Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

øre; Síða 4 sosialurin Nr. 21 — 17. mars 1979 kri | Vilhelm Johainesen, formaður í kommunufelagnum, UNE 0ySSjarnar um tvídráttin í renovatiónsmálinum: = Skilur ikki støduna Hósdagin vórðu tilboð- ini uppá vatn- og hita- arbeiðið og ventilati- ónina í nýggja skúla- bygninginum í Leirvík opnað. Trý tilboð vóru uppá hvert arbeiðið. Óli Knudsen, Tórshavn, bjóðaði 1,04 mill. kr. uppá vatnið og hitan og 460.737 kr. uppá ventilatiónina, Zachar- ias Leitisstein, Runa- vík, bjóðaði 1,26 mill. og 445.877 kr. Niels Juel Arge, Klaksvík, gav bert tilboð uppá vatn- og hitaarbeiðið, 1,99 mill. og Demich, Tórshavn, gav eisini eitt tilboð, tað var uppá ventilatións- arbeiðið, 350.549 kr. Gøtunes fekk mesta lodnu Føroyska lodnuveidan undir Islandi i år vardi góðan mánað, so var kvotan uppá 17.500 tons uppi. 12 skip lut- tóku i veidini, tey flestu gjørdu triggjar túrar og hini tveir. Mest burturúr fekk Getunes, 2.315 tons. Síðani kemur Sigm. Brestisson við 2.008 tonsum av tveimum túrum. Tilsamans føroysku skipini 33 túrar á íslendsku lodnumiðini og veiðan bleiv 18.633 tons, so kvotan er yvirfiskað við góðum 1000 tons- um. gjørdu Nytt frimerki månadagin Månadagin gevur Postverk Føroya it eitt nýtt frímerki. Hetta er 36. frímerkið, sum Postverkið gevur út, og hesaferð er virð- ið 25 kr. Motivið er ein veðrur og hevur Czeslaw Slan- ia rist merkið eftir foto- mynd hjá Andreasi Arge. Frímerkið er prentað á seðlaprent- smiðjuni hjá finska tjóðbanku um. Í sam- bandi við útgávuna er sum vant ein fyrsta- dagsbjálvi gjørdur og hendan hevur Bárður Jákupsson teknað. Hundrað tons færri Flakavirkið Nordis á Eiði hevur higartil í ár tikið í móti stívliga 650 tonsum. Sammett við í fjer eru hundrað tons færri komin upp á land, verður upplýst á Norð- is. Orsøkin er tað ólaga- liga vedrid ta seinastu tidina. Fyrr i år var flakavirkið framman fyri nøgdina frå i fjør. Nú eru likindini tó betri og tað hevur gingið hampiligt hjá linu- og snellubátun- um. Í vikuni roknar Nordis við at fáa fisk frá teimum sterru bát- unum, Vaðhorn og Tummas Nygaard, sum royna við línu undir Feroyum. Avskipingarnar hava verið regluligar í ár. Í seinastu viku av- skipaði Nordis flak til USA og Onglands og saltfisk til Spania og Noregs. Í komandi viku skal Norðis av- skipa saltfisk. hjá — Tað framgongur týðuliga av upplegg- inum, at hver kommuna skal skjóta pening inn í mun til fólkatalið, at hver kommuna luttekur í rakstrinum 1 í mun til fólkatalið, og at avgerðarrætturin eisini er í mun til fólkatalið, sigur Vilhelm Jo- hannesen Tað skilst av samreðuni, sum Sosialurin mikudagin hevði við Jákup Suna Jacobsen, formaður í teknisku nevnd Tórshavn- ar byråds, um loysn av renovatiónsspurningin- um, at ein grundin til, at hann er í móti, at Havnin skal luttaka í felags brennisteðini, er hon, at Havnin fær ein ov lítlan avgerðarrætt í mun til hvat tiltakið fer at kosta Havnar kommunu. Sum ellum kunnugt hevur Havnin tikið seg burtur úr kommunufel- agnum. Somuleiðis hevur Havnin tikið seg burtur úr ætlanunum hjá komm- unufelagnum um at byggja eina felags brenni- stað nærhendis Havnini. Hetta hevur Tórshavn- ar kommuna gjert, hóast tað verður nógv dýrari at byggja og reka eina brennisteð bert fyri Havn- ar kommunu. Jákup Sune Jacobsen grundar stødutakan sína við at siga, at sum komm- unalpolitikari má hann fyrst og fremst hugsa um Havnina, tí Havnin hevur ringar royndir at sam- arbeiða saman við eðrum. Somuleiðis er hann bangin fyri einum fremm- andum stovni afturat í Havnini. Ti, sum hann sigur, tá kunnu vit missa tamarhald á útviklingin- um. Havnin fær lutfalsliga líka stóran avgerðar- rætt Tó leggur formaðurin í teknisku nevnd afturat, at fær Havnin avgerðarrætt í mun til tað, hon skal