leygardagur 17. mars 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
BE
ILL
———————————nn
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Føroya Javnadarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (åbyrgd)
Høgni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
á rå = =
Sáttmálin við EF
TAÐ eydnaðist okkum endiliga at fáa
ein sáttmála við EF um framhaldandi
fiskiveiðu hvør hjá øðrum. Lættliga
gekk tað ikki. Landsstýrið mátti heil-
ar fýra ferðir til Brússel, áðrenn
semja kundi fáast.
STÓRT sæð má úrslitið sigast at vera
gott. Sjálvsagt vita vit, at okkara
møguleikar á fjarleiðum verða meira
og meira skerdir, og tað síggja vit
eisini í hesum nýggja sáttmálanum.
MEN annars verður tryggjað okkum
stórt sæð framhaldandi veiðu í Norð-
sjónum fyri teir partar av okkara
flota, sum tørva hetta í 1979. Kvotan
av makreli er so at siga tann sama
sum í 1978, so við teimum møguleik-
um sum kraftblokkabátarnir afturat
hesum hava at veiða lodnu og svart-
kjaft, skuldu hesir bátar kunna havt
toluligar umstødur í hesum ári. Kvot-
an av ídnaðarfiski er eisini so mikið
stór, at hetta skuldi givið teimum
idnadarskipum, sum eru eftir, møgu-
leikar at klára seg, um annars prísur-
in, sum teir kunnu fáa tyri fiskin,
verður hampiligur.
AV ødrum plussum við hesum sátt-
mála kunnu vit vísa á, at tað er eydn-
ast at minka um veiðuna av toski og
hýsu hjá EF skipum enn meira. Bert
fyri fáum árum síðan fiskaðu hesi
skip um 30.000 t. av hesum fiskasløg-
um, i fjør var hetta tal komið niður i
7.000 t. og í 1979 verður einans loyvt
EF skipum at veida 5.000 t. av toski
og hysu.
Utgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
AV minussum kunnu vit nevna, at vit
framvegis ikki sleppa at veiða tosk
undir Grønlandi og at okkara rækju-
kvota er minkað niður í eina helvt.
HETTA er sjálvsagt at harmast um,
men viðvíkjandi toskinum er tað jú
so, at fiskifrødingarnir ikki hava
mælt til størri veidu, enn at grøn-
lendingar sjålvir hava brúk fyri og
kunnu veiða. Við rækjunum er tað
so, at her hava fiskifrødingar mælt til
niðurskurð av totalveiðuni frá 40.000
t. til 27.000 t. Tá grønlendingar sjálvir
forlods skulu hava teirra tørv dekk-
aðan, so má niðurskurðurin ganga
útyvir 3. lond. Og tað er væl eingin,
sum hevur nakað at siga til, at grøn-
lendingar skulu hava fyrstarætt til
tann fisk, sum kann veiðast við
Grenland.
NIDURSTØDAN er, at væl hava vit
nú fingið ein hampiligan sáttmála
fyri 1979, men tað verður meira og
meira Føroya grunnarnar vit koma a
hava okkara álit á í framtíðini
|
i
Í
Nr. 21 — 17. mars 1979
Kjak í Finlandi um
»bland-økonomi« okt
áhugan fyri Sorsa
Ríkisdagsval verður í
Finnlandi 18. og 19. mars.
Teir stóru flokkarnir hava
longu í góðari tíð fyri-
reikað seg til stríðið.
Longu seinasta heyst
vórðu valskráirnar lagdar
fram.
Blaðstjórin á Arbetar-
bladet í Helsingfors skriv-
ar um steðuna hjá finsku
sosialdemokratunum:
»Javnadarflokkurin
(SDP) hevur lagt heråslu
á nøkur itøkilig mál.
Flokkurin krevur m.a., at
tey privatu virkini i størri
mun enn higartil åsanna
ábyrgd teirra mótvegis
vinnumeguleikunum.
SDP vil ekja um talið á
arbeiðsplássum í idnadin-
um, samstundis sum
flokkurin heldur eina
tálmaða inflatión vera
eina grundleggjandi treyt
fyri eini javnari búskapar-
ligari gongd.
Samfelagshúsarhaldið
er í eini drúgvari og tor-
ferari strukturbroyting.
SDP ynskir eina betri
planlegging á tí búskapar-
liga ekinum, og at fram-
burðurin — gongdin —
verður lagdur til rættis í
samstarvi við yvkisfeløg-
ini og vinnulivid.
Viðvíkjandi skattapoli-
tikkinum krevja javnadar-
menninir eina betri skipan
fyri tær småu og millum-
stóru inntøkurnar. Betri
brúksmeguleikar mugu
somuleiðis tryggjast teim-
um lægstlentu. Bureau-
kratiið skal minkast, so-
leiðis at tann einstaki
brúkarin fær eitt nærri
samband — samstarv —
við almennu tænastuna.
