeiðsplássið er á Skála.
Høvuðsuppgávur:
• at skipa og leiða dagliga arbeiði á stáldeild virkisins.
• at vera við til at leggja ætlanir fyri arbeiði, fylgja hesum upp og saman við
leiðsluni annars samskipa ymisku arbeiðini frá byrjan til enda.
• at vera við til at mynda leiðsluna á virkinum bæði dagliga og við framtíðini í
huga.
• at vera sjakformonnum, starvsfólki, kundum o.ø. til hjálpar í faktekniskum
spurningum.
• at vera við í tilboðsrokning og gera metingar av arbeiðum sum heild, bæði
fíggjarliga og hvat viðvíkur tíð.
Førleikar:
Vit rokna við at tú:
• er skipsbyggjari ella hevur líknandi útbúgving.
• hevur royndir innan stál- og skipasmíð.
• hevur leiðsluroyndir sum formaður ella líknandi og dugir at skipa og leiða
arbeiði til gagns fyri starvsfólk, viðskiftafólk og virkið.
• hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir.
• hevur evnir at greina sundur fakligar spurningar,viðgerða møguleikar saman
við øðrum, taka avgerðir og seta hesar í verk.
Vit bjóða:
Eitt sjálvstøðugt arbeiði í einum spennandi umhvørvi við góðum møguleikum
fyri fakligari og persónligari menning.
Løn, trygging og eftirløn eftir nærri avtalu partanna millum.
Um hetta hevur tín áhuga ella um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi,
vinarliga set teg í samband við okkum á tlf. 44 11 55.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving skal sendast til:
Skipasmiðjuna á Skála P/F
att.: Marni Olsen
FO-480 Skála.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og freistin at lata inn er 31. juli 2002.
www.faroeyard.fo
skala@faroeyard.fo
P/f Skipasmiðjan á Skála er dóttirfelag hjá P/f Tórshavnar Skipasmiðju og har starvast umleið 75 fólk .
Advokatfulltrúi
søkist
Søkt verður við hesum eftir advokatfulltrúa at byrja
sum skjótast ella eftir nærri avtalu.
Bæði nýggir løgfrøðingar og løgfrøðingar við
royndum kunnu søkja.
Vit vænta, at viðkomandi hevur eina góða ástøði-
liga barlast og hevur teldukunnleika á brúkarastøði,
eins og góður kunnleiki til enskt er ein fyrimunur.
Harumframt vænta vit, at viðkomandi hevur góð
samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Vit kunnu bjóða eitt áhugavert, men ofta sera
strævið starv við nógvum skiftandi arbeiðsupp-
gávum.
Skrivstovan arbeiðir serliga við rættarmálsviðgerð-
um og ráðgeving til fyritøkur innan- og uttanlands,
kommunur og almennar stovnar.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið
verður lønt eftir nærri avtalu.
Stutt umsókn saman við prógvum skal sendast til:
Annfinn V. Hansen, adv.
Bryggjubakki 22, boks 106,
110 Tórshavn
tlf. 359595 · telefax 359596
Sethús á
Kambsdali
119 m
2 til sølu. Grundøki 697 m2. Byggiár: 1989.
Tlf. 444187 ella 253987
Landsverkfrøðingurin
Sagt verður frá, at asfaltverkið og skerverkini eru
stongd í summarfrítíðini frá 22. juli til 19. august.
Pedagogar
til Bústovnin og Sambýlini í
Runavík
Innan Trivnaðarmálaráðið og stovnar undir tí, við
fyribils tænastu á Bústovninum og Sambýlunum
í Runavík, eru tvey pedagogstørv leys at søkja til
setan 1. aug. 2002 ella eftir nærri avtalu.
Størvini verða sett sum tænastumannastørv eftir
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag,fyri tænastumanna lønt stigini 24–
31 eftir lønartalvu pr. 01.03.02.
Á Bústovninum á Rúnarvegi búgva seks menn-
ingartarnað fólk og á Sambýlinum á Rúnarvegi
koma eisini 6 lættari menningartarnað fólk at
búgva. Harumframt hoyrir Sambýlið á Líknagøtu
1 eisini til stovnin.Uppgávan hjá starvsfólkunum,
sum nú verður søkt eftir, verður at hjálpa og veg-
leiða íbúgvarnar á Sambýlinum á Rúnarvegi í øll-
um tí, sum tey hava tørv á. Tit fáa við tykkara
pedagogisku vitan ábyrgdina av at menna í-
búgvarnar m.a. til at húsast saman í felagsskapi
hvør við annan.
