Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. januar 1979síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Framhald frá síðu 4 til okursleigu. Leigarar, sum í nógvum ferum ikki fáa eina kontrakt, tí so verða tey útblakað, og tí einki rættindi hava. Hev- ur býráðið samvitsku til at lata steðuna, sum hon er í dag, halda fram? —Tað er ringt hjá bý- ráðnum at jagstra sokall- aðu íbúðarhávarnar. Ann- ars fáa vit at síggja, um býráðið fer at ganga við til at seta pening — t.d. ein vissan prosentpart — av til íbúðarendamál. Tað skal ikki skorta uppá upp- skot frá sosialu-nevnd. — Eisini kann nevnast, at eingi kollegium eru í býnum, hóast allar teir mongu skúlarnar og teir mongu útbúgvingarstovn- arnar. Hesin spurningur átti at verðið loystur sam- an við útbúgvingarmynd- ugleikunum, tí tað ber ikki til bert at fáa fleiri lærupláss og ikki hugsa um íbúðarspurningin. Tað er tað sama sum at sleppa teimum ungu upp á fjall. Stendur meira enn hálv tómt — Eitt dømi hava vit um skúlaheimsbyggjari — Skúlaheimið hjá Tekniska skúlanum úti við Markna- gilsvegin — men tað stendur meira enn hálv- tómt, havi eg í hvussu er hoyrt. — Kvunnu tit góðtaka, at ein hópur av kømurum í býnum stendur óbrúktur, meðan onnur liggja nær- um á getuni? — Kommunan lat í síni tíð ókeypis grundeki til skúlaheimið, men hevur litla og onga ávirkan. Tó hevur kommunan ein av sjey limum í skúlaheims- nevndini. Mær er upplýst, at á heiminum búgva í let- uni 27 lærlingar. Pláss er fyri 93, men reglugerðin er ógvuliga strong, sum jú hevur verið upplýst í blød- unum fyrr. Sjálvur haldi eg, at aðrir næmingar — t.d. sjómansskúla-, ma- skinskúla- og handils- skúlanæmingar — skuldu kunna búð á heiminum, so leingi sum lærlingar ikki brúka alt heimið. Vit fáa at síggja — Vit hava næstan ta á- skoðan, at býarmyndug- leikarnir ikki hava dirvi at loysa íbúðartrupulleikar- nar? — Eg havi nevnt, at byrådid ger nakað við spurningin, men eg eri vissur í, at býráðið kundi gjørt nógv meira enn gjørt verdur i dag. Eg havi eis- ini nevnt uppskotið hjá sosialu-nevndini til figgj- arætlanina, men tann nøgdin varð skarvad av- aftur. Nu fåa vit at siggja, tå komandi figgjarætlan skal gerast, um vilji og dirvi er til stedar, endar Leivur Johannesen viðtal- una við Sosialin. sosialurin Nr. 6 — 24. januar 1979 Nú hava vit latið upp. Koma tygum framvið, eru tygum vælkomin inn á gólvið at síggja húsið. Restauratiónin er annars opin til kl. 22.00 og tilreidar at borðreiða við ollum tí góða og spennandi, ið køkurin hevur at bjóða. Bilegging til smærri og stórri veitslur, fundir o.a. kann gerast á tlf. 32955 HOTEL VAGAR OILWIND J. K. Joensen & sonur Miðvág tlf. 32422 Framleidsla av spølum og aðrari útgerð til línu og trolveiðu garnaveiðu 0.a. So væl til smábátar sum størstu fiskifør Hava stéran kunnleika i øllum serarbeidi innan oljutrykk