leygardagur 17. februar 1979síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 13 — 17. februar 1979
sosialurin
Síða 9
Útlendingar fiskað mest
av blålongu og kongafiski
Blálongan livur á sterri
dýpi enn vanliga longan,
og føroysku línubátarnir
fáa vanliga ikki hetta
slag, har sum teir seta,
meðan norðmenn hava
fingið fitt til tíðir.
Hon gýtir í dýpinum
vestan fyri Íslands-, Fer-
oya- Skotlandsryggin um
somu leið sum kalvin og
havtaskan. Serliga í mai
tykist gýtingin at fara
fram. Rognkorn og yngul
livur á hesum stóra dýpi.
Veksturin er nakað sum
hjá longu, og blálongan er
kynsbúgvin uml. 7 ára
aldur 61—70 cm. long.
Fiskiskapur
Fiskiskapurin er nógv
vaksin seinastu árini, ser-
liga av øktari veiðu hjá
fronskum trolarum. Fer-
oyingar hava at kalla ikki
veitt hetta slag fyrr enn í
fjør, 1978.
Veiðan hevur verið
1973 7800 tons
1974 3800 tons
1975 6300
1976 13000 tons
1977 8800 tons.
Fransmenninir hava
serliga roynt eftir henni á
djúpum vatni vestan fyri í
gýtingartíðini
Stovnsmetingar
Helst er blálongan undir
Feroyum og suðureftir ein
stovnur, men hetta vita
vit lítið um. Einki tilfar er
til taks til stovnsmeting-
ar. Fiskirannsóknarstov-
an hevur ti skotið upp at
nýtt ein »fyribyrgjandi«
TAC (precuationary TAC)
og ti ikki lata veiduna
vaksa ótálmaða.
Kongafiskur
Tann kongafisk vit síggja
mest til undir Feroyum er
lítli kongafiskurin, sum
livir viða um á landgrunn-
inum og inni móti landi.
Hetta slagið verður sjáld-
an meira enn 30 cm og
hevur tí lítlan og ongan
áhuga til fiskiskap.
Tann kongafiskur, sum
hevur týdning í fiskiskap-
inum, er stóri kongafisk-
urin, og av honum finnast
tvey sløg, sum eru ring at
skilja frá hverjum eðrum.
Annað (latin: Sebastes
marinus) livur mest å 200
—400 m dypi, medan hitt
(låtin: Sebastes mentella)
livur mest å 300—500 m
dypi, t.e. yvir størri dypi
enn hitt slagið.
Tann negd sum finst
undir Feroyum er partur
av einum størri stovni,
sum er bæði undir Íslandi
og Eysturgrenlandi.
Almenn livssøga
Bæði slegini feða livandi
ungar. Upp í 350.000, 5 —
7 mm, ungar kunnu koma
úr einum kvennfiski.
Hetta fer serliga fram
vestan fyri Ísland út fyri
Reykjanesi og eisini undir
Eysturgrenlandi. Gýting-
in fer fram yvir stórum
dýpi ella í landgrunna-
kantinum. Negdin av
yngli er egilig um hesar
leiðir.
Uppvakstrarekið er ser-
liga undir Eysturgren-
landi, men eisini víða um
Ísland. Undir Feroyum er
einki uppvakstrareki
åvist, har tykist mest
stórur og búgvin konga-
fiskur at koma fyri.
Kongafiskurin ger gýting-
fiskivinna
arferðir til gýtingarfeltini.
Veksturin er sera sein-
ur. Vanliga støddin undir
Feroyum 45—47 cm er
yvir 20 ár.
Feðin er mest fiskur,
sum sild, lodna og ymiskir
toskafiskar. Úti á víðum
havi livur kongafiskurin
uppi í sjónum, men inn
móti landgrunnunum er
hann botnfiskur.
FISKISKAPUR
Eysturgrenland,
Ísland og
Undir Feroyum Feroyaskið tils.
1974 7800 91000
1975 8500 104000
1976 5400 189000
1977 7400 80000
Hin stóri veksturin í 1975
og 1976 stavar frá stórari
russiskari veiðu undir
Eysturgrenlandi.
Týskarar rokna slagið
mentella fyri betri og geva
ti betri pris.
: Stovnsmetingar
Ein arbeiðsbólkur undir
ICES hevur skotið upp ein
TAC fyri alt ekið, Eystur-
grenland, Ísland og Fer-
oyar, fyri bæði slegini í
1979. Teir viðganga tó at
nógvar óvissur eru í telun-
um og vága ikki at býta
TAC upp á búskaparlig
eki.
TAC 1979
Sebastes mentella 1200t
Sebastes marinus 58000 t
Royna nyggja leid
i heyst — svart-
kjaft å Dohrnbanka
Møguliga sjålvstødugur stovnur
Íslendingar hava áður
fingið væl av svartkjafti á
Dohrnbankanum, sum
liggur á miðlinjunum mill-
um Ísland og Grenland,
og vit ætla til heystar at
fara har norður at royna
eydnuna.
Soleiðis sigur skiparin á
idnaðartrolaranum, Leivi
Øssursyni, Sigurð Simon-
sen. Islendingar gjørdu i
1977 royndir at veiða
svartkjaft * á Dohrn-
bankanum og mettu teir
tá, at tað er grundarlag
undir lønandi idnadar-
veiðu á hesi leið. Fiski-
frødingar eru annars ó-
samdir, um talan er um
ein sjålvstødugan svart-
kjaftastovn á Dohrnbank-
anum.
Einki feroyskt skip
hevur roynt eftir svart-
kjafti á hesum eki áður.
Sigmund Brestisson hev-
ur roynt eftir lodnu, men
fekk einki.
i
i
i
La
í
i SE
<
.
, + : 3
£ ?
Midlinjan millum Grønland og Island gongur igjøgnum
Dohrnbankan
Sigurð Simonsen sigur,
at stóri spurningurin í
hesum sambandi er, um
svartkjafturin verður at
fáa uttan fyri íslendska
markið. Royndirnar, sum
eru gjerdar, vísa, at
svartkjafturin er júst á
sjálvum markinum mill-
um íslendska og grøn-
lendskt sjóski. Tað vísur
seg eisini, at fiskurin er at
fáa norðan fyri gren-
lendska ekið, t.v.s. at her
er møguleiki at fiska
svartkjaft í altjóða sjógvi.