Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. januar 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Donsk og feroysk mjólk lið um lið. Í dag nekta vit sjálv- ir bert ein triðing av tørvinum SN 7. Framtíðar láni- og studningsváttanir til ílog- ur og rakstur? 8. Verjutollur? 9. Vraking og eftirlit? 10. Royndarsteðin? Búnaðarnevnd setast Her er talan um spurn- ingar, sum eru truplir at loysa, og mega teir við- gerast í eini nevnd, sum kennir landbúnaðarviður- skiftini til botns. Landsstýrinum verður tí mælt til at seta eina »Bunadarnevnd« til at greina út, hvussu hesir spurningar eiga at loys- ast. Grundarlagið fyri hes- um arbeiði eigur m.a. at vera tey álit, sum eru til taks í Jarðarráðnum um málið. Hóast nevndin í idnad- arálitinum er av tí áskoð- an, at ein serstek nevnd eigur at verda sett at greina út hetta stóra mål, metur hon tað tó ikki vera rætt at sleppa málinum uttan at lýsa nakrar av teimum hevuðsspurning- unum, ið mugu loysast. Sjálvbjargin í hvussu stóran mun Utgangssteðið má her vera: Á hverjum eki hava vit meguleikar at vaksa um framleiðsluna av land- búnaðarverum, hvat eta vit í dag. og kunnu >eti- vanar< okkara broytast? Teir báðir fyrstu spurn- ingarnir kunnu verða mettir um — hin seinasti valla. Einastu búnaðarverur, sum vit hava náttúrligar fyritreytir at framleiða, eru kjøt, heimafuglur, egg, eplir, røtur og ein part av grønmeti. Seydakjøt Seydakjøtframleidslan kann valla økjast mun- andi uttan so, at seyðurin verður fóðraður við inn- fluttum fóðri (og tað kann ongantið vera rætt), ella við at vaksa munandi um stráfóðurframleiðsluna. Mjólk og neytakjøt Skotið verður upp, at farið verður undir miðvísa upp- bygging av mjólkafram- leiðsluni, so tørvur okkara á mjólk og mjólkaverum verður nektaður í mest meguligan mun. Parallelt við vekstrin- um á mjólkaframleiðsluni eigur at vera miðað ímóti einum lutvist enn støirri vøkstri i neytakjøtfram- leiðsluni, so at framleidsl- an av neytakjøti — sum lið í bygdamenningini — minkar um tervin á eðrum innfluttum kjøtvørum (t.d. svinakjøt). Neytakjøtframleidslan eigur fyrst og fremst at vera framd i bygdum, sum vegna flutningsvansar ikki hava góðar meguleik- ar at framleiða mjólk við vinningi. Nevndin metir tað vera av stórum týdningi, at grundarlagið undir mjólka- og kjøtframleidsl- uni er egið stráfóður. # sosialurin Nr. 7 — 27. januar 1979 Egg og heimafuglur Serstakliga sum hjávinna fyri tey smærru jardar- brúkini eigur egg- og heimafuglaframleiðsla at verða ein stuðul. Eplir og røtur Skotið verður upp, at mið- að verður imoti at vaksa munandi um róta- og epla- veltingina. Grønmeti Grønmetisframleidslan bædi uttan fyri og undir glasi eigur at verda studl- að. Serstakliga eigur stór- ur dentur at verða lagdur , å at nyta »spillihita« frå SSRS markum fyri brúksstedd- ir: 1. Støddin á brúkunum verður at laga seg eftir, at tann, ið skal liva av tí, í minsta lagi fær eina úr- tøku svarandi til tað sum t.d. ein fakarbeiðari í okk- ara samfelagi vinnur. 2. Steddin á fjósinum verður helst altíð at laga seg eftir náttúrugrundar- lagnum — tvs. egnu strá- fóðurframleiðslu. 3. Strembað eigur at verða ímóti, at hvert brúk sær verður gjørt so fjøl- broytt sum gjørligt, og soleiðis at økologiskur javnvágur fæst. Serligt ansni má visast við kunst- tødnytsluni, so vit ikki koma i hin onda »cirkulin« at noyðast at brúka stød- ugt vaksandi negdir av Oll í samfelagnum mugu stuðla landbúnaðinum ymiskum tekniskum in- stallatiónum (motorar, frystianlegg 0.s.fr). Nydyrking Skal komast å mål sum skotið er upp frammanfyri verdur tørvurin a nydyrk- adum areali umleid 1.500 ha. Sambært metingar gjørdar av Jarðarráðnum er hetta