leygardagur 27. januar 1979síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Utgevari: SOSIALURIN.
Satsur og umbróting: SOSIALURIN.
Prenting: Dimmalætting
Góði lesari
Vit fara nú aftur undir at spæla BINGO
í SOSIALINUM. Hesaferð við enn fleiri
vinningum enn seinast.
Tá vit fyri hálvum ári síðani góvust
við tí fyrsta BINGO-spælinum í blaðn-
um, fingu vit so nógvar áheitanir frá
fólki at taka hetta uppaftur, at vit
fegnir fara undir tiltakið aftur. Undir-
tøkan tå var ógvuliga stór — ja, nógv
stórri enn vit høvdu torað at vænta.
Hetta hevur ført við sær, at fíggjar-
liga stødid undir blaðnum er vorðið
nógv betri og vit fingu møguleika til at
seta fleiri fólk i bladmannastørv. So-
leiðis hava vit eisini fingið blaðið væl
betri enn tað nakrantíð hevur verið
Framgongd
Tað man neyvan vera nakað føroyskt
blað, sum hevur havt tílíka framgongd
uppá so stutta tíð sum SOSIALURIN.
Hetta kann lýsast í tólum:
Upplag ársskiftið 1976/77. .
Upplag ársskiftið 1977/78. .
Upplag ársskiftið 1978/79. .
Hetta man vera
reklama.
Vit fegnast um hesa stóru fram-
gongd, og hava alla orsøk at takka
øllum okkara trúgvu lesarum og lýs-
arum fyri henda stuðul.
2.000 eint.
3.800 eint.
5.300 eint.
okkara besta
Eitt tidindablad
Vit halda tó onga orsøk vera fyri at
seta okkum hendur í favn. Vit skulu
gera eitt enn betri blað. — Eitt gott
tíðindablað burturav. Vit leggja
størsta dentin á stórri og smærri tíð-
indi kring oyggjarnar, og hava vit til
hetta endamál fingið tíðindafólk víða-
hvar.
Tað er heldur ikki óvanligt, at fólk
ringja til okkara og siga frá onkrari
hending, sum tey halda er verd at seta
í blaðið. Eitt tílíkt samarbeiði millum
lesaran og blaðið er besti og skjótasti
vegurin at gera SOSIALIN til tað tíð-
indablað, sum vit øll ynskja.
Hvussu verður
SOSIALURIN til?
Vit kundu sjálvandi skriva nógvar
teigar um tað tilfar, tú kann finna í
SOSIALINUM; men tað lata vit heldur
lesaran sjálvan meta um. Heldur vilja
vit her nýta hevið til at greiða eitt
sindur frá, hvussu SOSIALURIN verð-
ur til og teimum, sum har dagliga
starvast.
1000 grundstykki í
Havn næstu 10 árini
en nanna
Soleiðis Verður
Sosialurin gjørdur
Blaðið >Sosialurin< verður
partvíst gjørt á Sosialin-
um og partvíst á Dimma-
lætting. Hetta ljóðar
kanska eitt sindur legið
fyri tey, sum lítið kenna
til blaðútgávu, men er fyri
so vítt bert ein formur fyri
arbeiðsbýti, sum er gald-
andi fyri mong bleð.
Alt blaðarbeiðið verður
gjørt liðugt á Sosialinum,
bert prentingin fer fram á
Dimmalætting.
Blaðið verður soleiðis
til:
Tá greinar og lýsingar
eru skrivaðar, verður til-
farið sett á eini fotomask-
inu. Satsurin verður nú
framkallaður, turkaður og
rættlisin, síðani verður
hann límaður á síðu-
pappír. Pláss verður sett
av til yvirskriftir og
myndir, sum verða gjerd-
ar fyri seg. Tær verða eis-
ini límaðar á síðuna.
Hetta arbeiðið kallast
umbróting.
Tá ein tílík síða er liðug,
er hon lík eini lidnari ávís-
síðu. Nú verður hon av-
myndað (í einum repro-
fototóli) í fullari stedd á
Torfinn Smith, 32 ár, hevur dagligu leiðsluna um hendi
sum fyritaksstjóri. Í hesum umfarinum hevur hann
verið á Sosialinum síðan á heysti 1976. Frá miðskeiðis í
sekstiárunum til 1971 luttók hann í skrivingini av
blaðnum. Frá 1968 —
71 sum blaðstjóri.
Ann Simonsen, 20 ár, starvast á skrivstovu blaðsins.
Hon hevur starvast hálvan dag í gott eitt ár.
Vit vilja íkki hava |
meira við Karolinu |—
Ungdómurin ..
bíðað í í 10 ár
Skopuningar
gera fars
av slógvi
Veiða svarthjaft
ai muskyorurayndie kk > le
Konur sink) af lata helihope
mn geve sæydinum aðar
Arne Thomsen, 17 ár, er lýsingarmaður blaðsins. Hann
hevur starvast fast å Sosialinum sidan å heysti 1978.
Áðrenn var hann leyst knyttur at blaðnum í eina tíð.
Myndirnar, sum verða
gjørdar á eitt ávíst slag av
filmi, verða límaðar á síð-
una. Nú eru vit liðug við
síðuna.
Á henda hátt verða allar
síðurnar framleiddar, og
tá hetta arbeiðið er liðugt,
fara tær á Dimmalætting.
Her verða síðufilmarnir
avmyndaðir á offset plát-
ur. Hesar offset-plåtur
veråa seinni spentar å
nakrar valsar i sjålvari
prentimaskinuni — rota-
tionspressuni.
Ein tílík rotations-
pressa, sum Dimmalætt-
ing hevur, er einasta av
sinum slag i Føroyum. Tå
hon veråur sett i gongd,
ganga bert einir 20 min-
uttir til allir teir 5.300
Sosialarnir eru prentaðir.
Nú kann blaðið koyrast út
til kioskirnar og sendast
til haldararnar.
SOSIALURIN sum ar-
beiðspláss er ikki nekur
stór fyritøka, men hon tel-
ist heldur ikki millum tær
allarminstu.
Tilsamans starvast 10
fólk á SOSIALINUM,
sum húsast í Sjúrðargetu
9.
Blaðdeildin er tann
parturin av blaðnum, sum
seinstu tíðina er mest út-
Jan Miiller, 27 ár, hevur
starvast sum blaðmaður á
Sosialinum síðan á heysti
1978. Hann var annars ein
part av praktikktid síni
sum lid i útbúgvingini.
bygdur. Umframt teir
triggjar blaðmenninar
Hegna Djurhuus, Jan
Miiller og Johan Morten-
sen, sum taka sær av
blaðskrivingini heilt burt-
urav, hava vit Anfinn
Hovgaard, sum partvíst
tekur lut í skrivingini.
Annars er hann mynda-
maður og greiðir blaðið til
pakkingar.
A