leygardagur 3. februar 1979síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—————— — — TA FA—— —
———————,—"——————
Nr. 9 — 3. februar 1979
Síða 17
YVIRLÝSING
Móti Gudsspottan og porno i Føroyum
Niðanfyri standandi bræv, er í dag sent Feroya Legtingi við 1200 undir-
skriftum. (Talið er tað sum var komið inn táið lýsingin fór til setingar).
Við tað at vit bert hava havt tveir dagar at samlað undirskriftir í, al-
mannakunngera vit hetta brævið í dag og heita á alt Føroya fólk, at taka
stæðu fyri tí, við at senda sína undirskrift inn! Vit vilja átaka okkum at
fáa allar undirskriftirnar víðari til Føroya Løgting, og almannakunngera
so hvert í komandi blødum, hvussu nógvar undirskriftir koma inn.
Nú má Feroya fólk gera steðu sína upp í hesum máli, so okkara fólka-
valdu løgtingsmenn einaferð fyri alla kunnu vita, um hin feroyska sálin
góðtekur Gudsspottan og porno, ella um vit veljarar vilja hava okkara
mentan at hvíla á Gudsótta og siðprýði.
Skal grundvellurin undir føroyskari mentan verða Gudsspottan, av-
noktan og heiðinskapur, ella skulu vit halda okkum til ta heilagu skrift-
skriftina, Gudsótta og reinleika — ??
Skulu vit halda okkum til ljósið (Jesus) ella myrkrið (Djevulin) —??
Hetta er tað, ið tú má taka stødu til í dag —!
Um fleiri túsund undirskriftir koma inn, so kann okkara demokratiska
fólkavalda løgting, ikki gera annað, enn at fyribyrgja Gudsspottan og
porno í Føroyum, tí fólkið hevur talað —!
Tórshavn, hin 20.1. 79
Til Feroya Legting
Mótmæli og åheitan til Føroya Legting viðvíkjandi útgávu
og sølu av Gudsspottandi (blasfemiskum) og pornografiskum
bókum og blødum i Føroyum.
Mótmælið
Vit undirritaðu mótmæla hardliga, at tað finnist møguleiki fyri at geva
bøkur og tíðarrit út í Feroyum, við líknandi innihaldi sum bókin
»Kammerat Jesus«!
Vit undirritaðu mótmæla harðliga at pornografiskur lesnaður verður inn-
fluttur og seldur í Føroyum.
Áheitan
1. Vit heita á Foroya Legting, at gera eina lóg, sum beinir fyri einum og
hverjum møguleika fyri at geva bøkur ella blød út í Føroyum við Guds-
spottandi innihaldi (blasfemi) ella setur spurnartekin við Gud-Faðir,
Gud-Sonur, Gud-Heilagi Andin, sum hægsta hálovaða myndugleika
og skapara av Himmalinum og jerðini.
2. Vit heita á Føroya Løgting, at gera eina lóg, sum noktar lærarum í
Føroyum at upplæra børn og ungdóm í Føroyum i útviklingslæruni
(Darwinismu). Tá útviklingslæran beinleiðis stríðir ímóti teimum
Heilagu skriftunum — Bibluni.
3. Vit heita á Føroya Løgting, við lóg at inndraga og burturbeina út-
komnar skriftirr — bæði á føroyskum og eðrum málum — sum styðja
útviklingslæruna, verði tað seg í skúlum, handlum og bókasevnum.
4. Vit heita á Foroya Legting, við lóg at inndraga og burturbeina, allar
skriftir — bæði á føroyskum og eðrum málum — sum hava Gudsspott-
andi innihald ella seta spurnartekin við sjálvan Guddómin.
Viðmerking
Fyri tað fyrsta stríðir útviklingslæran móti teimum heilagu Skriftunum,
afturat tí er útviklingslæran vitskapliga avoldað og manga ferðir avdúk-
að sum rong. Men útviklingslæran er eisini skaðilig, við tað, at hon gevur
næminginum dirvi til at fara íholt við at liða Guddómin sundur, við tað at
Guddómurin ikki finst í útviklingslæruni. .
Hetta er ein bók, sum »Kammerat Jesus« er besta prógv um.
Kommunistarnir hålova útviklingslæruni, og ganga tí ímóti Guddóm-
inum!
