mikudagur 21. februar 1979síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 14 — 21. februar 1979
Felags brennistød fyri
sosialurin
Síða 3
alt landið besta loysn
Afturvaldi formaðurin í Foroya Kommunufelag, Vilhelm
Johannesen, vónar, at málið um eina felags brennistød
fyri allar Føroyar verður loyst longu i vár
Eftir at hava sitið sum formaður í Feroya
Kommunufelag í gott eitt ár, varð Vilhelm
Johannesen herfyri afturvaldur til for-
mann í komandi tvey ára skeiðinum. Sosi-
alurin hevur hitt Vilhelm á máli og biðið
um eina viðmerking til tey mest átroðk-
andi málini, sum felagið fer at arbeiða við í
komandi skeiði.
Vilhelm Johannesen sig-
ur, at spurningurin um
eina brennisteð fyri alt
Feroyar er sera átroðk-
andi at fáa loystan. Hann
vónar, at eitt endaligt
úrslit spyrst burtur úr
longu til várs.
Tað var upprunaliga
Tórshavnar | kommuna,
sum fór at arbeiða við
spurninginum um at gera
eina nýggja brennisteð
fyri Streymoynna. Tá
menn settu seg at rokna
út, vísti tað seg, at hverja
ferð teir tóku eitt eki uppi
aftrat, gjørdist ein tilik
brennisteð bíligari. Hetta
var eisini orsøkin til at
Kommunufelagið fór at
arbeiða við spurninginum.
Úrslitið av hesum arbeiði
er uppskot til eina felags
brennistød fyri allar Før-
oyar, har Havnin eisini er
uppi í.
Nú hevur Havnin sagt
seg úr Kommunufelagn-
um, og vil heldur ikki vera
við til at byggja eina fel-
ags brennistød.
Nogv dyrari
vid fleiri
Til hetta sigur Vilhelm Jo-
hannesen, at tad er sera
spell, ti felags brennistød
er besta loysnin fyri allar
partarnar. Ein tilik
brennisteð kostar umleið
11 mill. krónur. Skal
Havnin nú byggja sína
egnu brennistød, fer hon
at kosta einar 9 til 10 mill.
Haraftrat kemur, at tvær
brennistødir vera nógv
dyrari at reka enn ein.
Roknast kann vid, at tvær
brennistødir fara at dyrka
raksturin vid 80 til 90 oyr-
um fyri posan. Verður
Havnin ikki við í einum ti-
líkum samarbeiði um fel-
ags brennistød, er møgu-
leikin fyri at brúka stødina
til annað endamál ikki so
stórur. Ein felagsbrenni-
stød vil koyra einar 18
tímar um samdegrið,
meðan fleiri stæðir bert
fara at koyra nakrar fáar
tímar. Felagsbrennisteðin
kann geva hita gjøgnum
fjarhitaanlegg til nógv
húsarhald og virkir.
Kommunufelagið metir
spurningin um eina felags
brennisteð at hava so
stóran týdning, at felagið
hevur havt fund við lands-
stýrið um málið við tí fyri
eyga at fáa Havnina við.
Ætlanin er nú, at lands-
stýrið skal hava fund við
Tórshavnar kommunu um
spurningin.
Kommunalir
grunnar
Vilhelm Johannesen sig-
ur, at aðrir spurningar,
sum felagið arbeiðir við og
fer at leggja stóran dent á,
eru ein kommunalur láni-
grunnur og ein kommun-
alur útjavningargrunnur.
Íslendingar hava hesar
grunnar, og tá Vilhelm
Johannesen var í Íslandi í
Vilhelm Johannesen: — Stóran týdning at fáa komm-
unalan útjavningargrunn
fjør heyst fekk hann lógir
og reglugerðir fyri hesar
grunnar við sær til Feroy-
ar. Ætlanin er at umseta
hetta tilfarið og nýta tað
sum grundarlag undir
stovnanini av tílíkum
grunnum í Feroyum.
Skipanin við kommun-
ala útjavningargrunnin-
um virkar á tann hátt, at
landið letur eitt åvist
prosent av landsskatti,
tolli og eðrum avgjeldum
og leggur í ein útjavning-
Tað verður ov kostnaðarmikið at hava fleiri brennisiødir
argrunn. Kommunurnar
fáa nú studning úr hesum
grunni. Tær 'ringast
mentu kommunurnar fáa
mest og tær sterri minni.
Bygdamenning
Vilhelm Johannesen held-
ur, at ein tílíkur grunnur
kann fáa stóran týdning
fyri tær lítlu kommunur-
nar í Feroyum. Hetta vil
eisini vera eitt týðandi lið í
at fremja bygdamenning.
Viðvíkjandi einum
kommunalum lánigrunni
situr ein nevnd og arbeiðir
við spurningum. Hon hev-
ur havt nakrar fundir,
men enn fyriliggur einki
beinleiðis úrslit.
Ætlanin er í næstum at
skipa so fyri, at øll skjøl,
ið verða nýtt í teimum
ymsu kommununum, vera
standardiserað soleiðis, at
allar kommunurnar nýta
tað sama
Av teimum 50 komm-
ununum í Feroyum eru í
dag tær 34 limir í Komm-
unufelagnum. Í farna ári
komu seks kommunur
felagið, meðan ein fór úr.
Tær seks vóru Nólsoy,
Fugloy, Svínoy, Sand,
Skálavík og Húsavík.
Havnin fór úr felagnum.
Grundgevingin var, at
Havnin fekk ov lítið burt-
ur úr sinum limaskapi.
Tann 28. februar verður
regluligur umboðsráð-
fundurin hjá kommunu-
felagnum. Tá skulu næst-
formaðurin og 3 starvs-
nevndarlimir veljast.
,
trý á getuni
Skal royking bannast á
almennum
um?
avgreiðsl-
Trygvi Laksáfoss,
stjóri:
— Sum ikki-roykjari
fari eg at siga ja, ti tad
er til ampa fyri tey,
sum ikki roykja — tey
verða illa til passar, fáa
ilt í eyguni og blíva
tung i høvdinum.
John Kjær,
savnshjålpari:
— Ja, avgjørt. Royk-
ing er sum kunnugt
skadilig fyri heilsuna
og tad almenna hevur
stórar útreiðslur á
heilsuøkinum orsakað
av hesum. Roykjarar
mugu sjálvir um, um
teir vilja oyðileggja
egnu heilsu sína, men
eiga tó at hugsa um
okkum ikki-roykjarar.
Kári D. Petersen
advokatur:
Ja, avgjert. Tað er
skeivt at útseta fólk
fyri skaðum, sum eru
orsakaðir av óvanun
um hjá eðrum fólki