Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-17, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 1979síða 1

allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 21 — Leygardagur 17. mars 1979 Hálvtrýss ferð føroya- meistari í fyrstu deild Feroyingur kann gerast fyrsti rikis- umboðs- maður Fekk 500 kr. fyri kassa av geli, sum ikki var til i Grønlandi lesid å sidu 13 Lesid å sidu 3 Sosialurin hevur hitt Joan Pætur Midjord, sum seinasta sunnudag vann sitt hálvtrýssindstjúg- unda føroyameistaraheiti í 1. deild. Joan P. Midjord og Poul Michelsen i tvimansleiki i badminton Lesið á síðu 7 # ! Sosialurin hevur spurt seks býráðslimir i Havn um steðu teirra til renovatiónsmálið. stæð! Allir eru teir samdir um, at Havnin eigur at senda ein eygleiðara á fundin hjá Skal Havnin gera sína steð ella vera saman við restini av landinum um at byggja eina Leivur Johannesen, javnaðarfl.: — Eg eri sannførdur um, at tað verður biligari fyri Havnina at gera sína egnu brennisteð. Eg taki fram- vegis undir við avgerðini í býráðnum um at vera fyri okkum sjálvar. Principielt er tað ikki rætt, at vit vilja vera fyri okkum sjálvar, men í praksis er tað bæði best og bíligast fyri Havnina. Petur Christiansen, fólkafl.: — Eg haldi avgjert, at vit eiga at vera saman um eina brennistød. Tað er bi- ligari og raksturin verður meira rationellur. Verður burturkastið viðfarið væl, og tað er reint og nossligt, haldi eg ikki, at nakað er til hindurs fyri, at steðin liggur nærhendis Havn- ini. Finnur Johansen. tjóðveldisfl.: — Tað má vera tað rætta, at vit eru saman um at gera eina brennisteð. Havnin eigur tó at hava avgerðarrætt í mun til í- búgvaratalið. Vit hava sera ringar royndir við at vera saman við eðrum. Tað vísur seg, at Havnin bara skal stuðla og síðani einki hava at siga. Ebbe Mortensen, sjálvst.fl.: — Byýráðið hevur sam- tykt, at vit skulu gera okkara egnu brennisteð, og tað haldi eg vera rætt. Vit hava alt ov ringar royndir av at samarbeiða við eðrum kommunum. Havnin er eisini so mikið stór, at vit klára at gera eina steð einsamallir, sum síðani aðrir eisini kunnu nýta. renovationsfelagsskapinum mánadagin. Heðin Mortensen, borgarligi list.: — Eg haldi, at vit eiga at byggja okkara egnu brennisteð. Tað er eingin góð loysn fyri Havnina, at aðrar bygdir í landinum, skulu fera alt sítt burtur- kast higar og savna tað í Hoyvík. Vit eiga annars at vera umboðaðir á fund- inum hjá renovatiónsfel- agsskapinum mánadagin Tað kann vera, at okkurt nytt stingur seg upp Petur F. Christiansen, sambandsfl.: — Havnin eigur at byggja sina egnu ruskstød. Eg havi lítið álit á felagskom- munalum fyritøkum, ti vanligt er, at vit gjalda, og hinir ráða. Vit hava ju sera ringar royndir av SEV. Vit fóru upp i fel- agsskapin, men mistu siå ani alla åvirkan, hvat vid ari hendi