mikudagur 14. mars 1979síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leysasøla 3,00
52. årgangur
Tekniska nevnd mælir til:
Nr. 20 — Mikudagur 14. mars 1979
Nevndarlimur i Diskotekklubbanum:
Omoralskt at hava um-
sjonarmann, sum hevur
Bussruta longu i juni
Bussrutan fer at geva undirskot ta fyrstu tidina
Tekniska nevndin hjá
Tórshavnar Býráð sam-
tykti á einum fundi mána-
kveldið at mæla býráðn-
um til, at tað beinanvegin
fer undir eina bussrutu í
Havn. Sagt verður, at
tervurin á eini bussrutu er
stórur, tí talið á privat-
bilum veksur so nógv.
Mett verður at tað hvert
ár koma 250 privatbilar
aftrat í Tórshavnar Kom-
munu.
Tað er ma. fyri at
bremsa tí nógva trýstin-
um í ferðsluni, at tað nú
verður mælt til at leggja
eina bussrutu.
Jákup Sune Jacobsen,
formaður i Teknisku
nevnd, sigur í samreðu við
Sosialin, at ein bussruta
er neyðug. Ætlanin er at
hava triggjar bussar í rut-
uni og koyrt verður frá kl.
7 á morgni til miðnátt.
Ein stóran part av
degnum verður bert ein
hálvur tími millum frá ti
at bussarnir koyra frá
hverjum steðgiplássi.
Ávísa tíð á kveldi er talan
um ein heilan tíma.
Jákup Sune Jacobsen
sigur, at busskoyringin
fer at geva undirskot at
byrja við, men hann vón-
ar, at undirtøkan verður
so mikið stór, at henda
koyring innan alt ov langa
tid kann hvíla í sær sjålv-
um.
se 55
pe me
Brennistødirnar i dag hava so væl útgjerd reinsi-
verk, at tær kunna liggja i tættbygdum umrådi
Bráðneyðugt at fáa
nýggja brennistød
Lesið á síðu 4
.
Seinasta
.
freist
, .
1 morgin
I morgin, 15. mars, er
seinasta freist at senda
inn umsóknir til løg-
tingið um studning,
skulu tær viðgerast í
hesari tingsetuni.
Nógv bygda- og bý-
ráð hava seinastu vik-
urnar sent inn umsókn-
ir um studning til
vega- og havnagerðir
og onnur arbeiði.
Leingjan av pieri
Legtingið hevur frá
bygdaráðnum á Eiði
fingið umsókn um
studning til leingjan av
einum pieri og annað
arbeiði í samband við
havnalagið.
Silvurbrúdleyp
Í dag kunnu hjúnini
Anna og Eirikur An-
dreasen, Skála, halda
silvurbrúdleyp. Tey
eru burturstedd.
snýtt okkum
Lesið á síðu 5
Føroyameistarar
i badminton
A myndini siggjast vågbingarnir, Durita Vest og
Marjun Eystberg, sum
fyri gentur 14— 16 år
vunnu doublekappingina
Lesið um hetta og annan ítrótt á ítróttarsíiðunum
Barnaskúlin
á Eiði afturlatin
Tann russiaka influ-
ensan hevur gjørt so
mikið illa vart við seg á
Eiði, at barnaskúlin er
afturlatin í eina viku.
Tað var so illa statt,
at í fleiri flokkum vóru
tað bara eini trý-fýra
bern, sum mettu upp.
Eisini nógv bern í
framhaldsdeildini eru
sjúk, men tó ikki so
nógv, at skúlin er aft-
urlatin.
Samráðast
um licensskipan
Í dag verða samráð-
ingar í Keypmanna-
havn við umboð fyri
EEC um eina licens-
skipan. Henda skipan
skal fáast greiðu á,
hvussu nógv skip
skulu veiða hjá hverj-
um eðrum sambært
nýggja sáttmálan mill-
um EEC og Feroyar
Ætlanin var at um-
boð fyri landsstýrið
skuldu hava samráð
ingar við danska inn-
anrikismálaráðharran
og forsæ.tisráðharran.
Hesar samráðingar eru
fyribils útsettar orsaka
av steðuni á danska ar-
beiðsmarknaðinum
Ætlanin var m.a. at
viðgera sjúkrahús-
byggingina í Klaksvík
á einum fundi við inn-
anrikismålarådharran