Áheitan
viðvíkjandi innflytan og selu av pornografiskum bókum og
blødum i Føroyum:
1. Vit undirritaðu heita á Føroya Løgting, at reisa ákæru móti politi-
meistaranum, fyri ikki at hava fylgt galdandi log um pornografiska
sølu i Føroyum. Samanber revsilógina paragraf 234. (594).
5 224.(594) Med bøde, hæfte eller under skærpen-
de omsiændigheder med fængsel indtil 6 måneder
straffes den, som
1) tilbyder eller overlader en person under 18 Ar
utugtge skrifter, billeder eller genstande,
2) offentliggør celler udbreder eller i sådan hensigt
forfærdiger eller indfører utugtige skrifter, bille-
der eller genstande,
3) foranstalter offentligt foredrag, forestilling eller
udstilling af utugtigt indhold.
Stk.2. Begås de ovenfor nævnte handlinger i er-
hvervsimæssigt øjemed, kan kun under særlig formil-
dende omstændigheder straf af bøde anvendes.
Stk.3. Den, der for vindings skyld offentliggør
eller udbreder cller i sådan hensigt forfærdiger eller
indfører skrifter eller billeder, der, uden at de kan
anses for egentlig utugtige, udelukkende må antages
at have forretningsmæssig spekulation i sanselighed
til formål, straffes med høde eller hæfte.
elelelelelelelelelelelejelelelt
aa
(|
Bj
Bj
EJ
Bj
Bj
Bj
[c|
[c|
Bj
EJ
Ej
Bj
Ej
CJ]
CJ]
[el]
Ej
Bj
Bj
Bj
c|
Bj
Ej
Bj
BJ
El
2. Sum prågv fyri, at politimeistarin ikki hevur gjørt eftir skyldu sini i
hesum máli, verða try eintøk av bleðum við pornografiskum innihaldi,
sum øll eru keypt i Føroyum, løgd við hesum brævi, saman við foto-
avriti av revsilógini paragraf 234.
3. Heitt verdur å løgtingsmenninar, at blada igjøgnum vidlagdu blød og
samstundis lesa hvat revsilógin sigur.
4. Heitt verður á Føroya Løgting, at gera eina lóg, sum noktar innflytan
av blødum og bókum við pornografiskum (seksuelt eggjandi) innihaldi.
5. Heitt verður á Feroya Legting, at gera eina lóg, sum noktar útgávu,
innflytan og selu av bókum og eðrum ritum, sum hava myndir av
naknum fólki, sum frekliga vísa kynslutirnar fram.
6. Heitt verður á Feroya Legting, at gera eina lóg, sum tekur
handilsloyvi frá ánaranum av ti handli, ið bøkur ella blød verða funnar
hjá, sum hava pornografiskt (seksuelt eggjandi) innihald.
Viðmerking
Í Føroyum verða nógv børn fedd uttanfyri hjúnarlagið! Tá ið sagt verður,
at medskyldugar grundir fyri hesum er umhvervið, húsatrupulleikin og
skattalóggávan, so eru vit als ikki á einum máli við hesum sjónarmiðum!
Vit meina, at tá ið tær ungu genturnar eru við at blíva fleiri á fødideild-
unum, enn tær giftu kvinnurnar, er ein av medskuldini fyri hesum, hin al-
menna seksuella freistingin, ið liggur frammi í nærum hverjum handils-
glugga í Føroyum.
Hetta negativa almenna trýstið á ungdóm okkara, biðja vit Feroya
Legting hegga av við lóg —!
Vit undirritaðu heita á Feroya Legting, at taka hetta brævið upp til
viðgerðar i løgtinginum.
Vit heita á hvønn løgtingsmann sær, at lesa hetta brævið og fáa inni-
haldið av hesum brævi upp til viðgerðar í Føroya Legtingi.
Við hávirðing
Fyribils 1200 undirskriftir
Mótmælið og áheitan til Føroya Løgting í samband við bræv kunngjert í
Sosialinum 3/2 -79 viðvíkjandi innflytan og selu av pornografiskum
(seksuelt eggjandi) Gudsspottandi og avnoktandi bókum og bleðum í
Feroyum.
Skriva bygdanavn títt her: HAR
Navn: Navn: ——
| Starv: Starv: —
Navn: Navn: —
í Starv „— Starv;
Send navnalepan til: VAKTARIN
Spógvavegur 6
3800 Tórshavn
sær