Arbeiðið á einum slíkum sambýli krevur áræði og
fleksibilitet og at tú setur teg føran fyri at menna
íbúgvarnar til bæði innanhýsis viðurskifti og at
klára seg úti í samfelagnum.
Vit vilja at tú saman við okkum vil innrætta og
skapa sambýlið til eitt heim,soleiðis at vit øll trív-
ast og á ein pedagogiskan hátt tryggjar at okkara
menningarmøguleikar koma í fyrstu røð,og finna
útav saman,hvussu innihaldið í gerandisdegnum
skal virka.
Vit vilja eisini, at tú skal hava samskifti við okkara
avvarðandi og tey, sum vit umgangast dagliga.
Starvsøkið er allur stovnurin, og tann setti kann
rokna við at kunna fáa aðrar uppgávur aðra-
staðni í skipanini, um tørvur gerst á tí.
Ert tú áhugaður í at uppbyggja og seta í verk og
ganga nýggjar leiðir, so send eina umsókn við
avriti av prógvum innan 24.07.2002. Eru spurn-
ingar til starvið, kunnu tit venda tykkum til leið-
aran á tlf. 448424.
Umsóknir skulu stílast til:
Sambýlið á Rúnarvegi
Att.: leiðarin
Rúnarvegur 3
FO-620 Runavík
Útbjóðing
Felagsskúlin á Oyrarbakka bjóðar við hesum koyr-
ingina av skúlanæmingum út.
Talan er um tríggjar leiðir: Hósvíkarleiðina, Tjørnu-
víkarleiðina og Eiðisleiðina. Til ber at bjóða upp á
eina leið, tvær ella allar tríggjar.
Útbjóðingartilfar og nærri upplýsingar fáast við at
venda sær til skúlastjóran á tlf. 423098.
Møgulig tilboð skulu verða Felagsskúlanum í hendi
í seinasta lagi hósdagin 1. august 2002 kl. 15.00.
Felagsskúlin skilar sær rætt til frítt at velja millum
innkomin tilboð ella einki at taka.
Felagsskúlin á Oyrarbakka
Postbox 20
FO-400 Oyrarbakki
Grót fæst
í Havn við at gjalda fyri lessing og koyring.
Tlf. 350700
Kunngerð
frá útskiftingarnevndini
fyri Hvalvíkar bygd
Næsti útskiftingarfundur verður í róðrarneystin-
um í Streymnesi hósdagin 25. juli kl. 10.00.
Nýggjur fyribilsplanur verður framlagdur.
N. v.
Øssur A. Midjord
útsk. form.
Summarfrí
Frá mánadegnum 22. juli til fríggjadagin 2.
august 2002 er Mentamálaráðið stongt vegna
summarfrí.
Tórshavn, tann 15. juli 2002
Mentamálaráðið
Mentamálaráðið
Summarfrí
Vegna summarfrí er kommunuskrivstovan
stongd frá mánadegi 22. juli til fríggjadagin 9.
august.
Sunda Kommuna
460 Norðskála
Vikarur
Søkt verður eftir vikari tíðarskeiðið 19. august til
11. oktober 2002 fyri lærara, sum hevur
barnsburðarfarloyvi.
Fult vikutímatal við hesum lærugreinum:
Danskt, enskt og tilevning ( 8. - 10. flokkur)
Starvið verður lønt samb. avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir skulu sendast til Felagsskúlan á Oyrar-
bakka í seinasta lagi 1. august 2002.
Nærri fæst at vita hjá skúlastjóranum tlf.42 30 98.
Felagsskúlin á Oyrarbakka
Postbox 20
FO-400 Oyrarbakki
Summarfrí
Vegna summarfrí er skrivstovan afturlatin
frá 22. juli til 2. august.
Telefonavgreiðsla verður tó
í vanligari skrivstovutíð á tel. 282919.
Opið er aftur mánadagin 5. august.
Avgreiðslutíðin mánadag-fríggjadag
kl. 09.-16.00.
FØROYA LÍVSTRYGGING
C
M
Y
K
21
20