bert ein lítil part- ur av ti lendi, sum kann dyrkast. Við nútíðar amboðum skuldu ikki stórir trupul- leikar staðist av at klára hetta yvir eitt 15-åra skeið, hverki tekniskt ella figgjarliga, hóast tað 6- ivað verður neyðugt at byggja eina negd av nýggjum »uppdyrkingar- vegum«. Bruksstøddir Skotid verdur upp, at m.a. hesar rættningslinjur ger- ast stødi undir åsetan av kunsttødum og síðani eit- urspræningum fyri at fåa sama urslit (somu fram- leiðslunegd). Meiarí og sláturvirkir v.m. Nevndin metir tað vera av alstórum týdningi fyri framburð landbúnaðans, at serligur dentur verður lagdur á at fáa eitt so eff- ektivt distributiónslið sum gjerligt fyri land- búnaðarverurnar. Nýggja meiari landbún- aðararmanna er stovnsett og væntast at koma í rakstur á sumri 1979. Uttanbiggjar- jørdin Fremsti meinbogin, tá ið talan er um eina rímuliga skipan av føroyska land- búnaðinum, er uttan- biggjajørdin og smábýtið av ognarjørdini. Tað er eyðsæð, at viðurskiftini so sum tey her eru, ikki kunnu halda áfram. Skulu hesi mál loysast eiga grundsjónarmiðini at vera: 1.Øll jørd skal røkjast, bæði landjørd og ognar- jørd. Verður hetta ikki gjørt, eigur Jarðarráðnum at verða heimilað at kunna krevja yvirtøku eftir nærri ásettum reglum. 2. Á bygdum og pláss- um, har t.d. smábýti eyð- sæð forðar fyri einari sunnari menning av land- búnaðinum, eigur Jarðar- ráðnum eisini at verða heimilað yvirtøkurættindi og/ella rættindi at krevja teigar lagdar saman, so steðið kann verða lagt undir hóskandi brúki. 3. Fráflytingin seinastu árini úr mongum av okk- ara bygdum hevur fert við sær, at bøur og hagi og bjørg eru komin meira og minni í vanrekt. Fyri slík økir eiga heimildarræsur- nar hjá Jarðarráðnum (ognartøka, samanlegging v.m.) at verda vidari. 4. Jarðarráðið og Matr- ikulstovan verða beinan- vegin at fara undir at kortleggja, hvørji øki tad her snyr seg um. Økini kunnu hóskandi verða bólkað eftir, nær ognar- tøkan í seinasta lagi skal verða framd. T.d. eftir 10, 15, 20 ella 25 árum aftaná løgtingssamtykt. Tad sigur seg sjålvt, at her verður neyðugt vid á- haldandi endurskoðan av ásettu tíðarfreist. Umhvørvi og trivnaður Her må skoytast uppi, at ognartøka i sjålvum sær ikki er nakad at stremba eftir, og eigur ti einhvør spurningur um ognar- teku, samanlegging av teigum o.t., altíð at verða Ansni við kunsttødnytsluni SS mettur eisini út frá einum umhvørvis- og trivnaðar- sjónarmiði. Til dømis um ekið hoskar til spælipláss fyri børn, til at planta trø, til vakstrarhús, til veltir hjá bygdafólkinum, til fri- økir 0.s.fr. Ein skipan, sum hon, ið her er lýst frammanfyri, vil sjálvandi kosta pening at gjøgnumføra. Hvussu stórar upphæddir talan verður um, er ringt at meta um, men við einari árligari játtan yvir figgj- arlógina, sum í byrjanini lá um 0,5—1 mill. kr. til ognartekur, meta vit, at verulig gongd kann fáast á málið. Árliga játtanin til nýdyrking og uppdyrk- dyrkingarvegir átti tá eis- ini at hækkast munandi Utbúgving — royndarstød I grannalondum okkara verdur roknad vid einari årligari tilgongd av næm- ingum til landbúnaðar- skúlarnar svarandi til um- leið 2% av teimum, ið starvast í vinnuni. Hjá okkum vil hetta siga 3—5 næmingar um árið. A- sannað verður tó at skal hugsjónin í hesum áliti verða gingin á meti, verð- ur tervurin á útbúnum landbúnaðarmonnum munandi sterri í hvussu so er tey fyrstu 15 árini enn nevndu 2%. Nevndin hevur lagt fram eitt uppskot til stig- vísa útbúgving innan vinnulívið. Nevndin metir uppskot- ið at hóska eins gott til landbúnaðarútbúgving- ina, og verður tí vist til hetta. Við hesum er tó ikki sagt, at ein landbúnaðar- skúli burturav ikki er ein líka góð loysn. | FT