Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. januar 1979síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 7 — 27. januar 1979 sosialurin Sjey kvinnur seyma HAZY -buksur til foroyska brúkaran 3 Nyggja Skræddaravirkid hjå Arna Gærdbo heldur til i gomlu hølunum hjá Strandferðsluni Enn ein smáidnaður hevur sæð dagsins ljós. Tað er Skræddaravirkið hjá Gærdbo í Havn, Arna sum hevur framleitt buksur og jakkar til føroyska heima- marknaðin í nakrar mánaðir. Sosialurin vitjaði seymistovuna, har 6 ungar gentur arbeiða. Vit hittu eisini Árna og prátaðu við hann um nýggja arbeiðsplássið. Eystara bryggja í januar mánaða. Staddur uttan fyri dyrnar í teimum gomlu helunum hjá Strandferðsluni. Her hoyrist gangur frá truck- um, lastbilum, kranum og eðrum arbeiðstólum. Á hurðini hongur eitt lítið skelti = vid navninum »HAZY«. Stigur inn um og fert upp gjøgnum trappurnar. Tú hugsar vid tær sjálv- um, at her er einki idn- aðarvirki. Men komin upp á ovastu hædd metir tú ganginum frá seymimask- inum. Letur dyrnar upp og fer innar. Jú, víst er her eitt arbeiðspláss, sum tykist at hava fest retur. Tær ungu genturnar sita við maskinurnar og seyma buksur til føroyska brúkaran. Við eitt stórt borð stendur Árni og sker klæði til við eini serstakari klædnasag. Árni greiðir frá, at virk- ið bert er nakrar mánaðar gamalt. Hann hevur Hesi seks konufólkini og ein aftrat arbeiða á Skræddaravirkinum á Eystaru bryggju sjálvur arbeitt sum skræddari í Íslandi hesi seinastu 30 árini, men hevur altid ynskt at koma heim aftur til Feroya at arbeiða. — Longu sum ungur fór eg í skræddaralæru í heimbygdini Vági. Her var ikki so nógv at gera, so eg avgjørdi at fara til Havnar fyri at fåa meiri kunnleika og royndir inn- an skræddarayrkid. Eg arbeiddi å skræddaravirk- inum hjå Peter Miiller, sum helt til i kjallaranum hjå Peter Snik. I 1948 for eg til Islands, har eg tók meistaraprógv. Har havi eg verið síðani, til eg í juni mánaða í fjør avgjørdi at pakka saman og fara heim til Feroya aftur. Árni Gærdbo sigur víðari, at hann mangan hevur hugsað um at byrja eina framleiðslu í Feroyum, tí sjálvur heldur hann, at vit eiga at byggja upp ein ídnað, sum kann framleiða tær verur, vit sjálvi nýta. Árni keypti tvær mask- inur og saman við núver- andi verkstjóranum, Jastrid Enghamar varð farið undir at seyma buks- ur og jakkar. — Tað var kanska nak- að ov djarvt av mær, sig- ur Árni, at seta nógvan pening í hetta nýggja til- takið, tí eg visti jú ikki, um tað fór at ganga. Men Skræddaravirkið Síða 11 Árni Gærdbo á Skræddaravirkinum. Hann hevur búð í Íslandi síðan 1948 og er nú komin til Feroya at búgva og arbeiða hjá Arna Gærdbo hevur havt góðan byrð. Tað fær tú varhugan av, vitjar tú seymistovuna. Aftrat teimum báðum maskinun- um, sum byrjað varð við, eru nú komnar sjey maskinur, og triggjar eru bilagdar. Og aftrat teim- um báðum, Arna og Jastrid, eru nú seks ungar gentur, sum arbeiða á virkinum. — Tær flestu av gent- unum hava onga serút- búgving til hetta arbeiði, men tað gekk bert stutt tid at læra tær arbeiðið. Í dag eru tær heilt framúrskarandi, sigur Árni. Genturnar eru raskar og gera tær dygdarverur, sum er grundarlagið undir framleiðsluni. Higartil hava tær gjert buksur, anorakkar og jakkar. Buksurnar eru bæði til born og vaksin Arni sigur, at ætlanin er at royna ymiskt annað eisini. Hann vísur á, at tað eisini er neyðugt at koma við nýggjum verum - á marknaðin, hóast buks- urnar verða nógv seldar — Feroyingar keypa heilt ótrúliga nógv av buksum, leggur Arni aftrat. Eisini brúka føroyska råvøru Talan kann verða um at framleiða verur úr fer oyskari ráveru eisini. Í dag verður øll ráveran innflutt Megingartyrin kemur úr Finlandi. Arni Gærdbo sigur. at tað. sun hevur stóran hesa framlex fáa góða råv heppin at fáa eina avtalu við finnar. Vit royna at keypa gott klæði og taka ikki av, um vit fáa eitt bi- ligt tilboð. Eg leggi ikki í, um eg fái fimm krónur minni burturúr fyri hvert klædnastykkið, um bert keyparin er betri negdur við gott klæði 1. floks verur Arni Gærdbo heldur, at tað hevur ovurstóran týdning, at verurnar eru 1. floks, men sigur hann — Einki er so gott, at tað ikki kann gerast betur, og ti leggja vit herðslu á at gera dygdargóða veru sterstu eina 50 buksur um dagin Genturnar á virkinun seyma einar 50 til 60 buksur um setningurin er í letuni um dagin. Um leið 120.000 kr. um mán aðin. Feroyski brúkarin hevur tikið va ndir við nýggju verunum og bæði í Havn og á bygd verður henda nýggja føroyska framleiðslan seld Higartil hava tey Skræddaravirkinum seymað einar 3000 buks- ur Arni Gærdbo sigur at Tilikur smáidn aður sum hesin hevur góð enda ar møguleikar í Førovu um bert h verður studladur,