Floksleiðslan í SDP
hevur havt eitt mennandi
orðaskifti um ta demo-
kratisku sosialismuna.
Leiðarin á tí politisku
deildini á floksskrivstov-
uni, Paavo Lipponen,
legði fyri.
Í eini rødu legði hann
herðslu á, at tað finst ikki
longur ein fullkomin kapi-
talisma. Í staðin hava vit
fingið ein blandaðan bú-
skap, har statur og kom-
muna hava ein avgjørdan
leiklut mótvegis teim fríu
marknaðarkreftunum.
Hendan blandaða bú-
skaparliga skipanin hev-
ur, segði Lipponen, tókst
at vera lívsseig, meðan
tann sentraliseraða sosi-
alisman hjá kommunist-
unum ikki hevur klárað
seg í kappingini.
Javnaðarmenninir hava
ikki nakra endaliga loysn,
hvussu tann sosialistiska
samfelagsskipanin - skal
byggjast upp, men sosial-
isman kann realiserast
longu um núverandi
mundið, heldur Lipponen.
Allir reformar — allar
åbøtur — sum økja um
javnadin og tryggleikan i
samfelagnum, og vidka
um demokratiid, er prakt-
isk sosialisma. Bráðar
broytingar av samfelags-
skipanini við endaligum
loysnum og skipanum
kunnu harafturimóti lætt-
liga føra til ta øvugta
úrslitið.
Liponen fekk eitt lívligt
orðaskifti í lag. Áðrenn
hann kom við áskoðan
hevði orðaskiftið
snúð seg um eurokomm-
síni,
unismuna og um eitt inn-
legg hjá fólkademokrat-
iska ríkisdagsliminum.
Iikka-Christian 3jørk-
lund. Nú fluttist ordaskift-
ið til javnaðarmenninar
Meðan kommunistarnir
hava kjakast um, um teir í
heila tikið skulu kjakast
innan ta kommunistisku
rersluna, hevur SDP lagt
sterri dent á meira grund-
leggjandi spurningar.
Áskoðanin hjá Lippon-
en fekk ikki fulla undir-
tøku í egna flokki sínum.
Atfinningarnar hava ser-
liga snúð seg um áskoðan
hansara um »blandada-
buskapin.«
Eitt av veljarafeløgun-
| sosialidemokraatit
Vid rópinum »Suomi Nousuun« — Finland reis teg —
fer flokkurin hjå Kalevi Sorsa, javnadarflokkurin, til val
18. og 19. mars
um i Helsingfors vil m.a.
vera við, at >blandaður-
buskapur« bert er kapital-
isma í eðrum skinni, og at
viðkanin av ti almenna
sektorinum ikki hevur
flutt Finnland nærri sosi-
alismuni
Onnur, sum hava funn-
ist at Lipponen, hava
undirmett sosialismuna i
Eystureuropa, ti ein våna-
lig sosialisma eigur at
veråa mett hægri enn
kapitalisman.
Men Lipponen tvørrar
ikki studul i SDP. Nogvir
virknir javnaðarmenn
halda, at hann hevur
megnað at fingið ideolog-
iska greiðu á endamáli
floksins.
Tann kendi rithevund-
urin Arvo Salo hevur
manað i jørdina skuldset-
ingarnar um, at Lipponen
skuldi hava svikið sosial-
ismuna. Í staðin fyri at
leggja dent á yvirgongd-
ina til sosialismuna hevur
Lipponen rett um tann
sosialistiska reformpoli-
tikkin.
Eisini formaðurin í
SDP, Kalevi Sorsa, hevur
víst á, at í ti >blandaða
búskapinum< finst bæði
sosialisma og kapitalisma,
men sambært Sorsa er tað
týdningarmiklasta innan
búskaparliga ekið í letuni
at fáa nakrar strukturellar
broytingar í lag, sum
kunnu minka um arbeiðs-
loysið.
Hóast hugsanirnar eru
fleiri, eru allir javnaðar-
menn í Finnlandi samdir
um, at Paavo Lipponen
hevur gjørt SDP eina
stóra tænastu við at fáa
eitt breitt orðaskifti í lag í
flokkinum um týdningar-
mikil viðurskifti og við at
mobilisera flokslimirnar.
Hetta hevur styrkt um
steðið hjá tí finska javn-
aðarflokkinum við tað
komandi valið.
Onki svar
úr ltaliu
Av teimum 9 londun-
sum eru boðin at
um,
ittaka a
n 1 Jandi 1 allan
=
altjóða
Fýra bern koma úr
hverjum landi og um-
framt tey vera fyra før-
oysk á leguni.
CISV skipar annars
fyri 36 barnalegum um
heimin 1 summar