mikudagur 28. februar 1979síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Feroyingar útbúgva
seg innan fiskivinnu
í Noregi og Íslandi
Tað er ikki óvanligt í dag,
at ungir feroyingar leita
uttanlands fyri at út-
búgva seg innan fiski-
vinnu. Umleið 10 feroy-
ingar ganga í letuni á
skúlum í Noregi og Ís-
landi, har teir útbúgva seg
innan fiskiidnad, fiskifreði
og fiskibúskap.
Sum viðurskiftini eru í
dag, eru eingir meguleikar
at útbúgva seg innan
nevndu greinar í Feroy-
um. Hetta er spell, tí í tí-
líkum fiskivinnusamfelag
sum Feroyum skuldi tað
verið ein sjálvsagdur lutur
at ungdómurin hevur
meguleikar at útbúgva
seg innan hesa grein. =
Fiskivinna
í fólkaskúlanum
Í grannalondum okkara
verður harafturímóti stór-
ur dentur lagdur á at út-
búgva fólk innan fiski-
vinnugreinina. Longu i
fólkaskúlanum fáa ís-
lendsk børn undirvising i
fiskivinnuspurningum.
Tað eru annars næstan 10
ár síðani, at >Fiskivinnu-
skålin« varð settur á
stovn. Endamálið við hes-
um skúlanum er at út-
búgva fólk til arbeiði á
m.a. flakavirkjum. Tey
ungu kunnu fara á skúlan
eftir 10. skúlaár og ganga
á fiskivinnuskúlanum í trý
ár. Meguleikar eru nú at
útbúgva seg víðari. Eftir
hálvtannað ár kunnu tey
arbeiða sum virkisleiðarar
á flakavirkjum. Síðani
kann ein útbúgva seg til
fiskifrøding á universitet-
inum. Í letuni ganga
tríggir feroyingar á fiski-
vinnuskúlanum í Íslandi.
Nógvir
meguleikar
í Noregi
Í fleiri norskum býum eru
meguleikar at útbúgva
seg innan fiskivinnu. Í
Tromsee útbúgva tríggir
feroyingar seg í ti sum
verður nevnt »fiskeri-
fag<. Hetta er ein rætti-
liga nýggj útbúgving, ið
er ætlað at brúka innan
ráðgeving í fiskivinnu-
spurningum.
Í Varde er meguleiki at
útbúgva seg innan fiski-
ídnað. Her lesa í løtuni 3
føroyingar. Ein føroying-
ur lesur fiskifrødi i Bergen
og i Bodø lesur ein før-
oyingur fiskivinnubú-
skap.
Um stutta tíð verður
farið undir at skráseta og
samskipa útbúgvingarnar
innan fiskivinnu í Norður-
londum. Hetta fer uttan
iva at seta gongd á roynd-
irnar at skipa fyri undir-
vísing í fiskivinnu í Fer-
oyum. Vit nevndu í sein-
asta Sosiali, at Nordisk
Kulturfond og Industri-
fond hava játtað at lata
400.000 kr. til hetta ar-
beiðið.
Tað eru annars feroy-
ingar sjálvir, sum hava
tikið stig til at skráseta og
samskipa fiskivinnuút-
búgvingarnar. Tey, sum
serliga arbeiða við málin-
um, eru Tormóður Dahl,
idnadarrådgevi og Gunvør
Hoydal, lærarinna.
Silvurbrådleyp
Í dag kunnu hjúnini
Guðrun og Oliver Dan-
ielsen á Velbastað
halda silvurbrúdleyp.
Brúdleypsadressan er
Havnar Klubbi.
Í gjár kundu hjúnini
Birthy og Niels Debes,
Tórshavn, halda silv-
urbrúdleyp.
Í gjár kundu hjúnini
Jovina og Erling Hgj-
gaard, Toftir, halda
silvurbrúdleyp.
Andlát
Niclas í Lon, ættaður
úr Miðvági, búsitandi í
Esbjerg andaðist 25.2.
Jarðarferðin verður úr
kapellinum í Gorms-
gade i Esbjerg leygar-
dagin.
Kathrina Reynheim,
Tórshavn, andaðist
sunnumorgunin 25.2.
Jens Petur Hansen,
Tórshavn, andaðist
leygardagin, 37 ára
gamal.
Tit ringja
— vit skriva
EAN
Ringið telefon
11820
eta 14720
ERU SEYÐAR-
HØVDINI OV DYR?
Eg havi sum fiskimadur
fleiri ferðir verið inni i
Hetlandi, Skotlandi og Ís-
landi. Ofta hava vit tikið
proviant umborð í hesum
londum og hava m.a.
keypt seyðarhevd — fyri 2
kr. stykkið! Men, tá man
so er heima og skal keypa
seyðarhevd í handlunum
her, so kosta tey 10 kr.
stykkið — eisini tey, sum
eru innflutt úr Íslandi.
Eg vil tí spyrja, um her
ikki er talan um órímiligan
vinning, og um ikki Pris-
ráðið skuldi gjørt nakað
við hetta?
Tiskimadur
Jarmund Thorsteinsson,
formaður í Prisrådnum,
sigur, at hann fyri góðari
viku síðani heitti á prís-
ansaran um at kanna
prísin á seyðarhevdum.
Hann sigur, at prísráðið
hevði varhugan av, at
prísurin var ov hegur og
ti verður nú kannað, um
seyðarhevdini ikki kunna
seljast bíligari. Hetta
kemur úrslitið av kann-
ingini at vísa. Og verður
úrslitið, at tey kunna selj-
ast bíligari, so fáa teir
handlar, sum selja seyðar-
hevd, boð um at lækka
prísin, sigur formaðurin í
Prísráðnum.
Meir enn 100 vinningar. - ede?
Høvudsvinningar eru uttanlands-- 52/6
ferdir vid Smyrli og eitt tjald.
Skriva teg sum haldara av
Sosialinum beinanvegin,
so verður tú við frá byrjan
SEEKYEE
Undirritadi
Navn:
Bustadur:
I
Dire
teknar
haldara av Sosialinum
HIæE ie 1
seg sum
Oposta8
| (SOSIALURIN
rindar
postgjaldið)
Í »Til 111
ERE BREREKTYSEN
Postbox 76
3800 Torshavn
Y[UE
LR.
byrjar í SOSIALINUM
komandi
leygardag