Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. februar 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 14 — 21. februar 1979 Fótbóltssamband Feroya Søguligur dagur í itrottarsøgu Føroya Fyri fyrstu ferð er eitt sersamband innan ÍSF sett á stoun. Fótbóltsdeild ISFs er nú avtikin og ístaðin er tað Fótbóltssamband Foroya sum hevur hægsta myndugleika í ollum fótbóltsviðurskiftum 17. februar 1979 gjerdist ein seguligur dagur í ítróttarsegu Feroya. Fyri fyrstu ferð varð eitt sjálv- steðugt sersamband innan ÍSF sett á stovn. Hetta hendi tá Fót- bóltssamband Feroya leygardagin var stovn- sett, við lutteku av fjúrt- an av teimum tveyog- tjúgu ítróttarfelegunum innan ÍSF, ið íðka fótbólt. Viðtiknar og staðfestar Lógirnar fyri Fótbólts- samband Feroya, vóru á fyrsta sinni lagdar fram á eykafundi í fótbóltsdeild ÍSF's í januar mánað og vórðu tær staðfestar á að- alfundi Ítróttarsambands- ins 3. februar í ár, og síggja tær soleiðis út: Lógir fyri Fótbóltssamband Feroya Grein 1 Fótbóltssamband Feroya (F.S.F.) er ein samgonga av øllum feløgum innan Í.S.F., sum íðka fótbólt. F.S.F. hevur við starvs- nevndarformanni tess sæti í stjórn Ítróttasam- bandsins. F.S.F. hevur hægsta myndugleika í ellum fót- bóltsviðurskiftum. Grein 2 Fótbóltssamband Feroya hevur til endamál at menna og skapa áhuga fyri fótbólti og vera stuðul hjá feløgunum í samar- beiðinum sín ámillum um- framt at umboða fótbólt á alheims stigi og í alheims og millumlanda fótbólts- samgongum, t.d. FIFA, UEFA. Grein 3 Ítróttafelag, ið er limur í ISF og sum íðkar fótbólt, skal gerast limur i FSF. Umsókn um limaskap verður at senda FSF, ið avger um felagið kann gerast limur. Tekur felag seg burturúr, verður frá- boðanin send FSF. Grein 4 Hægsta vald í FSF er að- alfundurin, sum verður hildin í okt/nov. mánaði, og hann skal verða frá- boðaður feløgunum skriv- liga og verða lýstur í blød- unum ein mánað framm- anundan, við hesi dags- skrá: 1. Starvsnevndarfor- maðurin greiðir frá virki FSFS í farna ári. 2. Kassameistarin leggur fram grannskoðað- an roknskap. 3. Innkomin mál. 4. Velja nevndir og eykamenn. 5. Velja grannskoðara, ið skal vera ríkisviður- kendur. 6. Ymiskt. Grein 5 Til at meta á aðalfundin- um, kann hvert felag senda trý umboð. Eingin kann á aðalfundi umboða fótboltsfelag, sum ikki hevur verið limur í felagn- um í minsta lagi ein mán- að og hevur limagjalds- og onnur limaviðurskifti síni í lagi. Grein 6 Atkveðurætt á aðalfund- inum við einari atkveðu hava felegini, starvs- nevndar- og kappingar- nevndarformaðurin hjá FSF. Starvsnevnd ISFs, dómsnevndin og grann- skoðarin hava talurætt og rætt at seta fram uppskot. Grein 7 Á aðalfundi kunnu lógar- uppskot ikki verða við- gjørd, ella lógarbroyting- ar gjørdar, uttan tær standa á fundarskránni, ið saman við uppskotunum skulu vera feløgunum i hendi í seinasta lagi átta dagar frammanundan að- alfundinum. Tó kunnu onnur mál, ið ikki standa á skránni verða tikin til viðgerðar og avgjerd, um 2/3 av umboðsmonnunum játta. Fyri at uppskot skal vinna semdir á aðalfundi, skal meira enn helmingur- in av teimum mettu, sum hava atkveðurætt, at- kveða fyri. Stendur á jevnum, er atkveða starvsnevndarformansins avgerandi Eykaaðalfundur kann verða hildin, um nevndin ynskir tað, ella um helvtin av feløgunum ynskir tað. Eykaaðalfundurin skal verða lýstur við dagsskrá, og annars eftir reglunum um vanligan aðalfund. Grein 8 Starvsnevndin Kappingarnevndin