mikudagur 21. mars 1979síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
F
EEEEBE
Nr. 22 — 21. mars 1979
sosialurin
Sida 13
Anonymt bræv var
urslit av kjakuppleggi
Nógv skriving hevur ta seinastu tíðina
verið um barnaansing. Kvinnufylkingin
hevur m.a. víst á tørvin á vøggustovum og
barnagerðum. Men borgarligu bleðini
hava sligið hetta arbeiðið upp í glens. Í
Dagblaðnum verður ikki bara rátt frá at
byggja slíkar stovnar, men blaðið setur
eisini tær heima- og tær útiarbeiðandi
kvinnurnar upp móti hverji aðrari. Eitt
úrslit av skrivingini er hetta:
n arbeiðir
Fríggjadagin í næstsein-
astu viku hevði Hanna Jo-
ensen, Tórshavn, eitt les-
arabræv í Dagblaðnum,
sum var eitt svar til odda-
greinina í mikudagsblaðn-
um í sama blaði. Odda-
greinin snúði seg um
barnarøkt og kvinnusaks-
kvinnuna.
Í oddagreinini verður
m.a. víst á, at eitt alment
institutiónspláss fyri
børnum kostar 25.000 kr.,
og spurt verður, hver fær
fyrimun av hesum instit-
utiónunum — tann van-
liga húsmóðurin ella aka-
demikara- ella stjóra-
frúan, sum í oddagreinini
verða settar upp í móti
hverji aðrari.
Tað er týðuligt, hverja
áskoðan blaðstjórin hevur
um kvinnusakskvinnur-
nar:
>Tá kvinnusakin krevur
500 nýggj institutións-
pláss upprættað í Havn,
verður neyvan hugsað um,
at hetta hevði ekt skatta-
byrðuna við 12.5 mill. kr.«
Hver fær fyrimun av
hesum institutiónunum?
Er tað húsmóðurin, sum
við t.d. 3 bernum kundi
hugsa sær nekur oyru
eyka við at gera reint ella
standa í handli? Neyvan,
tí avlopið frá slíkum ar-
beiði verður aldri so stórt
eftir skatt, at hon hevur
ráð at gjalda tær 1.000
kr., sum tað kostar at
hava trý bern á instituti-
ón. Stríðið hjá hesari
mammuni verður dupult,
tí hon skal rekja heimið
eisini.
Men tann væi útbúna
akademikara- ella stjóra-
frúan kann fortjena so
nógv við at arbeiða úti, at
hon hevur ráð at lata síni
bern á institutión til onn-
ur at passa. Um hennara
trý bern kosta samfelagn-
um 75.000 kr. árliga og
hon fær sínar 75.000 kr.
sjálv, kann hon framvegis
vera kvinnusakskvinna og
hava húshjálp.
Nei, latið dagrektina
finna sína legu. Hon verð-
ur bíligari og effektivari
uttan almenna uppilegg-
mg.
Í dagblaðnum næstsein-
asta friggjadag skrivar
Hanna Joensen í einum
aftursvari til ta ikki sert
reaktioneru oddagreinina:
„Hevur tú í hesar milli-
ónirnar (tær 12,5 mill. kr.)
roknað tann skatt,
mamma teirra letur av síni
inntøku? 500 barnarektar-
pláss afturat, og landið
fær skatt av kanska inn-
tøkuni hjá 400 útiarbeið-
andi kvinnum. Set hesa
innteku til — sum tú sigur
— 75.000 kr. í meðal,
falda við 400, rokna so
skattin út, trekk frá alla
sosialhjálp til tær, sum
ikki hava fingið bern síni í
barnarekt og vita, um ikki
roknistykkið gongur
upp.<
Til brotið í oddagreinini
um hverjar kvinnur ar-
beiða og hví tær arbeiða
skrivar Hanna Joensen
m.a.:
>Og heldur tú at hon
bert arbeiðir sum ítriv ella
fyri »at vinna sær nekur
eyka oyru<?
Nei, vit arbeiða, tí tað
er samfelagsins áhugi. Ar-
beiðið er ikki okkara ítriv,
men grundarlagið undir
lívi okkara. Og at fáa børn
okkara rektaði meðan vit
arbeiða er nakað, samfel-
agið skyldar okkum og
ikki nakað sum skal tveit-
ast okkum fyri sum nakað
ósemuligt.
Forsemd barnarekt
kostar samfelagnum al-
mikið í mistari arbeiðs-
vinnu hjá kvinnunum. Vit
hava ikki ráð til hetta
longur. Nú krevja vit okk-
ara rætt. Rættin til ar-
beiði, rættin til barnaans-
ing, rættin til at vera við
okkara banki
leggur til rættis figgjan á ollum økjum.
UTTANLANDA LÁN
Vit hava samband við allar stórri bankar á
meginlandinum, Onglandi og Amerika, og eru
vit tí førir fyri at koma fram við tilboðum
um uttanlanda lán í ymiskum gjaldoyrum.
Nógv verður tosað um lániveiting, og
nógv verður tosað um uppsparing.
at taka avgerðir um okk-
ara vidurskiftir.«
Her verður ikki lagt upp
til eitt brot millum heima-
arbeiðandi kvinnur ella
útiarbeiðandi kvinnur,
men afturimoti eitt upp-
legg til eitt kjak um steð-
una hjá øllum kvinnunum
í tí feroyska samfelagn-
um.
Eitt úrslit av viðmerk-
ing hjá Honnu Joensen til
oddagreinina í Dagblaðn-
um sæst í ti hjásetta inn-
rammaða brævinum —
eitt anonymt bræv!
Hin føroyska kvinnan
1979? Ella?
Tey sum hava eina miðvísa UPPSPARING í
okkara banka
hava stórri møguleikar at fáa lán.
Hægsta innlánsrentan er 9% p.a.
Vit hava 20 deildir og avgreicslur kring landið!
Gangið inn
r
allar vegleidingar og upplysincar.
á gólvið, vit geva tygum fegin
SJOVINNUBANKIN
Okkara banki