mikudagur 21. mars 1979síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fyrireikararnir av norðurlendsku ungdómsstevnuni i
Reykjavík hava sett 20 pláss av til føroyingar. Tilsam-
ans vera 250 luttakarar úr ellum Norðurlondunum
Aftur eitt nýtt slag av húsi....
Føroyingar bodnir á
ungdómsstevnu í Reykjavik
— Enn hevur Norrøna felagið onga ungdómsdeild,
men føroyingar sleppa kortini at luttaka í arbeiðin-
um hjá FNU
Í døgunum 21. — 29. juli í
summar verður ein ung-
dómsstevna í Íslandi. Tað
er FNU, Foreningens
Nordens Ungdomsrepre-
sentantskap, sum skipar
fyri hesi stevnu, har 250
unglingar úr øllum Norð-
urlondunum hittast. Nor-
rena felagnum í Feroyum
stendur í boði at senda 20
fólk á stevnuna og upp-
lýsir felagið, at einstak-
lingar, politikarar, dansi-
felog,“ itrottarfeløg og
onnur kunna luttaka.
Kostnaðurin fyri ferðir og
uppihald kemur at liggja
um 2000 kr. Upplýsingar
um stevnuna fáast annars
frá skrivaranum í Norrena
felagnum, Honnu Morten-
sen, Brettubrekku 11,
Tórshavn. Felagið upp-
lýsir, at tað í summum
forum kann veita studn-
ing til luttøku á stevnuni i
Reykjavik.
Stevnuluttakararnir
skula búgva á einum vall-
araheimi í Reykjavík og
haðani verða gjerdar út-
ferðir til Gullfoss og onnur
pláss á Suðurlandinum.
Annars verður ymiskt
undirhald vikuna, stevnan
varar. Har verða m.a.
ítróttarkappingar, sang-
ur, dansur, filmssýningar
og fyrilestrar.
Hálv millión
arbeiðsleys
FNU hevur enn onga deild
í Feroyum, men Norrena
felagið luttekur kortini í
arbeiðinum hjá felags-
skapinum.
Fyri at geva eina mynd
av, hvussu umfatandi
FNU er, kann nevnast, at
í Danmark eru 24 ung-
domsfeløg í FNU. Hesi
felog hava tilsamans uml.
500.000 limir, sum hava
nógv og ymisk áhugamál.
Talan er um m.a. ítróttar-
felog, trúarbólkar, polit-
isk felog og brekað.
Í sambandi við 27. árs-
fundin hjá Norðurlanda
ráðnum í februar skipaði
FNU fyri einum seminari
saman við umboðum frá
teimum politisku flokk-
unum í Norðurlondum. Úr
Feroyum luttóku 4 ungir
politikarar og av tí, FNU
onga deild hevur í Feroy-
um, var ein av stjórnar-
limunum í Norrena fel-
agnum á seminarinum. Á
seminarinum vóru fyri-
lestrar og fundir um m.a.
arbeiðsloysið millum ung-
fólk. Tað varð upplýst, at
í letuni eru 500.000 ar-
beiðsleys í Norðurlondun-
um.
Ferðast í 21 dagar
fyri 800 kr.
FNU hevur gjert eitt stórt
arbeiði fyri at fáa í lag eina
sonevnda Nordturist-
ferðaseðlaskipan. Og síð-
ani ársbyrjan hevur tað
verið meguligt at keypa
ein Nordturist-ferðaseðil
fyri 800 kr. Við hesum
ferðaseðli kann ungdómur
SNANNANNANANNARRNSASSS
NNAÍNNNANNNNANNSNANNANASNANANSANANRARAS RANA NR NANA NANNA NNNANANSNN
ferðast óavmarkað í Norð-
urlondunum við toki í 21
dagar.
Av tí, ikki øll londini
hava toksamband, er ætl-
anin at skipanin skal út-
byggjast til eisini at um-
fata skip, ferjur, bussar
og flogfer.
Skutu við
luftbyrsu
Sunnukveldið fekk
politiið í Havn fráboð-
an um, at triggir
dreingir skutu við luft-
byrsu eftir lyktasteyr-
um.
Hetta var ovarlaga í
Varðagetu, men tá
politið kom niðan,
vóru dreingirnir horvn-
ir. Teir hevdu tá brotið
sjey lyktir við luftbyrs-
uni.
Oli i Aarstovu
Hvi ikki velja Paula
Ellefsen til granskod-
ara í nýggja ruskfel-
agnum. Har verða iva-
leyst nógvir skrokkar
at grannskoða.