Aðalfundurin stýra F.S.F. Í starvsnevndini sita: Formaður, næstformaður og skrivari. Teir verða valdir einsæris á aðalfundi at sita í 2 ár, tveir annað- hvert ár, og ein annað- hvert ár. Valdur verður ein tiltakslimur at sita í 1 ár. Í kappingarnevndini sita: Formaður, næstfor- maður, kappingarstjóri, skrivari og nevndarlimur. Teir verða valdir á aðal- fundi, og nevndin skipar seg sjálv. Valdir verða tveir nýggir limir annað- hvert ár og tríggir annað- hvert ár. Valdir verða 2 tiltakslimir at sita í 1 ár. Starvsnevnd og kapp- ingarnevnd velja eina tri- mannanevnd, sum hevur oll fíggjarlig viðurskiftir um hendi. Skal fest ogn verða keypt ella seld, skal aðalfundurin hava sam- tykt keypið ella seluna. Nevndin hevur heimild at seta undirnevndir, um neyðugt við limum uttan fyri FSF. Nevndarlimir fáa onga løn fyri hesi størv síni. Nevndin kann seta kassameistara. Nevndin skal útinna vidtøkur, gjørdar á aðal- fundinum, og alti3 ansa eftir, at leikreglur og lóg- ir, eru í neyðugum sam- svari við altjóða reglur. Nevndin tekur avgerð, um heiðursmerki og virð- islenir verða handaðar, og tekur avgerð í trætumál- um í fótbólti. Hon hevur eisini leiðsluna av lands- og steypakappingum. Nevndin sendir Ítrótta- sambandinum eina ferð árliga frágreiðing um virki sambandsins. FSF skal hava samráð- ingar við onnur sersam- bond/deildir og ÍSF um altjóða stevnur, sum skulu vera í Feroyum. Grein 9 Fótbóltssamband Feroya er uttanveltað í politisk- um-, sosialum og trúar- spurningum. Grein 10 Figgjarliga grundarlagið er inntøka av steypa- og landsdystum o.t., um- framt luttøkugjald, partur tillutaður frá stjórn ISFs, av landskassastudningi. Grein 11 Luttaka í lands- og steypakappingum og somuleiðis á landsliði, kunnu teir, ið lúka tær til eina og hverja tíð hjá ÍSF, FSF og FIFA, galdandi reglur. Grein 12 Uppskot at avtaka FSF kann bert verða lagt fram á aðalfundi og skal tá, um hetta skal vinna semdir, samtykkjast við í minsta lagi 3/4 av teim, ið mettir eru, og skulu í minsta lagi 3/4 av limunum vera til staðar. Eru ognir, skulu tær falla fótbóltinum í landin- um til, ella á annan hátt verða nýttar ítróttinum at gagni. Val av nevndum Sambært hesa lóg skal veljast ein trýmanna starvsnevnd og i hana vórðu valdir Christian Ol- sen, sum formaður, John Kjær sum varaformaður og Marcus Ketlum sum skrivari, meðan Jean Dimon varð valdur til eykamann. Allir fýra vóru einmælt valdir. Skotið varð upp, at lim- irnir í fótbóltsdeild ISFs skuldu veljast í kapping- arnevndina, og varð hetta einmælt viðtikið. Kapp- ingarnevnd FSFs fekk so- statt hesar limir: Borge B. Hansen, Sverre Trónd Hansen, Heri Thorsteins- son, Jens Erik Magnussen og Jógvan Eliassen og sum eykamenn Jóannes Nielsen og Símun Eiler Berg. Grannskoðari og dómsnevnd Til grannskoðara hjá FSF, varð Jógvan Sund- stein valdur. Skotið varð upp at fót- bóltsdómsnevnd Ítróttar- sambandsins skuldi halda fram fyri FSF og varð hetta einmælt samtykt. Í dómsnevndini sita sostatt Jógvan Sundstein, Jógv- an (Ki) Jacobsen, Selvi Jespersen og sum eyka- maður Jógvan Johansen. Lógarbroytingar Næsta mál á skránni var eitt ynski frá HB um at broyta grein 14 í kapping- arreglunum fyri fótbólt, soleiðis at lið, ið vinnur dyst av tí at mótsteðuliðið ikki metir ella noktar at leika ella á annan hátt ger brot á leikreglurnar, fær málmunin 3—0, og ikki, sum eftir teim gomlu regl- unum, sama málmun, sum liðið fekk í tí dyst- inum, har tað vann