gjalda, er spurningurin, um býráðið hevði broytt stødu. Men Havnar kommuna fær lutfalsliga eins stóran rætt og hinar kommunur- nar! Sosialurin hevur biðið formannin í kommunufel- agnum, Vilhelm Johanne- sen, um eina viðmerking til stødutakanina hjá Jåk- up Suna Jacobsen. Formaðurin í komm- unufelagnum sigur: — Tað framgongur týðuliga og greitt av upp- legginum frá kommunu- felagnum, at hver komm- una skal skjóta pening inn í mun til fólkatalið, at hver kommuna skal lut- taka í rakstrinum í mun til fólkatalið, og at umboðs- menninir fyri kommunur- nar koma at atkvøda, tå felagsskapurin er settur å stovn, við eins nógvum atkveðum, sum tað eru borgarar í tí kommununi, teir umboða. Dýrari fyri Havnina um tað var eftir skattainntøkuni Sambært ætlanunum hjå kommunufelagnum skulu kommunurnar gjalda í mun til fólkatalið. Ein annar meguleiki var at rinda sín part í mun til skattainntøkuna. Til hendan møguleikan sigur Vilhelm Johanne- sen: — Hinvegin, um kom- munurnar skuldu skotið pening inn, og luttikið í mun til skattainntøkuna, so vildi Tórshavnar kom- muna komið at goldið nógv meira, ti uttan iva er Havnar kommuna tann kommunan í landinum, sum hevur størstu skatta- inntøkuna fyri hvenn i- búgva. Bíligari í mun til skattainntøkuna — Við eðrum orðum kunnu vit siga, at hugsa vit um skattainntøkuna, sleppur Havnar kommuna nogv biligari enn hinar. Hon kemur at gjalda nógv minni part av skattainn- tøkuni hjá sær til renova- tiónina enn hinar komm- unurnar. — Jákup Sune Jacob- sen sigur, at hann hugs- ar um Havnina. Eg skilji væl, at Jákup Sune sum Jákup Suna býráðslimur í Havn, fyrst og fremst hugsar um Havnina, men eg kann við mínum besta vilja ikki skilja, hvussu hann hugs- ar um Havnina, tá hann hevur ta stødu, at Tórs- havnar kommuna sjálv skal byggja og reka eina brennisteð. Dýrari fyri báðar partar — Tað er nágreiniliga út- roknað av kenum monn- um, at fyri okkum aðrar kemur renovatiónin at kosta 80 oyru meira fyri hvenn íbúgva um vikuna við tað, at Havnin ikki er við. — Og fyri Havnina kemur renovatiónin at kosta 86 oyru meira fyri hvenn íbúgva um vikuna við tað, at Tórshavnar Býráð ikki vil vera við í eini felagsloysn, men heldur vil loysa renovati- ónsmálið sjálvt, slær kommunufelagsformaður fast og leggur afturat: — So eg fari at enda við at spyrja, um tað er at hugsa um Havnina at velja eina loysn, sum ferir við sær ein meirkostnað fyri hvenn einasta borgara í Havnar kommunu upp á 86 oyru um vikuna. — Tann dag eg vil sleppa frá at verða valdur aftur í Klaksvíkar býráð, fari eg at hugsa um Klaks- víkina á sama hátt. Ti hatta má vera tann effekt- ivasti mátin at verða koyrdur burturúr einum býráði, sigur Vilhelm Jo- hannesen at enda. Fåa eina atkvødu fyri hvønn borgara í kommununi — kommunurnar fáa atkvødur í mun til íbúgvaratalið í nýggja renovatiónstel- agsskapinum, sigur formaðurin í ar- beiðsbólkinum hjá Kommunufelagnum, Jógvan Páll Lassen Í samreðuni við Jákup Suna Jacobsen í blaðnum mikudagin, sigur hann m.a.: — Tað vísir seg altið, at vit (t.e. Tórshavnar kom- muna bl.m.) koma at taka tað enga ki Sjálvur haldi eg, at hetta er í lagi, um so er, at Havnin fær avgerðarrætt í mun til tað, hon setir pening og orku til. Formaðurin á arbeiðs- bólkinum, sum Komm- unufelagið á sinni setti at kanna renovatiónsspurn- ingin, Jógvan Páll Las- sen, vísir í hesum sam- bandi á grein 12 í lógar- uppskotinum, sum verður lagt fyri stovnandi aðal- fundin í renovatiónsfel- agsskapinum komandi mánadag. Henda grein er soljóðandi: — Á aðalfundinum verða øll mál avgjerd við vanligum atkveðumeiri- luta, og hava limirnir eins nógvar atkvødur sum i- búgvar eru i kommununi. Hetta vil siga, at ein kommuna við 10.000 i- búgvum hevur 19.000 at kveður og ein við 100 í búgvum hevur 100 at kveður til dømis.