Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. januar 1979síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 3 — 13. januar 1979 Framhald frá síðu 6 um, kanska mest tey eldru, eins fegin síggja floksins samstarv við sambands- og sjålvstyris- flokkin aftur, um enn eg og fleiri ikki eru samd vid tey — hettar er bara so. Men meginparturin av javnadarveljarum eru so mikið at sær komin, at vit — uttan mun til saman- setingina av komandi landsstýri — fyrst ynskja at vita, hvat hettar lands- stýrið skal samstarva um. Eitt er vist, skulu vit javnaðarfólk vera við til aðrar og dýrari yvirtøkur komandi 4 árini, so eigur javnaðarflokkurin at um- hugsa, um prísurin fyri samstarvið við tjóðveldis- flokkin og fólkaflokkin ikki verður ov høgur. Politiskt sýnist greitt, at tjóðveldisflokkurin bert hevur ein samgongu- meguleika, meðan allir hinir flokkarnir hava fleiri samgongumøguleikar, og javnadarflokkurin hevur onga orsøk at óttast eitt umval, skuldi tað blivið úrslitið. Vit javnaðarfólk vita ikki, hvat flokkurin hevur bundið seg til í verandi steðu, men vit hava ta vón til Atla, Jákup og Kára, at teir ikki binda flokkin til at gjalda ein ov hegan prís í sjálvstýris- og yvirtøkumålum. Vit vóna eisini, at okkara somu samráðingarmenn ikki binda flokkin til nýggja samgongu, fyrr enn eitt breitt javnaðar- forum hevur havt hevið at taka stødu til, hvat sam- starvast skal um komandi 4 árini. Við tekk fyri upptek- una. , jbm. *** BJØRG OG ALV Harra blaðstjóri. Vilja tygum seta henda fyrispurning í blaðið? Nú ein dagin fekk eg eitt girokort frá postboðn- um. Tað snúði seg um eitt felag, tey kalla fyri Bjørg. Eg havi einaferð fyrr fing- ið eitt sovorðið girokort frá postmanninum, har Bjerg stóð á. Eg vildi so gjarna fingið at vita, um hetta er eitt virkið felag við formanni, nevnd o.s.fr. ella, um tað bert er eitt girokortafelag. Nú veit eg ikki, um nakar, kann svara mær uppá hetta, men eg hevði verið glað fyri at fingið okkurt svar. Eitt annað, eg kundi tonkt mær at fingið eitt sindur at vita um, er í sambandi við nakað, eg hoyrdi um Alv í Útvarpin- um eitt kveldið. Alv og Bjørg, er tað tað sama, ella hvussu? Hevði onkur tímað at sagt mær eitt sindur um hetta ymiska? Prikk Argja skúli Innskriving av næmingum í 1. flokk komandi skúlaár 1979/80, verður í Argja skúla mánadagin 15. jan. mill- um klokkan 15 og 17. Ber tað tygum ikki til at koma nevndu tíð, kunnu tygum siga frá á telefon 14136 ella 13395. Takið navna- ella dópsseðil við. ARGJA SKÚLI VESTERBRO BORNINI (LP og MC) fæst í LM HANDLINUM TLF. 11220 Síða 15 Umsorgar- assistentur Starv sum hålvdagsassistentur søk- ist til verkstaðið Vón. Arbeiðstíðin er frå kl. 13.00 — 16.00 og mikudag frå kl. 8.00 — 16.00. Umsókn hjálagt viðmæli verður at stíla til Áge Chrstensen og sendast til verkstaðið Vón, Tinghúsvegi 18, innan 1/2 1979. Verkstaðið VON Føroyskt tógv Føroysk pløgg Ull Skipstroyggjutógv, grátt............ ditto, hvítt 60 kr: kg ditto, myrkamorreytt og ljósamorreytt 70 kr. kg Heimatroyggjutógv, hvítt og grátt.... 70kr. kg ditto, myrkamorreytt og ljósamorreytt 80 kr. kg Nappað togv, allir litir.............. 130 kr. kg Undirtroyggjur úr nappaðari ull .... 110kr. stk. Undirbuksur úr nappaðari ull.......110 kr. parið FarceSock „.................... 23 kr. parið Elin hosur....................... 23 kr. parið Stivlahosur upp móti knæ ......... 30 kr. parið Vettir . parið Vit keypa óvaskaða ull fyri 7 kr. pr. kg. Vaskaða: Hvíta 14 kr., gráa 10 kr. ljósamorreyða og myrka- morreyða 16 kr. pr. kg. TØTINGARVIRKID v. Olavur Gregersen, GØTA, tlf. 41020-41120 Vetratilboð SHETLANDSTROYGGJUR til menn 95% ull 5% acryl Str. 50 — 52 — 54 Litir: Beige — rust — brån — grøn Wrangler Shop Tréndargøta 27 — Tlf. 14710 BUKSUR FEDGAR, SMS Frarmieidsia SKRÆDDARAVIRKIÐ 127277 mm 15192 Havnar arbeidsmanna- felag hevur aðalfund hósdagin 25. januar kl. 19.30. Dagsskrá: 1. roknskapirnir 2. stødutakan til sáttmálan 3. ymiskt. Samstundis siga vit frá, at felags- húsið verður opið hóskveld fyri lim- ir. NEVNDIN Telefonnummar- broyting Telefonnummar Eysturskúlans er broytt til TIf. 14752. EYSTURSKÚLIN