mest. Uppskotið varð sett fram fyri at einki felag kann fáa fyrimun av at lata t.d. eitt c-lið tapa stórt móti a-liðnum, um hesi leika í sama bólki. Aftaná stutt tjak, varð uppskot HBs samtykt við 12 atkveðum fyri og ong- ari ímóti og sær grein 14 nú soleiðis út. Grein 14 Vunnin dystur gevur 2 stig. Somuleiðis skal roknað verða tí liði 2 stig og målmunin 3—0, sum er til reiðar at leika á fyri- skipaðan hátt, um hitt liðið er ikki mett, ella hev- ur noktað at meta. Ger felag brot á grein 4, 5, 6, 7, 8 ella 9 tapir tað viðkomandi dyst 3—0. Lið, ið ikki meta upp til semifinalu- ella finaludyst og/ella gera brot á grein 4, 5,6, 7, 8 ella 9 tapir báðar dystirnar. Hitt sama verður fyri, um lið við leiksbyrjan noktar at leika, og nokt- anin er ólóglig, ella um lið ólógliga undir leiki noktar at halda fram, til leikur lógliga er lokin. Javnleik- ur gevur eitt stig. Sigur lið seg skrivliga til ÍSF út úr kappingini, og ÍSF góðtekur úrgonguna, verða teir dystir, ið hetta lið hevur leikað ikki stig- og málroknaðir. Um í dupultkapping bert 2 lið leika í einum bólki, skulu báðir dystir verða leiktir. Tað lið, sum noktar at leika, sleppur ikki at halda fram í kapp- ingini. (Grein 10 fellur sostatt burtur). Isafjarðar- súlukappingin Næsta punkt á skránni var uppskot frá fótbólts- deildini, um nýggjar leik- reglur fyri kappingina um Ísafjarðarsúluna, tá tað nú verður kappast um Súluna i tí Feroysku Steypakappingini, t.v.s. í allari vaksnamannadeild- ini. Hesar leikreglur vórðu einmælt samtyktar, og síggja soleiðis út: Kappingarreglur fyri Ísafjarðarsúluna Grein 1 Í Ísafjarðarsúlukapping- ini luttaka lið úr 1., 2., og 3. deild. Grein 2 Teir leikandi mugu lúka somu treytir, sum gald- andi eru fyri luttøku i landskappingini. Grein 3 Fyrst verður årtøkuumfar millum 3. deildarliðini so bert 16 verða eftir. Síðan fyrsta umfar mill- um 3. deildarliðini niður í 8. lið. Síðan annað umfar mill- um tey 8 eftirverandi 3. deildarliðini og tey 8 liðini í 2. deild niður í 8 lið. Síðan triðja umfar mill- um vinnarnar í 2. og 3. deild, og 1. deild. Síðan 4. umfar: kvart- finalur. Síðan 5. umfat: tvær semifinalur: ein heima og ein úti. Síðan 6. umfar: Finalan í Tórshavn. FSF avger við luta- kasti, hverji lið skulu leika móti hverjum eðr- um. Lið, ið tapir dyst, fer úr kappingini. Grein 4 Um finaludysturin endar við javnleiki, verður nýggjur dystur leiktur. Stendur dystur á jevnum eftir vanliga leiktíð, verð- ur leiktur umdystur 2 X 15 min. Er framvegis javn- leikur, verður sektar- sparkskapping, til vinnari er funnin. Grein 5 Hvar onki annað er til- skilað, eru tað tær til ein- hverja tíð galdandi kapp- ingarreglur FSFS,-ið eru galdandi. Grein 6 Steypakappingin verður á fyrsta sinni leikað í 1974 og heldur fram komandi 10 árini, t.e. til og við ár- inum 1983. Steypið ognast tí felagi, ið hevur vunnið tað flestu ferðirnar hesi árini. Standa felog á jøvnum eftir hesum tidarskeidi, verður kappingin hildin fram so nógv ár, til felag hevur vunnið steypið fleiri ferðir enn nakað annað felag. Er aftaná åvist åramål steðan tann, at einki utt- an ávíst felag hevur meguleika fyri at ognast súluna, verður givist við kappingini, og fær tá við- komandi felag gripin til ognar. Grein 7 Fótbóltssamband Feroya skipar fyri kappingini, og býta feløgini javnt millum sín inhtøkur og útreiðslur, tó undantikið kvartfinal- um, semifinalum og fin- alu. Grein 8 Megulig kærumál kapp- — | | | | 8 Buste BESKR oe B